Skip to main content

Tá Finnbogi var í hvørjari stovu


Nú vísti Finnur Koba okkum tvær framúr og stuttliga kliptar sjónvarpssendingar um dagarnar fyri fjøruti árum síðan, tá Sjónvarp Føroya bleiv til, heilt nágreiniliga hin fyrsta apríl í 1984, tá vit fingu henda nýggja miðil inn á okkum, í almennum og lógligum líki. 

Ikki tí, tey, sum fyrr búðu í Danmark, høvdu bæði sjónvarpskassa og videobandupptakara við sær, tá tey komu aftur til úthavsoynna Føroyar, har vit onnur vuksu upp uttan sjónvarp, mitt í Vesturevropa.

Her var heilagi monolitturin Útvarpið hjá Niels Juel.

Síðstu árini í 70’unum arbeiddi eg á Bryggjubakka, har eg saman við Elini Heinesen skrásetti spolabandsupptøkur við Símuni Nónklett, sum Janus Mohr hevði fyriskipað við klaverspæli hjá Rigmor inni í Eysturoynni. 

Einuferðina varð eg sendur út í Læraraskúlahøllina við einum Studer Revox bandupptakara og eini Sennheiser MD421 mikrofon, henni, sum líktist barbermaskinuni. 

Við høvuðtelefonunum uppiá, varnaðist eg fyrstu ferð tann mikla trega, sum ljóðfólk fáa, tá onkur hostar, eins og í kirkjuni, tá tøgn er. Tá er altíð onkur, ið smildrar tøgnina. Hesa elskuligu tøgnina. Fyri ikki um at tala kvinnuligir nútíðarvertir, sum á høgum stilettum finna fragd í at gera tað sama fyri opnum tíðindakamera. Men tá er tað meira ein spurningur um potens og persónliga at eiga og taka rúmið, sum reka tær út illar andar.

Hesa somu fyrndartíðina á Bryggjubakka fyri fjøruti árum síðan víðkaði ljósabláa Útvarpið um sendihølini, tá gulu húsini hjá Poul Hansen vórðu løgd afturat, heimanfyri verkstaðin hjá Radiohandlinum, har Reyði Krossur er í dag. Uppiá var redaktión, og í goymsluhølunum niðriundir, har Tarv er nú, smíðaðu Oskar og Niels Juel klivakassar, sum upplesarar kundu sita inni í og lesa framhaldssøgur frá fyrstu til síðstu síðu. 

Ein av hesum var Einar Joensen, sum las Landastrokini um August hjá Knut Hamsun. 

Meðan prentarin tugdi seg gjøgnum bókina, sum eg hugsi at hin kenda útvarpsrøddin til upplestur, Hans Thomsen, hevði umsett, smíðaðu teir næsta upptøkukliva at lesa í. Nú skuldi fólkið fáa søgur aftur at tíðindunum, eisini í ritinum Úrval. Ein fyrimyndarliga fólksliga hugsan, sum í stundini varð umsett, ikki bara til ætlan, men eisini til gerð. 

Lurtar tú eftir endursendingini av Landastrokunum, hoyrir tú hamarsløgini gjøgnum flestu partarnar. 

Og fert tú inn í núverandi Tarv, so sært tú nøvn og telefonnummur, sum handverkarar hava skrivað á veggirnar. Eitt naglafast minni um handans megi og fólksins forankring.

Vegg um vegg, uttanfyri upprunaligu Útvarpshúsini, var og er enn Føroya Fiskimannafelag við altán yvir Vágsbotn, sum var sentrum hjá Fiskagimma og øðrum útróðrarmonnum úr Havn og Kaldbak. Á ovastu hædd hjá Trygd úti í næstu Bakkahúsum, betongbunkaranum, sum í dag er Advokatskrivstova, var bandagoymsla hjá Útvarpinum.

Tá fekst feskur fiskur og mjólk í spann longur upp í somu gøtu, og á hálvari leið rundstykki á Sjómansheiminum og fars og rullupylsa frá Otto Reinert. Konstantarnir eru Maria Poulsen, Kissa og Frelsunarherurin, ella Mentanargøtan, sum Tórshavnar Býrað einaferð segði. 

Kortini var Glade Hjørn mentanardepilin í Havn, takkað verið Kondittarínum, sum seldi og smurdi hon- og hannbollar, sum Benjamin segði. Mamman var skúlasjúkrasystir, so hann hevði innlit í hatta við at liggja undir at liggja omaná í paringsaktini.

Fyrsta útvarpssending eg gjørdi, mest sum í spølni við øllum teknikki og hundrað prosent av studiokapasitetinum, púra laiv við Lyrec bandsloyfum, saman við Thormann, var um blues, ikki svartan amerikanskan, men hvítan bretskan við Fleetwood Mac. 

Men um heystið í 1979 høvdu sjónvarpsfeløgini fingið sovorðnar fastatøkur á fólki, at lurtaraynskini til leygarkøldssendingina, Post Popp, hjá Sonna svunnu úr trimum postsekkum niður í fimtan fløt postkortynski. Í mesta lagi. Niels Juel spurdi, um eg kundi hjálpa honum og kanska taka yvir, so sendingin ikki doyði út. Eg játtaði og fann uppá navnið Beat Box 128, sum var postboksin hjá Útvarpinum, ið seinni bleiv til trýhundrað. 

Tað stóð ikki á at fáa plátur í posti, innan tær komu á marknaðin, og eina leygarkvøldið hevði eg sett Grand Prix, sum vit tá søgdu, á skránna við øllum luttakandi sangunum á promo-plátu. Hugsi at Dublin var vertsbýur. Gjørdi samrøðu við Niels Juel um manglandi føroyskan limaskap og hvussu dýrur hann var, limaskapurin, og hvussu avmarka nyttan var fyri okkum í Føroyum. 

Eftir heimagjørdu leygarkvøldssendingina um Grand Prix, hitti eg Jógvan Asbjørn á Kondittarínum. 

Hann kendi eg úr Útvarpinum, har eg fann plátur fram til sendingina Uppá Tá, sum hann hevði. Mest afturvendandi vóru Middle of the Road, sum tiltalaðu hansara dansiskógvar og teir hjá Bigga. Helst Soley, Soley.

Yvir rundstykkjunum tosa vit um manglandi føroyskan limaskap í European Broadcasting Union í Geneve, men eg helt at ein heimagjørd føroysk sending kundi saktans gerast. Publikumsappeal og identifikatión var mest umráðandi, tá vit eitt leygarkvøld skuldu definera prime time, helt eg.  

Tá helt formaðurin í Sjónvarpsfelagnum fyri: ”Tað skíti eg á. Hyggjararnir vilja síggja sjónvarp og ikki bara hoyra útvarpsmøsn, og Grand Prix fáa teir innan fjúrtan dagar. Tá er videobandið komið úr Danmark!”

Tyggjandi uppá hesa kørgu útsøgn á Kondittarínum, fór eg oman í Útvarpið at leita eftir, hvør átti sendingina Grand Prix, sum nú rópast Eurovision Song Contest. Graham Stewart, sum var komin úr Skotlandi, og eg hjálpti at skriva føroyskar umsóknir um starv, vildi hjálpa mær at orða eitt skriv til stjóran í EBU, og siga frá, at støðan var ótolandi fyri avmarkaða og viðbrekna miðlaumhvørvið í Føroyum. Tað bar ikki til, at eitt óskrásett áhugafelag kundi fáa eitt videoband frá einum vinmanni í einum øðrum landi, og senda tað út í sama loftrúm, sum Útvarpið ikki kundi. Brævið varð sent stjóranum, tað er enn til skjals, og ein zwei-drei so var eitt ekspress aftursvar, har eg varð biðin um at hjálpa honum at kanna til botns hesa føroysku sjónvarpsstøðu, ”generally known as piracy”.

Torbjørn Poulsen, sum var nevndarlimur í Filmsfelagnum, var eisini menta- og fíggjarmálaráðharri. ”Jamen, hetta er jú ólógligt!”, segði hann, tá vit høvdu fund heima í stovuni hjá mær sjálvum, har hann sá Jóannes senda bingo og annað jólafjas, og ávaraði um, at nú kom hann oman í Tórsbyrgi við kamera, walkie talkie og sakførara at avdúka systkinabørnini, sum stjólu signal frá honum. Upptøkan fór á Politistøðina. Tað vóru eini hendingarík jól.

Meðan fólk tá lurtaðu eftir tíðindunum í Útvarpinum, fyri at vera við í kaffiprátinum dagin eftir, so er støðan annarleiðis í dag. 

Verða føroysku tíðindini tendrað í dag, so kemur róp í um at sløkkja handa larmin. Og sløkkir tú ikki sjálvur, so eru tey á kroppinum beinanvegin at skrúva fyri. Fólk hava óhugnaligar assosiatiónir til tíðindaupplestur úr Útvarpinum.

Í miðlartíð kunnu vit nevna bløðini, prentaðu avísirnar, sum í hesum døgum høvdu gyltar dagar. 

Dimma, Sosialurin, Dagblaðið, Fjúrtandi, Oyggjatíðindi, Tingakrossur, Norðlýsið, Fjarbúgvin, Tíðindablaðið og so eitt á Tvøroyri. 

Og Ársfrágreiðingin hjá Ríkisumboðnum kundi upplýsa, at innan 70’ini vóru úti, so varð samlaða upplagstalið hjá føroysku bløðunum fleiri enn túsund fyri hvørji túsund føroysk fólk. 

Tað var líkasum ein rekord omanfyri svenska metið, sum sambært Guinnes Book of Records var sjeyhundrað har í landinum. Sviar vóru mest avíslesandi fólk. 

Men so skal sigast, at vit enn ikki hava upplagskontroll, tey rópa í øðrum londum. Bløðini hava altíð kunna sagt, at tey eru so og so stór, fyri at fáa lýsingapengar og annars at pumpa seg upp í heimliga landslagnum. Eingin annar í verðini, uttan hann, ið handan stongdar dyr skrivaði rokningina fyri lidna prentið, visti rætta talið.

Spola vit fram til nútíðina frá miðsavnandi fortíðin við Útvarpsmonolittinum, vælsmurdu rekordbløðunum og stetlandi Sjónvarpinum, sum kom so skeivt í verðina fyri fjøruti árum síðan, so koma vit fram til ein heilt annan heimaproduseraðan miðlaveruleika. 

Frá fjølmiðlum eru vit farin til einstaklingamiðlar. 

Miðlar, ið einstaklingar gera sum podcast hjá líkasinnaðum at taka fram við eini app - tað er nýggja loysunarorðið, antin tú lurtar eftir útvarpi ella bíðar á Apotekinum. Hevur tú eina app, verður spurt. Og eg hugsi við mær sjálvum, hví fanin skal eg hava eina app, heldur enn at uppliva ta tænastu, sum fólkini innanfyri diskin eru upplærd til, og - summi í hvussu er - seta ein ektaðan heiður í at duga og praktisera sum tænastu fyri kundan. Tænastuvilligheit og tænastudugnaskap fyri hann, ella hana, ið rindar. Tað er tað vit vilja hava. Og ikki eitt ekkókamar av poddum til líkasinnaðar poddlurtarar, sum brúka tímar at lurta eftir tí, sum tit longu í føðingini vóru samd um.

Hvar fór felagskenslan, kittið, samanhangskraftin og tulkingarfelagsskapurin í føroysku miðlunum?

Nei, eg bara spyrji, nú Finnur gav mær eitt kærkomið høvi. Takk fyri tað, Finnur!