Hóskvøldið vóru Heini í Skorini og Bjørn Kunoy í Løkshøll og greiddu frá um Palestina fyri og eftir 1948, og um ST sáttmálan um fólkadráp frá sama ári.
Heini krøkti illustrativt í tað sannkenning, at palestinar enn tann dag í dag hava ein symbolskan lykil hangandi í køkinum, sum ímynd av vónini um at venda heimaftur til húsini hjá ættfedrunum í økjunum, sum ísraelar tóku eftir Balfour deklaratiónina og frameftir, og enn gera við ólógligum búsetingum á Vestara áarbakka, samstundis sum palestinsk skúlabørn verða steðgað og kanna í tímar bara fyri at sleppa í skúla.
Neyvan er nakað evni so væl dokumentarað sum holocaust, ið føroyska skúlaverkið eisini trúliga hevur implementerað eftir samtykt í løgtinginum síðan 2019.
Afturat hesum kemur ídnið frá ísraelsku sendistovuni í Keypmannahavn at útvega film um modernaða Ísrael at vísa í Føroyum. Umframt nevndu búsetingar hevur afturvendandi evnið verið kynspolitiskt, so opinskárað og viðurkennandi, sum eg ikki havi sæð fyrr, har sendiharrin hevur innleitt við frágreiðing um modernaða Ísrael.
Nevnast kann eisini, at nýggjar filmiskar lýsingar av holocaust koma hvørt ár, og takk og lov hava hesar ein serstakliga trúfastan áskoðaraskar herheima. Nýggjasti er The Zone of Interest um borgarliga forstandaraparið í Auschwitz, og ein komandi filmur er One Life, har Antony Hopkins er hin ósjálvsøkni bretski meklarin, Nicolas Winton, sum í Kekkia bjargar fleiri enn 600 børnum undan nazistunum tá annar heimsbardagi byrjar.
Søgan um jødatýningina hugtekur okkum sum eingin onnur ræðumynd, men nú humanitera katastrofan í Gaza hevur skotrað seg upp á ovasta bredda og bara versnar, eftir at Hamas drupu 1139 ósek fólk á eini lívsfagnandi tónleikastevnu undir opnum himni í Ísrael hin sjeynda oktobur, er rivið upp aftur í ólekjandi holocaustsárið, sum vesturheimurin og norðara hálvkúla miðvíst undirvísir í hin 27. januar, millum annað við støði í teim tíggju tesunum hjá Gregory Stanton um, hvussu fyrst útihýsandi happing kann føra til fólkamorð, ið sum amen í kirkjuni endar við avnoktan, men altíð kann taka seg upp í væl skipaðum samfeløgum, bara røttu fortreytirnar eru til staðar.
Giti, at íkomna støðan í Gaza fer at geva framhaldandi undirvísingini nýggjar avbjóðingar, sum eingin visti av, og so slettis ikki eftir at fyrrverandi apartheidstáturin, Suðurafrika, nú hevur klagað Ísrael fyri fólkamorð, genocide, í Gaza.
Klagan er løgd fyri International Court of Justice í Haag og kann fáa so álvarsligar fylgjur, at politiskir ísraelskir ábyrgdarpersónar skulu handtakast, fara teir um landamørk. Men siðvenjan at gera tað, er selektiv og stendur ikki altíð so eintýðugt sterk, greiddi Bjørn frá.
Brynhild Thomsen innleiddi tiltakið, sum Urd Johannessen hevði skipað fyri í Løkshøll, ið er eitt kraftverk av mentan, upplýsing og uppliving. Tað er her tú treffir fólk, og tað er her, hin almenni mentanarberandi snúningsásurin er.
At enda kundu fólk seta skrivligar sms-spurningar við telefonini til Brynhild, sum so fekk teir báðar, Heina og Bjørn, at svara.
Hesin nýggi máti at skapa kjak er bæði nyttugur og tiltalandi, tí bara teksturin er til staðar. Kropsliga positionerandi faktorurin er viskaður út, og kann ikki taka yvir samskiftisstøðuna í salinum.
Kvøldið fyri hevði eg í Útvarpinum hoyrt, at eftir at ein av fremstu kvinnuligu vitarum á Havstovuni hevði lagt fram um tosk, so varð hon púra ómotiverað bitin av, tá ein mannligur stjóri segði ”Eg veit ikki, hvar tú hevur hatta frá. Okkara bólkur hevur ikki luttikið í hasum.”
Soleiðis kann diskusjón undirminerast í almenna rúminum.
Greitt er, at tann eintýðugi stuðulin, vit søguliga hava givið Ísrael, at liva í friði innan egnu landamørk, nú fer at møta nýggjum avbjóðingin, sum eingin visti um og neyvan nakar skilvíst kann útgreina, nú ein ótamdur meldur av yvirgangi fer fram á hermótum og hospitalum, sum heimspressan tíanbetur, og tað er helst einasta jaliga orð og hugtak í hesum sambandi, tíanbetur, kann boða okkum frá um, uttan at vit fara at halda við øðrum partinum, sum var tað ein Millwall dystur.
Framyvir fer okkara ábyrgd meir enn nakrantíð at verða, at seta okkum inn í viðurskiftini og lurta eftir tíðindunum við tí skilvísi, vit kunnu tilogna okkum.
Heimasíðan hjá Snar, sum setur karm um árliga holocaustdagin í føroyska skúlanum, er ein byrjan.
Og so at møta upp til fundir sum henda í Løkshøll, har fólkið kann møta granskarum og vitarum á ovastu rók, ja so kvalifiseraðar, at tankin um at skjóta upp føroyskar meklarar í stríðnum at finna frið í Jerusalem og Miðeysturi meir enn einaferð kom til mín.
Takk fyri hugvekjandi tiltakið í Løkshøll!