Í kvøld kom Knút Háberg Eysturstein á gátt við nýggju LP plátuni "Hjartasláttur", sum er Tutlútgáva nummar 544. Hóast úrvalið, bakkatalogið, tey siga, er stórt hjá Knúti, so eru tíggju ár liðin síðan hann gav út LP plátuna "On High", ið er hin higartil nýggjasta. Sangirnir á Hjartaslátturinum eru níggju í 42 minuttir til samans.
Tað er gott at halda einum stórum plátuhúsa í hondini, sum enntá kann latast upp sum gatefold cover við teksti til allar sangir og øllum upplýsingum, hvør hevur yrkt og tónsett, og hvør spælir uppá hvat ljóðføri og hvør hevur lagt til rættis.
Fyrsta er framsíðan. Heimligi og tó fulkomuliga fremmandi ælabogin, sum stoytir seg í havið, ella rísir hann upp, eg veit ikki, men hetta fungerar sum húsi, nakað sum gomlu ECM pláturnar, fyri ikki um at tala teir konseptuellu húsarnar hjá Hipgnosis og Storm Torgeirson, frá vælmaktsdøgunum hjá LP plátuni. Bruno Mikael Eysturstein hevur gjørt húsan, har bylgjandi havið er gjøgnumgangandi, og Gwenaël Akira Helmsdal Carré hevur tikið portrettmyndirnar, eisini hana aftan av Knúti sjálvum.
Her er júst tað, sum Spotify og talgildu pallarnir, har tú eisini kanst lurta eftir plátuni, ikki kunnu levera, uttan líka sekundini og minuttirnar. Húsin er informatiónssentralurin hjá eini LP plátu. Uttan húsan kann eg ikki lurta eftir tónleiki, eins lítið og eg kann hyggja eftir einum filmi, uttan at vita eksakt, hvat tað er fyri filmur, eg hyggi eftir, og undirskylt havi valt at brúka tíð uppá. Í so máta eri eg ótamdur infomanur.
Skifta orð eina løtu yvir plátuni, mest um Gram Parsons og Joshua Tree, David Crosby og Paul Kantner, men tá Knút so er farin, seti eg meg at lurta eftir nýggju plátuni.
Fyrsta eg fangi og hefti meg við, meðan plátan spælir ígjøgnum, er harmonisku orðini ”Tá vit finna heim” og reingjaða instrumenteringin í tí annars so klára ljóðbílætinum, sum við klaveri hjá Mattias Kapnas og spirituellum kvinnukóri gevur eina mettaða dýpd í sanginum ”Náðisólin”. Góð innførsla til og karmur um alla plátuna. Kvinnurnar bera ein stóran part av ljóðinum. Og so er sangurin avgjørt humoristiskur, sum í tí Gráa Fordinum, tá hann í byrjanini ”setur fótin á”. Frá ”Mín grái Fordur” til langtandi Big Sur spiritualismu og karismatiska sálmatrongd við skurrandi fylgiljóði, ”og tá vit finna heim”, tað er besta strofa á plátuni. Havi havt fartelefonina ljóðleysa í fleiri ár. Kanska kundi henda strofa verið ein ringitóni, so vakurt er tað. Og eg meini tað.
Í aðru lurting raki eg við eina nýggja lind, sum er tríggjar úrvalssangir, ið hava eina enn sakralari dýpd á hesi plátu, sum longu við fyrsu lurting fangaði meg sum beint fram hákirkjuliga í einum rokkkonteksti.
Fyrsti av hesum trimum er kyrie eleison sangurin ”Tú ert”. Vakurt avmált, eisini við strúkara. Annar er sangurin ”Ogn”, har eg fyrst og fremst hoyri Mattias Kapnas við klaverið. Triði sangurin er ”Sálmur”, har kvinnukórið kemur til sín fulla rætt í resonerandi bakveggi, meðan menn í forgrundini nærum fara at kvøða á ein Petur Pólsonskan hátt, meðan klaverið rullar inn yvir ljóðmyndina. Men so kemur hin svarta snekkjan av heavy rokki innan av havi, ja kanska í einum upprørdum Leirvíksfjørði, har íður og ódnir standa upp, og tú stríðist bara at halda høvdið uppundan, til hann klárnar, og tú aftur sært havsbrúnna, ið sigur, hvar tú ert. Hetta er ein lameterandi Pink Floyd’sk uppliving, sum fer yvir í eitt tað mest fyridrigna distortion momentið á føroyskari plátu, kanska ein heilsan til Sic. So er friður, og vit sláa á klárt skiliggar harmonistreingir, ”lær meg at vega á tíni vág, lær meg at liva, at tú ert hjá.”
Hetta eru tríggir tekstir hjá Regini Dahl, sum vit vita, at Knút leingi hevur granskað og givið út í bók. Uttan at seta egnu tekstir Knúts til viks, er hetta, treyðugt so, ein heilt serligur tulkingarfelagsskapur, Regin Dahl í trimum førum á eini og somu føroyskari rokkplátu. Tað er ekseptionelt, so langt røkkur tað.
At enda skrivar Knút seg við ”Vøgguvísu” inn í traditiónina at gera sangir til eftirkomarar, børnini, synir og døtur. Fyrsti tóni, eg hoyri, fer til Clapton og ”Tears in Heaven”, so fara vit heim til einglar og tað, sum býr í barninum í ókomnum løtum. Nemandi og varisligt stígandi út á lívsins gólv. Ein klassikari, vænti eg.
“Hjartasláttur” er ein fulfíggjað ferð og uppliving. Ein LP, sum tað æt í døgunum hjá Absurdy Fair. Við húsanum í hondunum, tekstinum at lesa og upplýsingar um, hvør spælir við og hevur skipað fyri. Á okkara egna máli, tað er ikki ein sjálvfylgja. Og enn minni er sjálvfylgjan at tú í sama gate fold cover kanst uppliva tilsipingar, intertekstualitet og yrkingar hjá einum klassikara, Regini Dahl, settar til tónleik, sum illustrativt nemur nútíðar rokklurtaran og gevur nýggjar dýpdir, hvønn veg tú so velur at lurta og hyggja, onkuntíð við metallgardinum niðurfyri, sum í “Sálmur”, og so dregur frá og tú sært havið og ýtini aftur.
Poetiska og illustrerandi klaverspælið hjá Mattias Kapnas hugtekur meg gjøgnum alla plátuna, har hann fær tað rúm, ið eg haldi passar til karismatiskt merktu útsetingarnar, sum í mínum oyraoptikki kunnu liggja millum bretsku Barclay James Harvest og Pink Floyd og norsku Anders Wyller og Bjørn Eidsvåg, tá teir eru mest himnasøkjandi, kanska best í ”Villiniborg”, og setninginum “ein akkord bygd úr stjørnum”. Eitt savnað tónleikaútrykk, sum annan vegin tilbiður tað guddómliga og kærleiksfulla og hinvegin er merkt av friðleysari leitan, sum tó altíð er hildin í føstum karmi, fyrst og fremst av varisliga, men effektfulla kvinnukórinum. Hevði eg stýrt knøttum hevði eg givið teimum meira power, sett Hammond b3 til og wah wah pedal eisini. Men so eru vit yviri í tí sýruta, sum just eydnast so væl bara at nema við, so vit fáa farran av einum umhvarvi av tí fjara og søguliga í søguligum proggrokki, uttan at verða drigin inn í Amon Düül Zwei, Van der Graaf Generator og Curved Air. Minni kann eisini gera tað. Og tað er gott.
Tað er nakað í felagsskapinum, sum kemur úr tónleikinum hjá Knúti. Nú meira enn nakrantíð. Við aldrinum má eg viðurkenna, at tað helst er uppvøksturin í brøðrasamkomuni, sum knýtir okkum saman í nakað fjart í galaksunum, men tó nærverandi og rættuliga definerligt, sum í “Refugees” hjá Van Der Graaf Generator.
Man skuldi farið at gjørt útvarp aftur, stingst uppá meg eina løtu.
Kveiktur av Knúti, fari eg í plátusavnið og finni Leon Russell. Ja, hann skal tað verða, Russell, sum leggur lok á hesa góðu plátuuppliving. ”In the hands of Angels”. Tað er tað. Lívsringrásin sær til, at vit verða borin av einglum. Vit vita bara ikki av tí. Fyrr enn vit fáa gestir á gátt, og teir bera okkum eina tíðarleysa plátu, beint fyri jól.
Takk fyri!