Vitlíki, sum er ársins orð, hevur sett skúlan á eitt heilt nýtt og kanska kollveltandi vegamót. Ikki tí, tað er í skúlans nattúru og mergi, altíð at vera á vegamóti, men vitlíki er við serligari styrki komið inn á okkum, um vit vilja tað ella ei.
Í gjár kunngjørdu tey 27 ES limalondini úr Brússel, at tey eru samd um bindandi lóg fyri vitlíki, The Artificial Intelligence Act.
Politico skrivar í dag, at "The law would ban some applications of AI technology, impose strict limits on use cases considered high-risk, and hem in the most advanced software models with obligations of transparency and stress-testing. The EU is the first out of the blocks in laying down binding rules for fast-moving AI technology. Even if many countries and international clubs - from the OECD to the G7 - have spent the past few years pondering how to regulate AI, most have stuck to voluntary guidelines or codes of practice."
Verksmiðjurobottar og bilar úr Kina, sum koyra sjálvir, hava vit hoyrt um í nøkur ár, men beint nú gerst støðan álvarsligari, the plot thickens, sum sæst í einum Netflixfilmi, Leave the World Behind, við Juliu Roberts, har leysir Teslabilar tørna saman sum kamizepilotar á evsta degi. Ein vitlíkis ræðumynd og eitt skot eftir Elon Musk, sum vit í útbreiðslu ikki hava sæð áður. Heldur ikk á X, formerly known as Twitter.
Í viðurkendu miðlunum sást hesa vikuna, vit vóru í London, ein nakin Taylor Swift, og fyrr hevur heimliga Listasavnið víst okkum, hvat van Gogh hevði fingið burturúr, um hann var í Mykinesi og málaði. Alt er drivið av vitlíki.
Eins og 35.000 lærarar eru vit á Bett Show í London, har 1076 sølubásar taka ímóti skúlum úr meir enn 130 londum, og 103 kendir og minni kendir talarar standa á listanum. Stevnan, sum er hin størsta av sínum slag í heiminum, varð fyrstu ferð hildin í The Barbican Centre í 1985. Tað er júst har, at Det Ferösche Compagnie fer at sýna Castle of Joy, sum er enska heitið á Lykkenborg úr Miðvági, í døgunum 28. februar til 2. mars. Eftir at hava verið í øðrum hølum, hevur Bett stevnan verið í ExCel hølunum í endurreistu Royal Docks har eysturi í London. Í ár er høvuðsevnið vitlíki í skúla.
Vit búgva á St. Giles Hotel, sum er mitt í býnum við nýggju Elizabeth Line, sum førir okkum beint av flogvøllinum og víðari á Bett stevnuna í hinum endanum av býnum. Hotellið, sum er frá 1971, er bygt í brutalt bretskum betongstíli.
Í heystfrítíðini 1995 búðu vit tríggir, Hjalmar Hvítklett, Heðin Arge Jensen og eg sjálvur her, tí vit skuldu savna ljóðupptøkur úr London, sum var ferðavinngurin í Náttarravnssendingini henda veturin.
Mikukvøldið eru vit til sangleikin The King and I í Dominion Theatre, og hóskvøldið bjóðar sendikvinnan í London, Kate Sanderson, til døgurða á Riding House Bloomsbury við Russel Square.
Hóast alternativi dokumentaristurin, Louis Theroux, byrjar Bett stevnuna í samrøðu við hip hop stjørnuna Loyle Carner um ADHD og inklusjón, er tað Dan Fitzpatrick, sum okkara millum er hin mest spennandi talarin. Hann hevur skrivað ”The AI Classroom”, sum eg bestilti frá Amazon fyri stevnuna. Kanska er hetta fremsta bókin, ella rættari kompendiumkenda tekstasavnið, um vitlíki í skúlanum nú og komandi, har serliga kapitulin um promptar er hentur.
Undir fyrilestrinum letur Fitzpatrick Frank Sinatra syngja Teen Spirit hjá Nirvana, sum eingin hevur hoyrt áður. Og júst har er tað. Tað reina feyk, alt takkað verið vitlíki. Og so brúkar hann røddina á Morgan Freeman. Tað bera feyk, men samstundis eitt sniðfundugt spæl við røddum at skapa innskotnar søgur.
Men steðga nú, tað eru ikki bara lágthangandi myndamanipulatiónir og ljóðbronglingar, sum vitlíki kann gera. Ørindini hjá Fitzpatrick eru, at við OpenAI og ChatGPT, fáa vit hina einfaldastu brúkaraflatuna, sum næmingar kunnu brúka og skriva í. Og meðan vit ivast, skrivar hann bullet line orðini ”In the AI era, we will create simply using words”.
Orðini, sum vóru í fyrstuni, eru komin aftur. Aftur í hendurnar á næmingunum. Við styrki, metir hann. Síggi fyri mær, at tað er á ein heilt nýggjan hátt, har tú, akkurát sum genturnar, ið lofta við bóltum upp móti vegginum, frítt og kreativt kanst sleppa at spæla tær við orðum upp móti skíggjanum, uppá tín egna máta. Ein frígerðing úr bundna skúladegnum, sum eg síggi tað. Við vitlíki sum korrespondenti og redaktionellum samstarvsfelaga sleppur frí og kreativ skriving aftur á breddan.
”Tað var retorikkurin og hetta sitatið hjá Fitzpatrick, sum fekk meg á hesar nærum bíbilsku tankarnar. Guð segði “Ver ljós…”, sigur Jóhannus, sum er KT-ráðgevi í Námi. ”Eg veit ikki rættuliga, hvat eg hugsi um hetta. Tað er næstan ræðandi,” leggur hann afturat.
Men Fitzpatrick sær longu eina talgilda gjógv, the new digital divide, “Those who can collaborate with AI versus those who can't." Tað verður nýggja vegamótið, sigur Dan Fitzpatrick. At fevna ella at banna vitlíki í skúlanum.
"Eg vóni, at vit fáa líka gott føroyskt vitlíki, sum onglendingar longu hava, tí annars verður veitin ov djúp ella gáttin ov høg,” sigur ritstjórin í Námi, Karina, ið er samd við Jóhannusi og Stig, leiðari á skúlanum við Áir, sum eru við í ferðalagnum. “Hetta fer at seta stór krøv til tað, vit higartil hava kallað literacy,” halda tey.
”Fitzpatrick var øgiliga nógv, hann hevði eitt fantastiskt show, out-of-this-world sitat og var ótrúliga undirhaldandi við einum vælskipaðum fyrilesturi. Eg kundi ikki annað enn føla meg inspireraða,” sigur Karina. Stig er ikki ósamdur, og heldur, at Fizpatrick helst var hin mest kveikjandi og áhugaverdi fyrilestrahaldarin.
”Hann samsvaraði eisini væl við felagsskapin Learning Foundation, sum arbeiðir við missiónini “To end digital poverty once and for all by 2030," sigur Stig.
Hann og Jóhannus heftu seg eisini við Alex Russell, ið var ein av trimum, ið sótu við pallborðið, sum hevði tematisku yvirskriftina From potential to practice: How generative AI is improving education for students and educators.
“Tú kanst annaðhvørt banna AI í undirvísingini, ella velja at taka tað til tín og brúka tað í undirvísingini. Trupulleikin er bara tann, at um tú velur at banna AI, so verður tú afturúrsigldur,” eindurgevur Jóhannes eftir at hava hoyrt Russell. Sum sæst er telefonin, ið vit altíð hava í lummanum, langt síðan blivin kunningar-, tænastu- og samskiftismiðilin, ið alt snýr og snarar seg um.
Tá liðugt var, fingu Russell og hinir báðir bretarnir við pallborðið uppgávuna at meta um, hvussu AI-støðan í skúlanum mundi fara at verða um eitt ár:
"I belive that AI will change the narrative about being a teacher. Today’s narrative is very negative and it is much more cool to say that you work in computer science. But with AI the teacher role will change and therefor also the narrative," segði Alex Russell.
Tað frøir meg, at á hesi útgávuni av Bett varð førleikin at seta tekst saman í søgur, ikki gloymdur, men lyftur fram og brúktur sum generator. Í einum bási eru uppskot um, hvussu vit fáa reluctant readers, víkjandi lesarar, ið duga at lesa, men kortini ikki lesa nakað petti, at lesa, og síðan tilboð um at spinna ein reyðan søgutráð undir heitinum What does it mean to understand a story?
Hetta er triðu ferð eg eri á Bett og henda vinkling og kobling millum skrivað orð og forritaða tøkni hugtekur meg.
Bett Radio hevur hvønn dag prát við gestir, og fyrsta stevnudagin, tá eg steðgi við analoga plátuspælaran og kanni nálina og reyðu vinylplátuna, eru útvarpsvertirnir Russell Prue og Maria Caneda beinanvegin eftir mær, og vilja hoyra hvaðani eg eri og hvat eg vænti at fáa burturúr um AI.
Russel er pionerur innan bretskt skúlaútvarp, hevur verið á Bett Show síðan byrjanina í 1985, og Maria greiðir frá, at hon kom við í Bett Radio, tá skúlagongdin varð rakt av koronastongsuli fyri tveimum árum síðan. Tá uppdagaði hon, hvussu hent og stuttligt laiv útvarp var í skúlahøpi.
Áðrenn eg veit av, eri eg við í eini sjey minuttir samrøðu við Bett Radio um Føroyar, føroyskt mál, skúlabøkur á einum smølum marknaði, sum eingin kennir, og um nýggjastu undirvísingarevni á Snar, sum eru undirsjóvartunlar og holocaustdagurin.
Kanska er tað nakað við miðlum og undirvísng, sum latent liggur í arvaeginleikunum, so eg næstan pr automatikk steðgi við undirvísingarbásin hjá BBC, har eitt av teim 40 starvsfólkunum á Bitezise, sum skúladeildin í BBC kallast, er walisiska Oonagh.
Á norska felagsbásinum steðgi eg við Aftenposten, sum hevur undirvísingarligt samstarv við Gyldendal. Her er tað aftur eitt mál, vit ikki hoyra nógv um, meänkieli, ið er slektað við kvensk, sum í hesum undirvísingartilfarinum verður brúkt at skriva um Minecraft.
Annan ráðstevnudagin møtti Karina enskum lærarum, at fáa innlit í teirra gerandisdag. “Eg fór til ein fyrilestur og verkstovu um Copilot í Microsoft 365, og fall í prát við heilt vanlig lærarafólk. Ein kona var ordiliga glað, tí eg lærdi hana, at man kann brúka Ctrl+ at zooma við. Ein annar við borðið tosaði um, hvussu strævið tað var við øllum hesum tosinum um vitlíki, og uppaftur ein annar bretskur lærari helt, at 365 Copilot var ‘the shit’. Eg føldi meg akkurát sum heima, har eg sat við borðið í London. Deiligt. Mission accomplished,” sigur Karina vælnøgd.
Triðja og seinasta stevnudagin hevði Karina frá morgunstundini sett sær fyri at kanna og grunda yvir, hvat tað er, sum mest kveikir læraran, óansæð hvar hann er. ”Tað eru børn og ung,” sigur hon, og vísir mær grannabásin hjá Collins við 5-7 ára gomlum næmingum úr Hong-Kong. Har hava næmingarnir sjálvir programmerað robottar og vísa okkum, sum steðga á, hvussu tey hava gjørt, at hvat robottarnir duga.
”Eitt sum eg havið hugsað um aftaná, er at hendan ferðin inn í tøkniverðina minti meg á ferðina hjá Lisu í Leikalandi,” sigur Karina. ”Eg kendi meg bæði ov stóra og ov lítla á ferðini, og á Bett vóru uppí fleiri Mad Hatters og hjartardamur. So eg bað chatGPT-appina í telefonini hugleiða kring promtin: “Compare Alice in Wonderland with attending Bett Show for three days” og síðan: “Write an interesting presentation comparing these things”.
Endin á drúgva vitlíkis svarinum var: “As we conclude our journey through Wonderland and the Bett Show, let us remember that education, like Alice’s adventures, is a dynamic and transformative experience. By embracing curiosity, innovation, and collaboration, we can navigate the ever-changing landscapes of learning and inspire the next generation of learners and leaders.”
Millum mongu robottarnar, var eisini ein hundur, sum ljóðleysur gekk millum fólk, stýrdur av kvinnuni, sum situr mitt í básinum. Ein stuttligur gimmick at fanga fólk og fáa eitt snakk um forritan og tøkni í skúlanum.
Renni meg í John Jones, sum just hevur hugtikið ein stóran skara av lærarafólki um A whole school approach to AI with Royal Grammar School Worcester Family of Schools, har hann er innovatiónsleiðari. Undir endamyndini av David Bowie - Tomorrow belongs to those who can hear it coming - skifta vit orð um egnar royndir við AI í tekstarbeiði við skrivstovuborðið í Námi í eitt gott ár.
Portrettmyndina í ljósareyðu rammuni frá Bett UK 2024 tók Høgni Warberg.
Seinasta tiltak í stóru arena-høllini í London var ein kapping, har næmingar í ymsum aldri úr ymsum skúlum mettu um og dømdu ymsu produktini.
Millum føroysku luttakararnar var semja um, at hetta var ein góður endi og ein góð samanumtøka av British Educational Training and Technology Show 2024, sum er fulla heitið á Bett, og samstundis ein góð áminning til okkum vaksnu skúlafólk um, at tað eru børnini, sum alt tað blinkstrandi showið og sølubásarnir á árligu januármessuni altíð er um.
Heimafturkomin hoyri eg í fjara útvarpinum um gongd í heilt veruligum vetrarhaga, sum ikki er virtuellur, men nú nærkast einari summarloysn millum allar ferðavinnusmiðir. Men sum eitt ekkó úr eini smáligari vinnu, sum eg helt vera horvin, síggi eg sum tað fyrsta, tá eg traðki inn um geytina nummar tvey har vesturi á flogvøllinum, at á flottu kaffimaskinuna er klistrað eitt heftiplástur, har skrivað stendur: NO REFILL.
Nýlendur, lata vit hasa útmelding standa eina løtu í cyberspace.
Vælkomin heim!