Í morgun eru nýkosnu donsku kongshjúnini í kirkju í Aarhus. Veitsludagurin verður hátíðarhildin í danska sjónvarpinum, public service kanal nummar eitt, meðan TV2 sendir Sommer i Tyrol.
Tað er heilt vist, skuldi nakar ivast, at á teim røttu kanalunum hava kongshjúnini eydnast at sementera tankan um eitt modernað kongshús og duga fyrimyndarliga at halda fast í tí symbolikki, sum uttan sjónlig vápn og annan potensierandi útbúnað, skapar tankan um ósvitaliga makt.
Alt er í pakt við fólkið.
Eingin ivi er um, at vit eru í oddinum av maktini í danska ríkinum.
Hugtakandi, hvussu makt kann spinnast upp úr ongum. Hugtakandi, hvussu vit kunnu leggja makt inn á kirkjugólvið, bjóða teimum røttu við og senda í public service sjónvarpi og savna eitt kongaligt lið av ummælarum í vetrarkalda túninum, sum púra laiv kommenterar øll ritual og alt tað, sum fer fram henda fólksliga veitsludag, har eisini vanlig fólk hava eydnast at fáa billet, sum upp til fleiri kirkjugangarar eru fangaðir at siga, og hvussu tey, takk og lov, fingu atgongd og sluppu at verða við.
Hugtakandi, hvussu marknaðarføring kann fáast at rigga, bara tey røttu spæla við. Fakfólk eru nu einaferð fakfólk, sum ein klaksvíkingur sigst hava sagt, tá hann í fyrndini lenaði seg framm á lúnningina eftir væleydnaða fiskasølu í katólsku londunum.
Royala ummælarapanelið í túninum sleppur eisini at lovprísað fyrrverandi krúnprinsinum, sum visti av ongum, tá mamman hin 28. desembur lat leka eitt orð til hansara um, at tíðin kanska varð komin, at hon fór at umhugsa at leggja frá sær, og til at hann sum nýkrýndur kongur, eftir ongari tíð kundi leggja fram eina fulldrøn ritstjórnaða bók um seg sjálvan, eina kongabók um fyrrverandi rokkprinsin, Kongeord, sum nú elskar sálmar, og sum sjálvandi kom beint á allar metsølulistar í kalda januar, kongabókin, í hægstu útsølutíð. Og einki visti hann av, at hann skuldi verða kongur, tíansheldur einaráðandi á bókamarknaðinum.
Eingin er sum Fríðrikur kongur at marknaðarføra tað mest ósexuta, sum í nútíðini heilt vist eigur at vera eitt forniskt kongshús og viljin at halda fast í fyrndarmaktini hjá kongum og drotningum.
Men, nei.
Tað er jú púra absurd, at hetta riggar.
Programmvirksemið hjá TV2 í sama landi, at senda Dirch Passer, sum stetlar í Tyrol, er til at fata sum eitt greitt statement á programmdeildini, ið ikki kennir sína vitjunartíð.
Og so er tað felagsskapskenslan, sum øll, ið verða spurd, lovprísa fyri opnum kamera frammanfyri og inni í dómkirkjuni í Aarhus. Felagsskapskenslan, sum er so unikk, at hon má bara upplivast, siga tey sum við ein munn. Og her eru vit við tað stuttliga. Felagsskapskensluna. Grundarsteinurin í tjóðarbygging, hvar vit so eru, heima ella úti.
Tá kirkjugangarar, kirkjuliðið, tey kalla, ganga innar í heilaga dómin í morgun, taka tey øll telefonina upp úr lummanum, at festa hana, løtuna, á fonina at deila til allan heimin. Snilt, skilligt og sjálvsagt, innan vit seta okkum og tendra fyri øllum funkum og tekstgoymslum.
Men hvat sigur skúlin, sum afturat kirkjuni er skaparin og foredlarin av hesum mest abstrakta í allari verðini - tjóðarbygging - til hetta at brúka fartelefon, púra lógliga, at siga umheiminum frá um, hvat fyriferst og hvar tú sjálvur ert, og vil spegla tær í beint nú?
Skulu vit skúlafólk, sum oftast ganga fremst í at banna fartelefonum, tað siga miðlarnir í hvussu er, eisini fáa kirkjufólkið við í tað kórið, sum bannar telefonum?
Eftir beinleiðis reportasjuni úr durinum í longstu kirkjuni í Danmark, er tað ein avbjóðing, sum kanska er størri enn í skúlanum. Livst, so savnast.