Við einum donskum fótbóltskrússi úr Meksiko í 1986 millum nýupptrektar øl, eru vit í køkinum hjá mínum heimildarmanni, sum vil verða ónevndur. Fyrr hevur hann brúkt nógv alkohol, men hevur ikki rørt tað í meir enn 26 ár. Tær tríggjar, hann skeinkir mær í dag, eru alkoholfríar.
- Erdinger sigur mær ikki, at hetta ikki er øl. Men liturin er gruggutur og ófiltreraður. Hon er ikki klár, men ein stak góð øl. Hinvegin er Dinkelacker rein í liti, men ikki so góð sum hin fyrra. Svíður eitt sindur í munninum. Kanska tí eg snúsi. Irriterandi sviði. Fyrsti smakkur er ringur, turrisligur og flatur, men er skjótt vekk. Estrella er ein góð øl, minnir um eina discountøl, sum í mínari tíð kostaði 2,69 kr. Góðan eftirsmakk. Hesar báðar eru góðar. Estrella er bíligari, so hon vinnur, sigur anonymi heimildarmaðurin, sum í fyrra umfari er avgerandi smakkdómarin.
- Talan er ikki bara um øl, men eisini um vín og sjampanju, sum er uttan alkohol, har sølan bumar í fleiri londum við altskyns alkoholfríum drykkum, sigur hann.
Í Paname á Vaglinum í Havn hava vit smakka Dinkelacker, og eg arbeiði meg inn á hann, at fáa eitt svar uppá føroyska orðatakið, ”Øl er annar maður”. Hvat hugsar tú, tá tú hoyrir tað orðatakið?
- Tá tú sigur “Øl er annar maður”, so vita øll, at alkohol ávirkar ein persón. Summi gerast glað og stuttlig, meðan onnur gerast minni glað og minni stuttlig. Men hví ikki vera tann sami persónurin, til dømis við eitt kaféborð ella undir eini jólaveitslu, so sum tú vart, áðrenn tú komst á veitsluna, spyr væl royndi heimildarmaðurin við køksborðið heima hjá sær sjálvum.
- Tað er akkurát tann spurningin, sum fleiri eru farin at seta sær ídag. Uppá stutta tíð er tað vorðið poppulert at siga seg vera sober curious. Á TikTok hevur hashtaggið yvir 500 milliónir vísingar, og á Instagram eru yvir 500.000 deildar myndir og video, sigur heimildarmaðurin, sum eg møtti yvir týsku Dinkelacker, sum Copilot hjá Microsoft hevur teknað mær. Trý fólk, sum sita á barr í Norðuratlantshavi og drekka týsku Stuttgartsølina við tí stuttliga navninum.
Rúsdrekka hevur verið fastur fúsur á skúlaveitslum og støðum, har fólk í øllum aldri halda feriu, um tað so er sól ella kavi. Men í seinastuni hevur eitt rák, sum ber enska heitið sober curious, tikið seg upp.
- At vera sober curious merkir, at tú antin ikki drekkur, tað vil siga hevur lagt av, ella hevur valt ikki at drekka í eina tíð. Ella sagt á annan hátt, tað snýr seg um at hava hug til eitt lív við minni ella ongum alkoholi, sum óivað vekur eina rúgvu av kenslum í tær sjálvum, og sum so í onkrum føri eisini kann kosta vinir. Fert tú á bókasavnið, so finnur tú bøkur um at vera sober curious, sigur anonymi heimildarmaðurin.
Hann leggur afturat, at í kenda øllandinum Danmark er sølan av alkoholfríum øli seksfaldað seinnu árini, tað er frá 2010 til 2023. Kanska er tað júst tí, at fleiri ung har í landinum velja at gerast sober curious, ella velja alkohol frá. Eftirspurningurin er í hvussuer har, serliga nú kend fólk sum Trine Dyrholm og Ane Cortzen hava gjørt vart við seg í júst hesum sambandi.
Uppá fyrispurning um sober curious, sigur innkeypsleiðarin í Rúsuni, Rúni Herup Olsen, at hetta er ein rímiliga nýggjur trendur, sum hevur rakt øll Norðurlond seinastu árini.
- Her í Føroyum er áhugin og útboðið eisini vaksið seinastu árini, men vit hava tó ikki merkt sama vøkstur og áhuga, sum í hinum Norðurlondunum, sigur Rúni.
Um úrvalið av alkoholfríum øli, sigur Rúni, at tað er ikki so stórt.
- Men vit hava altíð nøkur sløg í úrvalinum. Hetta kemst av, at bæði framleiðarar og heilsølur í Føroyum framleiða ella flyta inn og selja sjálvi sínar alkoholfríu øl. Rúsdrekkasøla Landsins, sum almennur stovnur, ynskir ikki at fara í kapping við hesi á privata marknaðinum, og tí sæst størri úrval í ymsum matvøruhandlum, enn úrvalið hjá okkum er. Tær sum vit hava fast í úrvalinum, selja nøkunlunda eins væl allar, sigur Rúni.
Tá eg spyrji, um innkeypsleiðarin hevur eina favorittøl av alkoholfríum slag, svarar hann, at hann ikki drekkur alkoholfríar øl.
- So hóast eg havi roynt ymsar, so fái eg ikki givið tær eitt svar, tíverri.
Men Kasper Skovlund, handilsleiðari í Rúsuni í Havn, sigur, at marknaðurin við alkoholfríum øli tók seg upp longu í 2013-14 og hevur vaksið og greinað seg størri og breiðari út síðan 2020.
- Í Rúsuni hava vit ikki tað stóra úrvalið, men hava tríggjar fastar alkoholfríar øl. Orsøkin er, at stóru handlarnir kunnu bíleggja og selja sjálvir. Miklagarður er helst tann handil, ið hevur størsta úrval á hillunum, har tú eisini finnur Gin og Rom í alkoholfríum útgávum. Av og á hava vit eisini úrvaldar øl, sum so verða skiftar út so hvørt. Mest selda alkoholfría ølin í okkara handli er hveitiølin. Tann alkoholfría øl, mær dámar best, kemur altíð ann uppá lagið og høvið, men bæði IPA og Sours dámar mær best. Tað er so mín persónliga meining. Tað súra í Sours og tað beiska úr humluni í IPA-ølunum goymir og fjalir best tað manglandi alkoholið.
Føroya Bjór boða eisini frá, at tey gera og selja eina stuttflutta føroyska alkoholfría øl, sum fær góð ummæli, eisini uttanlands. OY, sum eru meistarar at gera stuttlig heiti og góðan grafikk til øldósir, gera ikki alkoholfrítt øl, tað eg dugi at síggja á teirra vøruskrá.
Erdinger er ein góð hveitiøl, semjast vit um sum tað fyrsta. Besta av hinum fýra er tó spanska rísølin Estrella, sum kostar undir tíggju krónur. Beisk og humlut, sum okkum dáma best, at øl er. Og so er hon eisini uttan gluten. Humlan kamuflerar smakkin, sum ofta er flatur í alkoholfríum øli. Ov nógv tilgjørd kolsýra kann eisini tyngja upplivingina av smakki, samstundis sum ølin skúmar óneyðuga nógv. Mikkeller ølin, Energibajer, er eisini góð við avmáldum beiskleika, men nakað nógvari kolsýru, og so eini rúgvu av B-vitaminum sum er ein gimmick. Hon skúmar nógv og hevur ov søtan eftirsmakk. Estrella hevur avgjørt munin. Men so er tað Dinkelacker, ið fyrst setir í næsarnar við einum farra av jarni, so ljósum rugbreyði og at enda onkrum grønum, kanska peru. Sum øl er hon ordiliga fløt, halda vit. Sum vatn, ið hevur fingið eina ølblanding setta til. Hon hevur so undarligan smakk, næstan av spískamari, at umframt at verða hin vánaligasta í hesi roynd, fær hon kultstatus sum løgin. Danska Royal er betri. Hon er ein fín mainstream øl við miðal beiskleika og humlu til alkoholfría borðið. Ikki ov nógv kolsýra, sum er eitt pluss. Humlan gevur ølini lív, uttan at neyðugt skal verða at seta so nógva kolsýru til.
Meðan tað enn er trupult, fyri ikki at siga vónleyst, at finna brúkiligan føroyskan tekst hjá vitlíkistænastum, sigur Copilot hjá Microsoft, soleiðis á enskum um fyribrigdið Sober Curious:
Sober curious refers to questioning your relationship with alcohol and considering sobriety, even if you’re not fully committed to it. It’s a growing movement where individuals choose to drink less or abstain altogether as a lifestyle choice. Rather than mindlessly following the dominant drinking culture, sober curiosity encourages conscious decision-making about alcohol consumption. Here are some key points:
Definition: Sober curious means being curious about the reasons and effects of drinking. It involves questioning your drinking habits and exploring the possibility of sobriety, even if you’re not ready to give up alcohol completely.
Health-Focused: Unlike sobriety, which often results from alcohol use disorder, sober curiosity is driven by health considerations—both mental and physical. It’s about recognizing potentially unhealthy drinking patterns.
Adaptable Meaning: The term “sober curious” can mean different things to different people. It’s an inclusive cultural movement that welcomes those who choose to explore sobriety without imposing strict rules.
Origins: Sober curiosity gained traction in the late 2010s, particularly among millennials. Author Ruby Warrington coined the term in her 2019 book, “Sober Curious: The Blissful Sleep, Greater Focus, Limitless Presence, and Deep Connection Awaiting Us All on the Other Side of Alcohol.”
Not Always Sobriety: Being sober curious doesn’t necessarily mean complete sobriety. It’s an option for those who want to change their drinking habits but aren’t dealing with severe alcohol disorders.
Remember, sober curiosity invites exploration, self-awareness, and a mindful approach to alcohol consumption. It challenges norms and encourages a healthier relationship with drinking.
Tá eg til endans biði Copilot tekna mær eina mynd av fólk á eini føroyskari barr, sum drekka alkoholfrítt øl, er hetta svarið: