Skip to main content

Facebook fyllir tjúgu



Í dag fyllir Facebook tjúgu ár og hevur fleiri enn tríggjar milliardir brúkarar. Tað hevur eingin líknandi fyritøka ella tænasta. Ikki nær námindi. Í Føroyum eru so nógv á Facebook, at tað er ikki óvanligt at hoyra marknaðarfólk siga, at Føroyar er eitt Facebookland. Tað er har, fólk kunngera hvat tey halda, gera og ætla. Facebook er boðmiðilin og uppslagstalvan burturav.  

Og so er tað hatta við ættargransking, at finna út av, hvør er hvør. Har er einki sum Facebook.

Javnan hoyrast tó miðlafólk, serliga í morgunsendingini í Útvarpinum, brúka anonymiseraðu vendingina sosialu miðlarnir, tí tey ikki vilja taka ein miðil fram um annan, ella tí tey halda so lítið um Facebook, at tey ikki vilja taka tað í sín munn. 

Men tað broytir einki við, at dyggasti fólksligi lýsingamiðil í Føroyum er Facebook, vilt tú siga øðrum frá um eitt tiltak, har tú ikki hevur pening til lýsingar. 

Enn eru í hvussu er mest sum øll í Føroyum á Facebook, fyri ikki um at tala á Messenger, sum altíð hevur verið tengt at Facebookbrúkaranum. Har fært tú í stundini fatur á øllum, sum fáast við eitthvørt, sum tú eisini fæst við. 

Spyrt tú meg um dyggasta samskiftismiðil, so er tað Messenger. Og so kanst tú eisini ringja um øll landamørk við Messenger við og uttan mynd, fyri einki. 

Sjálvur havi eg verið á Facebook síðan novembur 2007. Síggi, at eg enn brúki herrópið hjá fyritøkuni Giving people the power to share and make the world more open and connected. 

Finska fyritøkan Nokia var tó nógv fyrr at selja tílíkar hugsanir. Tá Nokia var 135 ára gomul, funnu tey í 2000 uppá einfalda herrópið Connecting people. Tað var tá fartelefonir vóru lutfalsliga nýggjar á marknaðinum, og tað ikki eydnaðist øðrum at gera ræðsluna fyri túsundáraskiftinum til nýggja søluvøru.

Síðan novembur 2014 hevur Filmsfelagið, sum eg sjálvur triði vari av, eisini verið á Facebook. Vit trý eru samd um, at uttan Facebook bar ikki til at hava eitt áhugafelag, sum vísir film, uttan at eiga egnan biograf, og siga øðrum frá um virksemið, eisini tá tað verður flutt ella broytt. Tað ber ikki til. 

Umframt at lýsa við tiltøkum í einum kalendara, kanst tú eisini deila, so hvørt ein filmur vinnur virðisløn ella fær gott ummæli.

Og gert tú okkurt annað eisini, so sum at taka myndir og skriva blogg, so ber eisini til at leggja hetta út á Facebook, um tú vilt skapa kjak og fáa viðmerkingar. 

Men tølini vísa, at lesarar til blogg fáast ikki á Facebook. Tað eru hinir føroysku miðlarnir ikki bara frægari men einaráðandi til, so leingi tú skrivar á føroyskum. Tøkk fái teir fyri tað. Í hesum føri er Facebook ein kjakstaður, har fólk heldur enn at lesa tað, sum linkað verður til, viðmerkja tað, sum fyrri viðmerkjarin skrivaði. Ekkókamar og polarisering er ein sjónligur veruleiki. Tað kann blíva í so potentierandi heldur enn samskiftandi. Tað skalt tú eisini vara teg fyri. 

Samanumtikið er týdningarmiklari enn nakrantíð at velja, hvønn pall tú vilt brúka, vilt tú hava ein ávísan og helt eintýðugt greiðan boðskap fram og ikki villast á vegnum, tí tú fært trøll um skrúvuna. Og hesu ferð ikki eitt orð um vitlíki.