- Borðreið teg borð, vórðu boðini og heitið á einum av fleiri enn tveyhundrað ævintýrum, sum týsku brøðurnir Grimm savnaðu í 1800-talinum. Eins og hini bleiv hetta ævintýr kent um allan heim, á portugisiskum Mesinha põe-te og á upprunatýskum Tischchen deck dich.
Tað stundar til mortansmessu.
- Í kvøld hava vit sommelier Emil Gamrath á vitjan, sigur Rógvi Mikkelsen, stjóri á Hotel Hilton Garden Inn, meðan hann førir okkum til borðs, her flestu kokkar, eisini frá Koks í Grønlandi, eru savnaðir at smakka portvín úr Portugal.
Emil, sum ofta hevur verið í Føroyum, er umboð fyri Theis Vine, og hevur serliga lagt seg eftir portvíni og víni annars, hvítum og reyðum, frá Niepoort Vinhos har norðuri í Porto og haðani inn í portugisiska Dourodalin.
Vit hyggja í matskránna í Hallartúni, sum er heitið á matstovuni, og afturvið tosinum um brisling á Skálafjørðinum freistast vit til fyrst at velja spanskar ansjósir frá Ortiz við cherrytomatum og myntu.
Afturvið serverar Ellie, sum er úr Filipsoyggjum og hevur verið her í hálvt annað ár, tann svalligasta hvíta portvíns aperitiff, sum hugsast kann frá portugisiska húsinum Niepoort. Í høga kalda glasið er sett ein grein av rosmarin, sum kitlar so lystiliga í nøsina. Frálígt match, ansjósin og aperitiffurin.
Laura Joensen hevur umsett ævintýrið Borðreið teg borð til føroyskt og Susi Bech teknaði. Søgan stendur í bókini 5 minuttir long ævintýr, hóast júst hetta tekur nógv longri tíð enn 5 minuttir at lesa.
Vit skifta orð við hotellstjóran, Rógva, um jólaborðhald, sum standa fyri framman, og um gongdina í ferðavinnnuárinum, ið nú fer at halla.
- Vit klára okkum, men tað ávirkar hotellbransjuna, at vit samstundis eisini hava 1800-2200 kømur til leigu í býnum. Ikki tí, airbnb er komið fyri at verða, men spurningurin er, hvussu skattaviðurskiftini verða umsitin. Man má finna røttu leguna. Og fólk skulu hava nakað at búgva í. Men eitt regluverk, líkt tí, sum er í norðurlendsku grannalondunum, eigur at koma uppá pláss hjá okkum eisini, heldur Rógvi.
Eg telji uppá egin hond á heimasíðunum, hvussu nógv kømur hotellini munnu hava: Føroyar 200, Hilton 130, Brandan 124, Hafnia 79, Djurhuus 50, Tórshavn 43 og Havn 19 - tilsamans 645 kømur, sum heimasíðurnar upplýsa. So kann uppreiðast ymist og í onkrum føri eru smáttur, knýttar at hotellunum. Nevnast skal eisini at ætlaða hotellið á Óðinshædd fer at verða brúkt til annað endamál. Kappingin stendur rættuliga ójøvn.
Nú kemur turt hvítt, næstan grasfrískligt vino verde, sum merkir grønt vín, á borðið. Til Alvarinho vínið, ella er tað øvut, tí báðir rættir viga eins nógv í komplimenterandi smakki, fáa vit jákupsskeljar í tomatumami, soði og við Jerusalem artiskokkum og persillu. Rætturin er hin mest spennandi av øllum, eru vit samd um.
Í stórt kúput glas fáa vit nú eikimettað og nøtudjúpt hvítvín, Redoma Branco, sum er serstakliga perspektivríkt. Afturvið kemur oksatatar av innarlæri, við kapers, leyki og karsu. Knasandi lekkurt millum tennirnar.
Innímillum setur Emil eitt pinkalítið glas av tí feitasta og væl dekanteraða Coche hvítvíninum úr Douro dalinum. Góðir mineralskir dropar við einum farra av skifer og beykon, alt samalt til kræsnar gómar, sum aspirera til upptøku í ædedolkernes klub. Gott.
So er taktstavurin á lofti. Portugisiska navnið á honum er Batuta, og júst tað er heitið á reyða víninum, tinto, sum sonurin í portugisiska Niepoort húsinum sannførdi pápan um at dyrka, og ikki bara portvín. Batuta. Aftur ein feril av beykon eina frostnátt.
Afturvið kemur jólaklassikarin, sum er konfiterað dunnulær í dunnusós, lagt á reyðkál og stikkulsber við snerktum grønum salati omaná. Salt og langtíðarstonkt, akkurát sum tað skal vera, tá jólini nærkast.
Sigst, at orsøkin til at vit halda Mortansmessu, er at sleppa at seta gaffilin í eina dunnu ella gás, sum hevnd fyri at tær fóru at gáka og avdúkaðu Sankta Mortan, tá hann í 300 ára talinum fjaldi seg í gásarhúsinum í Tours, tí hann ikki vildi vera bispur. Síðan 1600 talið er síðurin at slakta og eta gás ella dunnu í hevnisøku verið hildin á Mortansmessu.
So koma tvey gløs av portvíni á borðið. Annað ljóst 30 ára tawny við momentanum smakki af fikum úr Palestina, sum er beint fram jólaligt, hvussu heimsstøðan so er. Hitt glasið er myrkari og tyngri ruby port frá 1987 og latið á fløsku tvey ár seinni, men eftirsmakkurin er langur og lættur, ið ber boð um søtar og jólahalgaðar dadlur.
Katólska bløðandi jólahjartað er sjokuláta við blommu og vaniljuísi, serverað við yngri portvíni úr magnumfløsku og kanska er tað tað, sum ger, at smakkurin er kynsleysari og minni kompleksur enn vínini frammanundan. Nú eru stundir at lenda við kaffi.
Við grannaborðið sita fleiri av fremstu kokkum í landinum. Ein teirra er Poul Andrias Ziska, sum er komin heim úr Grønlandi, har hann er kokkur á Koks. Hann og Johan kunnu um nakrir kallast gastroíverksetarar.