Ert tú ein ageistur, spyr uppslagið í London. Fyrst haldi eg, at hetta er ein nýggj grein av New Age, men so síggi eg eina avís, sum eg kann taka heimvið. Har kann eg skanna eina QR kotu, og fáa nærri at vita um ageism, sum er eitt bretskt tiltak hin 20. mars. Tá fara tey í felagsskapinum Age Without Limits at savna fólk, at gera almenningin varugan við mest burturtagda og tó skjótast vaksandi svullin í bretska samfelagnum. Tað er at gera mun á fólki vegna aldur. Aldursmismunur, ageism, sum felagsskapurin Age Without Limits hevur sett sær fyri at upplýsa um.
Komin úr undurfullu og samhaldsføstu Føroyum varð eg sum sligin á nevið.
Felagsskapurin upplýsir, at mismunur vegna aldur, ageism, kemur fyri í fleiri gerandisligum førum, frá práti við vinfólk til yvirskriftir í avísunum og í egnum royndum á arbeiðsplássinum.
Felagsskapurin sigur víðari, at “Negative attitudes to ageing are widespread across society - and older people are often portrayed in a way that reinforces negative associations with getting older. Like any kind of discrimination, ageism can happen in big, obvious ways and in smaller, day-to-day interactions. Most people don't realise the things they say or think are ageist.”
Síðan nevnir felagsskapurin trý sløg av aldursmismuni, sum oftast kemur fyri, tað er í samfelagsligum felagsskapum, millum fólk og innan í okkum sjálvum:
Mesta slag av aldursmismuni fer fram ”in society and organisations”. Greitt verður frá, at hetta slag av stovnsskaptum mismuni vegna aldur, fer fram í lógarsmíði, regluverkum, samfelagsligum normum og áseting, politikki av agenda slagi, og hvussu stovnar verða riknir. Dømi kann verða, at ein arbeiðsgevari velur frá allar eldri starvsumsøkjarar, ella ikki bjóðar eldri starvsfólki somu møguleikar fyri venjing og menning til arbeiðis, sigur felagsskapurin Age Without Limits.
Annað dømi, sigur felagsskapurin, er mátin, sum fjølmiðlar lýsa eldri fólk á ein villeiðandi eintýðugan hátt, sum ber brá av einum viknandi og sárbærum bólki.
Fór at savna mær øll tey úttalilsi, sum politikarar og stovnsleiðarar hava havt í Kringvarpinum hetta fara hálva árið ella so. Í ljósinum av bretska fólkakravinum um javnbjóðis virðing, eisini fyri hesum bólki í fólkasamansetingini, kann beinanvegin hómast sama hugsan um mismun, ja kanska nógv grefligari enn í nøkrum øðrum samfelagi, eg kenni til.
Her hjá okkum verður bara ásett, at aldrandi arbeiðarastættin í samhaldsfasta vælferðarsamfelagnum, sum er av tí norðurlendska slagnum, mind you, skal arbeiða meir. Tað er loysnin uppá manglandi haldførið. Fleiri pensionistar í longri tíð á arbeiðsmarknaðinum. Fyrr varð okkara pensjón forskattað at bøta um haldførið, nú skulu vit arbeiða meir.
Einvegis boðini í miðlunum eru sum tá prestur prædikar til kórið. Einasta varisliga partsmótmæli, ið fær innivist, er frá forkvinnuni í Landsfelag Pensjónista.
Sæð í ljósinum av, hvussu nógv arbeiði hevur at týða, tá ein skal fara upp um morgunin, er tað í fyrstu atløgu bara gott. Men hinvegin, hvussu skal floymurin av aldrandi fólki móttakast og handfarast á føroysku arbeiðsplássunum? Hava tit hoyrt um nakran stjóra, sum er serliga fegin um eina aldrandi arbeiðsstyrki og væl at merkja lýsir við tí í miðlunum og almenna rúminum annars? Nei, ha? Og er nakað alment kontór undir Fíggjarmálaráðnum, Landsbankanum og Vinnuhúsinum, sum hevur fingið til uppgávu at skipa eina gerontologiska menningardeild, nú fólk skulu gerast eldri til arbeiðis, fyri at bøta um búskaparliga haldførið, meðan vit bora til Suðuroyar?
Í fjør spurdi eg ein nakað eldri vin í Danmark, hví hann var givin at skriva í avísini, sum eg altíð havi mett sum hina bestu, bæði í innihaldi og grafikki.
Fyrst takkar hann mær fyri yvirhøvur at spyrja, tí fakliga virksemið á miðlum er sundurpettað og prentaðir sølumiðlar hava tað ikki gott. Hann sigur, at eftir 42 árum og meira enn tíggjutúsund greinar og faklig ummæli, er hann hildin uppat. - Avísin hevur verið stórur partur av mínum lívi, men í mars í fjør varð eg róptur inn til stjóran, og tvungin at taka við eini fráfaringaravtalu, sum leiðslan helt vera púra frívilliga. Nýggja leiðslan vildi nakað annað við mínum fakøki, og sparast skuldi undir øllum umstøðum. So eg fekk tilboð um at halda fram sum fastur free lancari tá uppsagnartíðin var úti, men uttan varsil varð tann avtalan eisini uppsøgd. Sum avísin er nú, kenni eg ikki meg sjálvan aftur, sum tað er so modernað at siga í dag, í úrvalinum og viðgerini av mentanartilfari. Nú skrivi eg aðrastaði, og royni eisini at fáa egnar bøkur frá hondini. Men eg sakni avísina, og eri keddur av mátanum, sum alt útviklaði seg uppá, sigur hann um lívsavrikið.
Henda persónliga søga, sum eg havi frá fyrstu hond, hevur gnaddað, síðan eg fekk hana at vita í septembur í fjør. Hvussu fara vit við okkara eldru medarbeiðarum, nú kravið frá øllum síðum er, at júst tey eldru skulu standa í fyrstu røð at tryggja búskaparliga haldførið?
Ikki tí, undirskrivað av einum løgmansstjóra, sum langt síðan er farin frá, er eitt luftigt skjal, sum á tveimum síðum við nógvum rúmligum reglubrotum nemur við hugtakið eldrapolitikkur. Tað er so tað.
Men í fremstu røð er tað ikki. Í hvussu er ikki, tá umræður at tryggja og bera landsins búskaparliga haldføri.
Hvussu fara tit við teim eldru á tínum arbeiðsplássi?
Ynskja arbeiðsgevarar yvirhøvur eldri fólk á arbeiðsmarknaðinum? Er nakar, sum skeltar við tí og leggur seg eftir einum gerontologiskum profili?
Hvussu fata tey raktu arbeiðsuppgávurnar, og hvussu síggja tey seg í nýggja veruleikanum, at blíva eldri í eygunum á einum sjálvum, og ikki minst hjá starvsfeløgum?
Eru hesi viðurskifti yvirhøvur kannað, innan politiska og fyrisitingarliga skipanin langar út við nýspunnum pástundum um, at pensionistar og aldrandi fólk nú skulu verða seinasta bastiónin og einasta álitið framhaldandi at byggja tunnlar?
Eru tey ikki bara ein belastningur, tá tey fáa at vita, at nú verður hildið enn fastari um tey, so leingi nakað lív og líkindi eru til úrtøku úr teimum?
Nei, eg bara spyrji, nú freistin nærkast.