Um vikuskiftið andaðist norski friðargranskarin, Johan Galtung, í Bærum, 93 ára gamal. Hann var ein av teimum, ið stovnaði Institutt for fredsforskning í Oslo í 1959, og skapti kjak og skrivaði bøkur um støðuna í heiminum, sum vit studentar hjá Zakariasi Wang kundu lesa og kjakast um í samfelagsfaki í hálvfjerðsunum, tá kjak var kjak. Ikki minst í spurninginum, hvat onnur halda henda á bygd, fyri at brúka heitið á bókini hjá eins norska Ottar Brox, sum Zakaris týddi.
Tað var ikki óstuttligt.
Eitt var konflikttrýkanturin hjá Galtung um beinleiðis ágang, skipaðan ágang, ella mentanarligan ágang, serliga hjá hvítum, bæði søguliga og samtíðarliga, í triðja heiminum, og so var tað myndilin fyri tíðindaflutning úr tí fremmanda, sum skapti heilt serligt kjak og gjørdist nakað, ið setti seg.
Ikki minst í miðlafatanini.
Tí hvør er tað, sum kemur í miðlarnar, og hvønn halda tey, sum arbeiða í miðlunum, at tey sum hyggja, hoyra og lesa, ynskja á breddan? Hvør dugnar hvørjum í maktsentrifuguni, sum sambært summum er sanna samfelagið?
Nú fullu deyðsboðini úr Noregi saman við einum útlendskum parlamentslimi, sum í miðlunum hevur gjørt tað til ein vana, at úttala seg um Norðurkollin, allan sum hann er, fyrst í miðlunum í fremmanda landinum, og so í repeterandi miðlunum herheima.
Hvussu ber tað til, at hann alla tíðina verður drigin fram, tá hann einki hevur við málið at gera?
Tí hóast vit hava eitt innlendskt oyggjaparlament, er semja um, at vil onkur hava skeppuna við uttanríkismálum, so er hon altíð tøk til tann, sum vil hava teir molar, har eru.
Men tað er so eiðasørt, at tann parlamentariskt valdi persónurin, sum enntá er settur í Landstýrið, verður spurdur um Norðurkollin og tær avbjóðingar, sum har eru.
Í heimamiðlunum er útlendski uppistandsskemtarin altíð fyrstur og ger okkara vegna enn einaferð slætt borð um Norðurkollin og reiðiliga tað. Man ivast hvørjari boblu tíðindafólkini eru í.
Hvussu ber tað til?
Longu í fyrndini fór Galtung at ressonera seg fram til, hvørjar konfliktir, tí tað var meginásurin, hann hefti seg við, konfliktir, blivu til tíðindi og tískil endaðu í miðlunum við vørufrámerkinum ”tíðindi”.
Treytirnar, Galtung setti tíðindum longu í trýssunum, vóru fyrst og fremst, um bornu tíðindini liva upp til grundkrøvini yvirhøvur at vera tíðindi og harvið kunnu setast í VISAK yvirlitið, sum er norska styttingin fyri vesentlighet, identifiksjon, sensasjon, aktualitet og konflikt.
Fyrstnevndi táttur, vesentlighet, skal knýta beint í ta týdningarmestu uppgávuna, sum public service miðlar hava á okkara leiðum, fyrst og fremst at upplýsa, men eisini at avdúka eitt viknandi samfelag, sum fær sjúkraeyðkenni, ið fyrisitarar og politiska maktin potz tausund dyvel vilja dylja.
Galtung stóð fyri Journal of Peace Research, har hann og Mari Holmboe Ruge í 1965 skrivaðu greinina The Structure of Foreign News: The Presentation of the Congo, Cuba and Cyprus Crises in Four Norwegian Newspapers.
Har savna tey seg um átta uppáhald, tá umræður uttanríkistíðindi í vesturlendskum miðlum við fýra norskum avísum sum støði:
Títtleikin, gáttin, greiddleikin, týdningurin, samsvarið, bilsnið, framhaldið og samansetingin.
Nógv kølnarvatn er runnið í miðlamylluna síðan 1965. Umframt eina broytta heimsmynd hava vit fyrst upplivað blaðdeyðan og síðan fingið internetið, sosialar miðlar og ótamdar kendisfaktorar, har øll kunnu verða stoysendarar í einum sussiklubba, the global village, og at uppáhaldið um at the medium is the message eisini kann snarast til at the medium is the massage, fyri at taka støði í orðunum hjá fyrsta miðlagranskaranum, kanadiska Marshall McLuhan (1911-1980).
Í 1980’unum høvdu vit í tvey ár eina danska lærarinnu, Karen Skovbjerg, í donskum á Læraraskúlanum. Hon hevði saman við manninum, rithøvundanum Ulrik Gräs, akkurát givið út eina antologi á forlagnum Tiderne Skifter um krígsreportarar, journalistar, sum skrivaðu av hermótinum til heimaavísina. Hon var so upptikin av hesum evni, at hon fekk okkum næmingar at lesa eina røð av bókum um krígsreportarar, millum aðrar A Roumor of War eftir amerikanska Phillip Caputo í danskari týðing, Krigslarm (1977), og Ögonvittnet eftir svenska Anders Ehnmark, eisini í danskari týðing, Øjenvidnet (1980). Fyrra bókin er av hermótinum í Vjetnam, seinna av hermótinum í Kongo fyrst í 60’unum. Henda seinna søgan er í stuttum um ein útsendan svenskan journalist, sum hvønn dag skal skriva av hermótinum. Tað ger hann eisini. Men hann er ikki á hermótinum. Í staðin hugsar hann í barrini á Hotel Independence um rækjuborð heima í Stockholm og um meiningsdannandi maktelituna harheima.
Eins og í Danmark hava tey í Noregi eina ókeypis leksikon á netinum, Den store norske leksikon, sum í dag skrivar um Galtung, at ”De fleste av de mer enn 160 bøkene og 1600 artiklene han satte sitt navn på var formet av de umiddelbare politiske rammene de opprinnelig ble skrevet under.” Fakfólk hava skrivað og ritstjórna støðugt á bókmáli og nýnorskum.
Á føroyskum hava vit Wikipedia, sum byrjaði í 2004 og í dag hevur 14.000 greinar, takkað verið Eileen Sandá, sum ritstjórnar.
Havi í mong ár hildið, at føroyskir útbúgvingarstovnar áttu at stuðlað hini føroysku Wikipedia við javnt og samt at skriva greinar.
Ein føroysk leksikon á netinum, sum allir føroyingar kunnu brúka uttan forðingar, tað eigur at vera málið hjá okkum øllum.
Tá hava vit lært nakað av gamla Galtung og øðrum tjóðarbyggjandi fólkum til dømis úr Noregi.