Skip to main content

Englemager, El Conde og Robbie

Englemager - krimi um abort

Í seinnu helvt av 1800-talinum hava skandinaviskar avísir brúkt hugtakið englemager. Í hini norsku Wikipedia stendur at lesa undir englemakeri: Barnet var omskapt til en engel og foreldrene fri for enda en munn å mette, og ingen ble tiltalt for verken aktsomt eller uaktsomt drap. Omsorgssvikt var ikke straffbart på den tiden, da det bare var en nødvendig konsekvens av datidens fattigdom og nød. Senere kan uttrykket også ha vært brukt om den illegale abortvirksomheten som gjerne ble utført av såkalte «kloke koner».

Nýggi danski krimifilmurin hjá Julie R. Ølgaard (f.1981) ber hetta heitið, "Englemageren". Ølgaard, sum er útbúgvin í Los Angeles, er ikki bara høvuðsleikari, men eisini leikstjóri og handritahøvundir, og hevur gjørt filmin uttan stuðul frá Danska Filmstovninum. Tað er líkasum eitt statement.

Hóast javnur og gerandisligur, er filmurin ein sannførandi norðurlendskur krimi úr okkara tíð, men uttan dýrar framleiðslusenur. Ølgaard sæst í góðum spæli saman við Roland Møller, sum er enn ein nýggur løgreglumaður, í hesum føri av tí meira identifiserbart lagaliga og ikki so hartsláandi brennivínsdrekkandi og djúpt reflekterandi slagnum. 

Ølgaard sjálv verður í størri mun tann óútgrundiligi parturin, sum í norðurlendskum krimifilmi vanliga fellir á útfarandi machomenn. 

Avgerandi partur í søguni og leiklutinum hjá Ølgaard sum løgreglukvinnan Laura er, at hon er køn í teldutøkni, og tí verður biðin um at koma til arbeiðis, hóast hon er sjúkramelda, tí hon líður av tunglyndi eftir ein abort. Ja, abort.

So er søgan sett í karm. 

Ein effektiv og sannførandi nútíðar ræðusøga um ein ókendan hópdrápsmann, sum fer eftir ungum kvinnum, ið av ymsum orsøkum hava tikið abort. 

Men hvør er drápsmaðurin og hvør er hansara útfarandi orsøk at gera, sum hann ger - og ikki minst - hvar finna vit hann? 

Spennandi danskur krimifilmur, sum í moraliserandi tematikki gevur norðurlendsku krimitraditiónini eitt nýtt úttrykk í góðum samspæli millum Møller og Ølgaard. Avgjørt verdur at síggja.

El Conde - Pinochet er vampýrur

Kendasti kilenski leikstjórin, Pablo Larraín (f.1976), hevur gjørt ein søguliga sjáldsaman film, "El Conde", sum merkir greivin, og sipar til illalýdda einaræðisharran Augusto Pinochet (1915-2006). 

Filmurin, sum er svarthvítur, er hildin í blóðdryppandi horrorstíli. 

Pinochet kemur til manns undir fronsku kollveltingini, smakkar blóðið á falløksini, tá Marie Antoinette verður avhøvdað, og byrjar nú eitt langt lív sum vampýrur. 

Í filmisku nútíðini verða nýtikin mannahjørtu koyrd í hvirlu meðan tey enn duka, hjørtuni, og síðan drukkin sum delikatessa. 

Nú er Pinochet 250 ára gamal, mettur av døgum og vil doyggja. 

Men illa gongst at sleppa at doyggja og fáa konuna, børnini og kosakk tænaran, sum hevur dripið bolsjevikkar, at kenna seg hoyrd og vird, tá seinastu virðisbrøv skulu finnast á fjara bóndagarðinum, har leikur fer fram. 

Ein ung katólsk nunna, meinlík Jeanne D’Arc, kemur at grannskoða viðurskiftini, men tað rennur líkasum saman millum Pinochet og nunnuna. 

Hóast spanskt mæltur, er ein kvinnulig ensk frásøgurødd, sum er so meinlík Margareth Thatcher (1925-2013) og í endanum kemur hon, spoiler alert, inn á pallin sum eingin onnur enn vampýrvinkonan Thatcher, sum er so fegin um, at tey møttust á Falklandsoyggjum. 

Larraín hevur fyrr gjørt "Spencer" (2021), "Jackie" (2016) og "Neruda" (2016), og ikki minst filmin "El Club" (2015) um katólskar prestar í Kili, sum vórðu forvístir til eina bygd, tí teir høvdu misbrúkt dreingir.

”El Conde” er ein filmur, so svartur, at tú skalt gera teg út, og vera væl fyri, at síggja hann. Men eitt fornoyilsi at síggja, ert tú til tað slagið av satirskum filmi. Og eina hvirlu fert tú neyvan at brúka eftir henda film, í hvussu er ikki til smoothie.

Robbie Williams - í undirbuksum  

Ein biograffilmur, “Better Man” um Robbie Williams hevur í eina tíð verið á veg í heimsins biografar, nú 25 ár eru síðan hann kom fram. 

Meðan vit bíða, sendir Netflix eina røð í fýra pørtum um, eftir mínum tykki, fremstu sangstjørnuna í nýggjari tíð. 

Hugdi eftir tveimum teim fyrstu pørtunum, “Let’s get wrecked” og “Nobody Someday”, har tatoveraða stjørnan situr í songini og fortelur í berum undirbuksum. 

Hetta er so sjálvsmakkandi, at tað kemur ikki ein gang um songarstokkin í tí privata, tíansheldur senukantin í tí almenna.

Teir verða ikki viðmældir, filmarnir. 

Tað reina konsum, eins og flest allar aðrar celebrity sjónvarpsøðir, Netflix ella ikki. 

Nøkur sekund eru til næsti partur byrjar, og tú hvørki fært tíð at lesa endaskilti ella trýsta á stopp, innan næsti konsumpartur byrjar. 

Júst henda tvangshandling er orsøkin til at eg aloftast aftri meg at síggja film á netinum á henda hátt. Tað er sum at verða leiddur gjøgnum ein lágpríshandil av Rumbulslagnum. Í allari mentanarbygging er tað lægsta støðið. 

Men tjúkkar sjálvsmakkandi sjálvskrivaðar sjálvævisøgligar bøkur, eingin nevnd eingin gloymd, sum koma í stríðum streymum serliga á jólum, eru ikki petti frægari. 

Men onkursvegna er filmur mettur eitt stig verri og lægri enn bókin. 

Tí brýggi eg meg ikki um at síggja film á henda seriella stroymingarhátt. 

Filmur er til uppliving. Ikki konsum. Tað er sum fiskivinnan. Hon arbeiðir fisk, sum antin er til matna ella ídnað. Fokk film av hesum slag.

Tað vóru tey trý ráðini av Netflix í hesum umfari.