Í mínum eygum er plátuhúsin, sum er linoliumsskurður hjá Rannvá Holm Mortensen, eitt mekaniskt gonguverk, ið telur og mátar tíðina, sum náðileyst strýkur av stað, men eisini kann goyma hana, tíðina, um hon so ímyndar fiskin ella barnið í grafisku myndini. Hetta er tíðin í optikkinum hjá arbeiðaranum. Útgangsstøðið er hóskiligt, tá eg hoyri stílin og úttrykkið, sum í vøkrum gatefold cover, har allir tekstir kunnu lesast, fyri mesta partin leggur seg afturat andstøðurokki frá sjeytiárunum.
Sangur til lívið er hóskandi byrjunarsangurin á plátuni, fyrri sangur, sum Fróði T. Vestergaard og Jógvan Andreas Joensen hava skrivað saman. Framburðurin er á suðuroyarmáli, sum allan vegin gevur plátuni ein autentiskan dám og farra.
A voice without restraint, ein rødd, sum uttan avmarking rópar beint út, er í rokkhøpi ein siping til Bob Dylan plátuna John Wesley Harding frá 1967 og sangin I dreamed I saw St Augustine. Hesin aktuelli sangurin, Kanska, setur sær gamaní ikki fyri at verða so stórtøkin, sum dreymurin Dylans um sankta Augustin, men er ein spælandi stuttlig tankarekkja um at mala kornið, og síðan at fáa lagsbróðurin at baka breyðið, nú orkestrið lýðir navnið Deiggj. Frálíkur tulkingarfelagsskapur við framúr orðum og heilt okay lagi hjá Fróða. Í mínum oyrum er Kanska sprottin úr kjarnuni í eyðkenninum av skandinaviska proggrokkinum, sum fyrst og fremst kom út á Musiknätet Waxholm, við Hoola Bandoola Band í sjeytiárunum, og til heilt ytstu mørk í 79, tá Lasse Tenander syngur Med revade segel á plátuni Längst därinne är himlen ändå röd. Ein klassikari við urgu og góðum bassi, avgjørt fremsta fyrimynd í hesi sjangru, sum eg haldi Deiggja leggja seg upp at. Og kanska eisini hava hug at fjeppast uppií Dan Hylander, tá hann sang Farväl till katalonien.
Í viðarlundini eftir spennandi føroyska skaldið Tummas Napoleum Djurhuus, Tonglatummas, sum Fróði hevur gjørt lag til, hoyra vit nú el gittar sum hjá Pink Floyd. Dennis Lave syngur á rámligum suðuroyarmáli. Ein góð rødd við íbygdum drama og perspektivi. Júst hetta frámerkið, suðuroyarmálið, hevur Fróði eisini í fyrsta sanginum, Sangur til lívið, har Jógvan Andreas Joensen eigur orðini.
Elska bara er ein sangur hjá Fróða allan vegin í gjøgnum, orð, lag og sang, og so við antikapitalistiska tematikkinum, sum var frammi í andstøðurokki í sjeytiárunum. Hóast afturhorvandi, klæðir tað honum, sanginum og Fróða yvirhøvur, at halda fast, sum danski Svend Brinkmann sigur í gomlu bókini við júst tí heitinum, Stå fast. Ognarréttur dálkar kærleikskeldur, er gylta uppáhaldið í hesum harmoniska fólkasangi av Afzelius’kum slag.
Fyrsta ábending um Uriah Heep og Circle of Hands hoyri eg hálvan fjórða minutt inni í Vetrarmorgun, sum Sivar á Seiðabergi, ið einaferð var Niels Uni Dam, hevur skrivað, og Fróði og Páll Holm Lave hava gjørt lag til. Stuttligt spenn í sangstíli, ið aftur er umgyrdur av Pætur’sa Hensley urgu.
Kom lat okkum dansa er ein summarslig vísa í norðurlendsku vísutraditiónini um miðsummartíð í øllum norðurlondum, kanska serliga í Svøríki. Ein norrønafelags sangur. Hugnaligt. Góður sangur við góðum harmonium og lívskátum gittarspæli. Og ikki at gloyma, aftur við suðuroyardialekt, ella málføri, sum tey royna at fáa meg at siga. Tað er eitt av eyðkennunum, sum eg leggi merkir til, tá eg lurti plátuna ígjøgnum. Suðuroyardialektin. Hon gevur sanginum eina distinka sjarmu. Eins og banjo’in, sum her hoyrist eitt lítið bil og gevur sanginum heilt nýtt perspektiv.
Hví grætir tú byrjar sum ein konventionellur rokksangur av andstøðuslagnum frá sjeytiárunum, men so kemur Guðrun Sólja Jacobsen inn í ljóðmyndina og fyllir hana til ytstu mørk, sum Anisette, tá Savage Rose spældu í nýgbygdu Ítróttarhøllini á Hálsi í Havn í 1970, í samtíðarmeti helst hin størsta livandi konsertupplivingin av rútmiskum slag í Føroya søgu, og aftanfyri í hesum nýggja føroyska sangi hómast basslinjur hjá Sverra, sum hugfarsliga heilsa teim hjá Jens Rugsted, upprunaliga basspælaranum í Savage Rose, við A Girl I Knew. Hetta er mest listinlærda nummar á plátuni, Guðrun Sólja og bassurin eiga æruna, og so ein varisligur wah wah gittari eisini. Framúr. Ein tíðarmynd, ið minnir meg á bioreklamuna frá Tandberg, tá Anisette kom inn í reklamuna og sang Evenings Child. Men bestur var bassurin, ið lesur seg trygt, rók av rók. Eisini í hesum føri.
Sálin er hóast góða tekstin hjá Maluni Poulsen eitt sindur konventionellur sangur til gólvið í dansistovuni, ið er um at lukka. Og lat meg beinanvegin peika á tað spennandi heiðurliga, at seta løg til tekstir hjá føroyskum yrkjarum, bæði eldri og núlivandi.
Kvirra, sum er seinasti sangur, leggur fyri við hugtakandi brúsandi orglinum hjá Pæturi. Tað er instrumentið, sum mær gjøgnumgangandi dámar best á nýggju tíðarplátuni hjá Deiggj. Ein markleysur kærleiksangur frá Fróða til, ja vit kunnu bara gita, um tað ikki er ein av kórrøddunum, sum hoyrast í trimum øðrum sangum á plátuni. Veit ikki. Tínar heitu hendur, leiða meg enn, sigur yrkjarin og sangarin, eins fyltur av longsili sum av kærleika. So er plátan úti.
- Tað, sum fyrst og fremst fær deiggið at ganga, er vinskapur og felagsupplivingar, bæði við børnum og makum. Uttan góða vinarlagið var kanska eingin tónleikabólkur, ella plátan Deiggj TÍÐ, sigur Fróði T. Vestergaard, nú hann kom á gátt við nýggju LP plátuni, ið eisini er innløgd fløga, umframt at plátan við øllum teim níggju sangunum, sum tilsamans vara 36 minuttir, kann spælast á Spotify.
Fróði tosar um limirnar í bólkinum sum deiggjarar og konsistensin í felagsskapinum sum deiggið.
- Røturnar liggja á Tvøroyri í 1981, upprunliga sum ein rock ella folk bólkur, ið mest spældi tøkuløg til dans. Av teimum seks, sum stovnaðu Deiggj, spæla fýra við enn, og tann fimmti er við til ymiskt sosialt, tá okkurt er á skránni. Seinni eru ein leirvíkingur og ein havnarmaður eisini komnir uppí, sigur Fróði við plátuni í hond.
Leirvíkingurin, Sverri, hevur verið við í 23 ár og Rani síðan 2009.
- Tónlistarliga eru deiggjarnir nokk so líka, sigur Fróði. Øllum dámar klassiska rokkin frá 60’unum og 70´unum, og fleiri hava dyrkað norðurlendskan fólkarock. Onkrum dámar væl jazz og aðrir eru til kórsang og vanligan fólkatónleik, sigur Fróði, og leggur afturat, at teir flestu halda, at ein góður sangur krevur ein góðan tekst og góðar harmoniseringar.
- Seinnu árini hava Deiggj verið kendir fyri at spæla Uriah Heep tema-konsertir, tó Deiggj er so nógv annað enn tað. Plátan TÍÐ hevur tikið sína TÍÐ og løgini eru broytt við tíðini, sigur Fróði.
- Summi løg eru heilt nýggj, ímeðan onnur hava ligið og bíða eftir røttu løtuni. Plátan er ein mynd av tíðini og okkara upplivingum, sigur Fróði, og upplýsir at upptøkurnar byrjaðu í juni 2020.
- Deiggjarnir hava staðið saman í góðum og ringum tíðum, og tíðin fer at vísa, hvør dygd er í hesari plátuni, sigur Fróði varisliga. - Ynski er, at plátan er tíðarleys, og at hvørt lag er eitt sjálvstøðugt verk, sum kann standa einsamalt.
- Eitt annað, sum ger seg galdandi fyri Deiggj er, at tónleikarnir hava spælt alt inn sjálvir, við undantaki av einari banjo og eitt sindur av strings í tí eina sanginum. Eisini við røddum hava vit fingið hjálp á onkrum sangi. Summir sangir krevja eina kvinnurødd, og tískil hava vit biðið Guðruna Sólju Jacoben um at vera við á tveimum sangum. Jensina Olsen er við á einum sangi og Barbara á Tjaldrafløtti syngur við í trimum sangum.
- Ynski var at plátan TÍÐ skuldi ljóða av Deiggj, og tað halda okur er eydnast, sigur Fróði at enda um nýggju plátuna.
Hvør einstøk LP pláta hevur eitt hondskrivað nummar, upp til 500, og við hvørjari plátu er ein fløga við øllum sangunum.
Góð tíðarmynd er plátan, ein lummi av tíð, hvør í sínum lagi og lumma, frá einum varisligum Uriah Heep ljóðið til svenska andstøðurokkin, sum Lasse Tenander skilvíst umsat hann ytst á reyða vinstravonginum, og alt hetta koyrt í ein heimligan gávupakka, nice and easy, við føroyskum orðum og ómiskenniligari dialekt úr Suðuroynni. Ein klæðiliga harmonisk pláta hjá aldrandi monnum, sum bjóða okkum innum eitt bil, at hoyra, hvat teir í allari lagaligheit takast við og hava savnast um í so mong ár. Tað er ikki einki. Takk fyri tíðina, takk fyri plátuna.