Nei, tað er ikki ein nýggjur indiánari í ættini hjá Geronimo, sum nú hevur sett Merkið í nakkaprýðið.
Tað er heldur Føroya aldrandi fólk og arbeiðsstyrki, sum eftir eitt lívlangt knoss og ótaksamt arbeiðsstríð, hevur strítt seg til endans, og nú, við The long and winding betalings road, sær fyri sær eina møguliga pensjón, sum hvør einstakur hevur sankað og savnað í kontur og kistlar.
Men hvat, eftir politiska for-skatting skulu vit nú arbeiða enn longri, siga tey, sum fáa løn og eftirløn og fundarpengar fyri nettupp at siga tað, sum valdið hevur sett tey at siga. Vit skulu arbeiða enn longur út á lívskvøldið, tí vit, Føroya fólk, hava bara politiskt haldføri til undirsjóvartunlar, ein hvønn vegin.
Og so er tað arbeiðsgevarin, hann, ið av miklari náði hevur givið arbeiðstakaranum so mikið, at hann hevur til lívsins uppihald, hann hevur av onkrari óransakiligari orsøk fingið tað fatan, at hann, gevarin av arbeiði, er guddómurin, sum tryggjar okkum at sleppa turrskødd inn í ellina.
Vorðið sum.
Meðan vinnulívsfólk, búskaparfrøðingar og politikarar føra fram, at nú so nógv eru, ið blíva eldri, mugu vit arbeiða fyri teim ungu og teim, sum fyrr vóru ung, so tey, umframt at ganga millum húsini í Havn, eisini kunnu hava eitt lív við teirra familjum.
Var tað ikki fyri, at so mong rýmdu av landinum av politiskum óskili fyrst í 1990'unum, so vóru vit 65.000 føroyingar í Føroyum í dag. Minst. Hví betrar politiska skipanin ikki viðurskiftini hjá teim ungu barnafamiljunum, so tey eiga fleiri børn og hava ráðini til tað?
Javel, nú er bestikkið, at tey gomlu og eldru skulu verða longri á arbeiðsmarknaðinum, tað eru samhaldsføstu boðini. Eldrabyrðan er blivin fíggingin.
Sig mær, hava tey leiðandi í landinum, privatir sum almennir arbeiðsleiðarar, yvirhøvur førleikament seg í nýggja veruleikanum at taka í móti tí gráa virðisgullinum, og at halda tey enn longri á sama meiningsleysa pinni, sum tey longu hava sitið á í alt teirra arbeiðslív?
Er tað nýggja human resource stevnan?
Eru arbeiðsleiðararnir yvirhøvur førir fyri at knógva eini slíkari uppgávu?
Hava teir so mikið sum eitt kvøldskúlaskeið í gerontologi, so teir kunnu leggja fram arbeiðsuppgávur og upphugsa ein eldrapolitikk fyri eini aldrandi og tiltakandi arbeiðsfjøld, so hon fatar tað sum meiningsfult, og vert at brúka aldurdómin uppá, eitt arbeiðspláss?
Ella er ellisbyrðan blivin eitt nýtt trælahald, sum í fjarstøðu kann setast inn í eitt hvat sum helst sosialdemokratiskt excelark, tá tørvur er á tí, tí danska roknistykkið ikki gongur upp?
Hevur nakar hoyrt um eitt føroyskt arbeiðspláss, sum fremst av øllum ynskir aldrandi fólk millum starvshópin? Hevur tú?
Meðan høvdingurin Gerontium setir Merkið í høvdaprýðið, lata vit spurningin standa, darrandi sum ein nýskotin pílur á føroyska kvøldhimmalinum.