Fyrr hevði Dimma eitt tiltak, tey róptu Ársins neyðrakett. Samstundis hevði Miðlafelagið eisini virðislønir fyri avrik úr journalistiska heiminum, tí føroyska, altso. Í dag er alt hetta burtur. Eisini Óli P, Pipar og Salt og V4 tættir. Við evarska fáum undantøkum er skipað satira reinsað burtur úr føroysku fólkasálini.
Men hov, tað er ikki heilt sætt.
Ein stjørna er eftir á seinasta føroyska satiriska skansanum.
Tað er Jens Klæmint Jacobsen úr Gøtu, sum fyrsta dagin fer um tey trýss.
Ikki tí, eingin miðil hevur boðið hon pláss, so hann publiserar sjálvur á egnum profili á Facebook og medvirkar trúliga á framsýningum í Gøtu skúla.
Framúr snøggur og beinrakin í strikunum og væl vinklaðu tíðarsøgunum, sum altíð raka eina kenda moralska útsøgn, sum í eini tilætlaðari tvístøðu skapar grundarlagið fyri listagreinini satiru í tíðarbærum føroyskum tekningum.
Akkurát sum norski Finn Graff, ið eg einaferð møtti í Haugesund á eini imponerandi framsýning, har hann vísti satirutekningar úr norskum avísum og bókapermum í eitt drúgt tíðarskeið.
Listaligar satirutekningar eru ein altjóða sjangra, sum Jens Klæmint við bravour trínur inn í. Aldargamla listagreinin, ið hevur havt eitt søguliga gott kjølfesti í bretska blaðheiminum, er spennandi at lesa um í bretsku alfrøðini Britannica, sum enn verður dagførd.
Úrvalda satirutekningin um rakettina, og ovurhonds viljan at avmarka føroyska rakettuppsending á nýggjárinum, forloysir ein tanka, sum ikki bara eg sjálvur, men mong onnur, ið deila orð og tankar á fólksins almenni - soleiðis siga tey, sum ikki vilja taka Facebook í sín munn - eru upptikin av, tí fátæksneyðarsligu heimagerðirnar koma onkuntíð at standa í eini skurrandi andsøgn til altjóða samfelagið og ætlanirnar, at gera okkara til, at traðka við virðing inn í altjóða samfelagspallin, serliga við tí, sum ber brá av einum samhaldsfestum tanka, har altjóða arbeiðarin hevur granskað fronsku kollveltingina og tikið tey herróp, sum tá komu fram, til sín, og sett tey sum glintandi bringuprýði.
Alt ger mun, men føroyska útlátið minkar neyvan um tað globala, tá vit senda færri nýggjársrakettir. Men tað er gamaní ein byrjan.
Tá satiran so kann koma inn og lýsa støðuna sum pátikna moralska, fyri ikki at siga dupultmoralska, rakar teknarin í blett.
Í hesum føri vekir satiruteknarin í okkum tankan um eitt moralskt frípass. Eina undran um heimarakettir, og um vit nú sum pliktskyldugir borgarar við húgvuni í hondini bara halda okkum frá at senda eina dýrkepta nýggjársrakett við lítlinganum, so gloyma vit í sama spunaátaki alt um deyðiliga rakettútlátið úr Jemen, heimsins helst fátækasta landi, ið rakar tað, sum fyri er, eins og russiskar og ukrainskar, ísraelskar og palestinskar og allar tær rakettir og bumbur, ið hava rakt ósek fólk, alt síðan Bob Dylan, bara í okkara tíð, hevur messað um Masters of War, og tá eru vit ikki eingang farin aftur til fyrstu krígssøguna úr okkara tulkingarfelagsskapi, hana um Káin og Abel. Kríggj er elsta spæl. Elvt úr happing og leiklutinum hjá teimum, sum heppa og rópa við. Og aftaná bara yppa øksl.
At steðga við at senda neyðrakettir í Føroyum á nýggjárinum er eitt so lítið neyðaregg, at eg kann ikki annað enn smílast, tá eg skilji, at prísurin fyri at taka undir við hesi symbolsku heimagerð, ongan tanka leggur í skeppuna hjá heimsins dálkandi drepararakettum og hvaðna minni allar tær handilsavtalur og ráðstevnur, sum halda krígsapparatinum í gongd. Tá vendist alt innaní mær og politiska spunauppskotið verður dupultmoralskt heldur enn moralskt. Takkað verið satirutekningini, sum opnaði eyguni um rakettmálið. Takk fyri tað, Jens Klæmint!