Hvat er tað, sum ger at holocaustfilmar og holocaustsøgur blíva við at fáa so stóra undirtøku, at fólk altíð møta at lesa, síggja og hoyra, óansæð hvør framsetingin er? Ella hava holocaustsøgur ein serligan gróðrabotn hjá okkum, og um so er, hví?
Hesin tanki kom aftur til mín, tá ein danskur filmur, Når befrielsen kommer, nýliga varð vístur fyri fullum húsum. Ein filmur um støðuna, tá sivilir týskir flóttar komu um markið úr Týsklandi til Danmarkar at vera, beint fyri krígslok. Filmurin, sum bygdi á veruligar hendingar, vísti, at higartil hálovaða danska mótstøðurørslan bleiv eins devulsett og nasistiska hersetingarvaldið, tá kríggið var av. Eingin munur var á teimum.
Júst hesin veruleiki verður lýstur í nýggja tímalanga heimildarfilminum, Ganz normale Männer Der "vergessene Holocaust", sum Netflix nú vísur á enskum undir heitinum Ordinary Men: The “Forgotten Holocaust”.
Menn, lærdir sum ólærdir, úr Hamburg verða í 1942 sendir til Pólands á eina spesiella missión, eins og russar seinastu árini hava verið sendir til Ukraina at berjast fyri ein sterkan leiðara.
Dagin fyri fáa týsku hermennirnir, sum eru frá Ordnungspolizei í Hamburg, at vita, at teir uppá egin hond skulu skjóta jødar - menn, kvinnur og børn - beint sum teir møta teimum.
Persónlig sambond koma fram, sum til dømis hermaðurin, ið nú skal drepa biografeigaran, ið plagdi at vísa honum teir bestu filmar.
Mennirnir kunnu bera seg undan, men teir, ið fara frá at gera aðrar nasistiskar uppgávur, verða útihýstir úr felagsskapinum. Tí velja fáir henda møguleika. Er leiðarin sannførandi autoriterur, gongur alt væl í hond og nógv verða dripin. Eisini børn, sum hermennirnir skjóta gjøgnum hjartað meðan mamman hevur tey at brósti, so bara ein kúla nýtist. Nytta og effektivitetur verður eitt sannførandi mál. Er leiðarin burtur, ella gerast hann linur, er hugurin at drepa minni.
Hesin heimildarfilmur byggir á kanningar um, ella roynir í hvussu er at finna eina frágreiðing um brotsgerðirnar, í sosialpsykologiskum ástøðum hjá Stanley Milgram, sum fyrst í seksti árunum granskaði viljan at akta ein sterkan leiðara og verða honum lýðin, heldur enn at fylgja egnum vilja og sannføring, sum fekk lítlan týdning.
Christopher Browning, ið hevur skrivað um sama evnið, er nógv frammi í heimildarfilminum, men stóra hetjan, um ein so kann siga, er hundrað ára gamli holocaustyvirlivarin Benjamin Ferencz, sum doyði 103 ára gamal í ár.
Í endanum á Netflixfilminum verður staðfest, at fólkamorð hvørki hildu uppat eftir kríggið ella Nürnbergerrættarmálið, men halda støðugt fram. Eftir árskiftið eru tretivu ár síðan fólkamorðið í Ruanda, sum er tema á altjóða Holocaustdegnum í føroysku skúlunum næsta ár.
Netflixfilmurin er eitt av mongu høvunum at seta seg inn í nakrar av teim mekanismum, sum í givnum førum kunnu fáa tað ringasta fram í heilt vanligum menniskjum. Tí er heitið Ordinary men. Tey eru púra vanlig.