Um vikuskiftið var eg á tekniskeiði hjá Jón Sonna Jensen á Háskúlanum, og einu løtuna leygarkavøldið gjørdi eg ein avstingara inn í Løkshøll at hoyra Bjørn Eidsvåg. Tvey góð peilipunkt, sum eg vil ráða øllum til, tekning og Eidsvåg, hevur tú høvið og møguleika at velja. At geva tilveruni perspektiv, ella endurfinna og sjeina upp tey peilipunkt, tú einaferð hevði, ella í minsta lagi helt teg hava. I gode venners lag, fyri at sitera Eidsvåg í Skyfri himmel, helst hin mest sosialt útfarandi og tí rámandi sangurin á allari konsertini, soleiðis sum eg fataði og upplivdi hana. Ja langt aftaná, lá hesin sangur á og elvdi til hugsunarsaman resonans. I gode venners lag.
Konsertin er ein rammusøga um tað góða og tað illa. Bjørn byrjar við at siga søgnina um hin gamla cherokee indiánan, sum mettur av døgum fortelur abbasoninum um teir báðar úlvarnar, sum støðugt vilja vinna á okkara tilveru, annar við tí illa og hin við tí góða.
Á pallinum eru frá vinstru Kjetil Steensnæs, gittar, Bjørn Holm, bass, Bjørn Eidsvåg, sjálvur, sum eisini spældi á akustiskan gittar í einum innløgdum og vælskipaðum sjovi, Anders Engen, trummur og Frode Mangen, keys, ella nertl, sum ein orðakringur viðmerkjari, ið sjálvur spælir allahanda ljómborð, sigur á Facebook: ”Sjálvandi hevði eg serliga eygu og oyru eftir nertlaspælaranum, sum var heilt fantastiskur bæði á klaveri, urgu og á hermli (synth).” Tá tað er sagt vil eg eisini nevna el-gittaristin við framúr spæli, væl avmáldum solospæli, eisini Duane Eddy twang móti endanum, og so bassspælarin, sum løgið nokk ljóðaði akkurát, sum eg minnist, at sami leiklutur, hann hjá Kjetil Saunes, ljóðaði fyri 34 árum síðan. So akkurát. Trummusláarin var eisini framúr, avmáldur, eins og allir hinir instrumentalistarnir, ið eisini høvdu eina framúr sangrødd, í løtum kínandi at Pink Floyd. Serliga var tað hammond B3 urgan og Leslie snurrandi hornhátalarin, sum, umframt tekstirnar hjá Bjørn, hugtóku meg. Hesin essentielli partur av sjovinum hjá Bjørn, serliga saman við kvinnuligum kórsangarum av ómiskenniliga gospelslagnum, vóru ikki við í Føroyum, fyrstu ferð eg møtti Bjørn og slapp, fyri Norrøna Felagið, at koyra hann og orkestrið runt í landinum. Tað var ein ógloymandi uppliving. Teir fýra instrumentalistarnir í 1990 vóru frá vinstru Stein Inge Brækhus, trummur, Eivind Aarset, gittar, Bjørn Eidsvåg, sum sang, og Kjetil Saunes, sum spældi bass.
Konsertin í Løkshøll leygarkvøldið byrjar við Stadig på leit av plátuni Far Faller (2013). Í konsertljósinum hongur ein farri av Forbuden Frukt frá plátuni På Leit (1984) og eg kenni meg bíbilskt tváðan í hammondurgu, innrammað av fyltum elbassi, ið leiðir okkum upp og niður gjøgnum tónan. Annar sangur er Vertigo av plátuni við sama navni, sum kom í 88, og varð hin seinasta hjá Bjørn frá Kirkelig Kulturverksted. Á hesari plátuni er ein av mínum favorittsangum, Du tok ikkje auene dine frå meg. Men við niðurfallandi flúgvarasanginum, Vertigo, ger Bjørn klárt at lenda í Løkshøll, eyðkendur við hondum varisliga út frá kroppinum, ikki so sprækin, sum fyri 34 árum síðan, men røddin er betri, munandi betri, ikki tí hon fyrr var ring, slettis ikki, men nú er ein rund macho fylla, sum gevur orðunum nýggjan sannførning. Framúr. Og fólkið er við. Vit vagga varisliga í takt við trummunum, meðan Bjørn peilar áskoðarafjøldina. Hon er har. Gandakenda kontaktin millum sangara og lurtara. Innstallerað og sett í luftina. Elektrifiserað, tað er løtan.
Triði sangur í regluligu skránni var Floden við streymandi plátuskaldskapi.
So kemur Alt du vil ha frá samnevndu konsertfløguni, sum kom í 1990 og var tikin upp laiv í Det Åpne Teater í Oslo. Ein so sannførandi ljóðroynd, at tá eg árið eftir keypti nýggjar háttalarar, brúkti eg hesa fløgu sum benchmark og referansu í ljóði og dynamikki.
Fimti sangur er nýggjur, Jovial, av plátuni Hver Gang Vi Møtes, sum kom í fjør. Sjálvspeiandi ger hann vart við tað inntonkta í einum syrgnum sangi, sum ein annar ungur norskur sangari, Freddy Kalas, ger til ein partysang, sum skræddarseymaður til morgunredaktiónina í Útvarpinum. Sjálvspeiandi stílurin hjá norska rokkprestinum klæðir honum væl. Og so kasta teir seg út í karibiskar rútmur við hammond og klaverljóði, Bjørn rættir aftur flúgvarahendurnar út, dansar varisliga, og syngur Eg er bare en mann. Rútmiski skemtisangurin er av plátuni En vakker dag, sum kom fyri tjúgu árum síðan. Nú haldi eg meg hóma eina vælnøgda fjøld, heilt upp undir loftið og so langt eygað røkkur. Og so kemur nýggjasti sangur frá orðaríka Bjørn, komin út í ár, og er um parið, sum alt lívið hevur livað saman, Ikkje sei det som det e. - Teksten til denne låta har jeg ruget på en stund. Jeg er tilhenger av å sette ord på ting og vet fra mitt arbeid i psykiatrien hvor viktig det er. Men det er heller ikke tvil om at kravet til, eller behovet for ”å si det som det er”, også fort kan bli en hersketeknikk og et litt sleipt våpen i en konflikt. Han som synger her vet hva som foregår, ser hva som kommer til å skje, men ønsker seg litt fred. En liten oase i et traurig ørkenlandskap. Kanskje det snur ting?
Ikki frítt, at fólk fóru at syngja við, hóast neyvan nakar hevði hoyrt hann áður, so góður er enterteynarin. So verða vit førd aftur til ungdómsfríska Eidsvåg-land vi Ingen Vei Tebake. Ja, soleiðs er stavingin á útgávuni. Framúr. Ein av teim fremstu í mínum latenta Eidsvåg-repertoire og ein sangur, sum kastar glans á urguna.
So er Bjørn einsamallur við akustiskum gittara á pallinum. Ger aftur sjálvspeiandi gjøldur burturúr, hvussu kendur hann er í Noregi, og her hevur hann ikki eingang fólk at geva sær gittaran, tínasheldur skrúva mikrofonina niður, nú hann hevur sett seg, og tað á stólin, hann sjálvur fann, ytst á pallinum, og sentreraði framman fyri okkum. Ein stuttligur stílur, sum við rætta orða- og tónavalinum og geberdunum vitnar um ein rúmligan mann, so vitugur og lívsklókur, at tú situr og lurtar, uttan at hyggja eftir klokku.
Gammel Drøm er sangurin við egnum gittara, ertandi sjálvspeingin heldur fram, vit fáa at vita, at hesin sangur, ið varð gjørdur til Grand Prix kappingina í Noregi í 1985 vann ikki, tað gjørdu Bobby Sox. Og so fáa vit sangin, sum óspiltur av tíð, stendur eftir sum ein gimsteinur, Du og Eg er ein Gammel Drøm.
So er ein innlagdur partur við Bjørn einsamallum. Hann er júst blivin 70, og tað eru hálvt so mong ár liðin, síðan eg hoyrdi hann syngja eina perlurøð av sangum, sum long tá vóru sementeraðir evergreens, ja ljóðreferansur, í hvussu er, har eg kom og enn komi. Føtter på fjell var fyrsti sangur, sum hann tá plagdi at leggja út við, treytað av at gospelsangarinnur vóru við. Konsertirnar vóru í Norðurlandahúsinum, í Tofta skúla, har streymurin reyk, og Bjørn tí skapti og gandaði framm eina unikka akustiska uppliving framman fyri teim fáu møttu, og so í Losjuni í Gøtu, har fulsett var, og Bjørn oysti av sær søgur um norskar prestar á vitjan í Gøtu, um glattbarberaðar gøtuskeggjar, at standa sum á Tróndargrund við sítt til tað síðsta, og hópin av sipingum til jarmandi seyð og ost, sum í rokkefår frá einum norskum rokkeprest, um trummusláaran, sum æt jarmandi seyðahúsanavnið Brækhus, og basspælarin, sum æt Saunes. Ein vælupplagdur sangari, sum eg valla havi hoyrt betri til nakað høvi, og tað serliga innan egnan kontekst, støðugt at ganda og spinna upp eina so egna konsert, ið stendur eftir sum ein persónlig uppliving, har tú, og tað aftur nú leygarkvøldið, verður boðin innar í skaldskaparstovuna og plátusavnið hjá Eidsvåg, og hvat har liggur honum á sinni, heilt síðan uppvøksturin í bygdini Sauda millum bønhúsið, sum húskið var ein partur av, og arbeiðararørsluna, sum hann bleiv tætt knýttur at í Bob Dylan døgunum, og tí gjørdi av at blíva mótmælissangari. Men har hjá arbeiðararørsluni var fyrigevingin pírin, helt hann turrisliga fyri. Jesusmyndirnar vóru nokk so langhærdar, so undir protest, slapp hann langhærdur at syngja, uttan at bønhúsið segði ilt yvir hann, og í dag eigur hann fleiri sálmar í norsku sálmabókini, millum annað ein framúr góðan, vit hoyrdu, sum ikki er heilt ólíkur Somliga går i trasiga skor hjá Cornelis Vreeswijk, samantvunnin úr miðaldarligari vísuhevdini og samtíðar fólkasangi, sum ein blaðungur Eidsvåg hevði yrkt. Og afturvið søguni fekk hann øll at syngja Blowin’ in the Wind. Og tá hann fór at syngja Mor, um mammuna, sum júst er deyð, tyktist mær, at hann rakti múrin av sorgfullum longsli, men kom seg eftir nøkrum setningum. Henda tvítoganin millum bønhúsið og arbeiðararørsluna, ella tað andliga og tað handliga, himmalin og verðin, fekk Bjørn í 2016 at skriva sjónleikin Etterlyst: Jesus, saman við Svein Tindberg, sum Erik Ulfsby setti á pall í Det Norske Teatret. Ætlaði mær altíð at fáa høvið at síggja leikin, men nú er hann farin. Djúpt úr hesum religiøsu tankum og ikki minst sekteristisku barnaminnum úr heimbygdini, har vinmennirnir vóru dømdir at fara í kjallaran, hann fekk seg ikki at siga til helvitis í hesum sambandi, meðan húskið Eidsvåg fór beint til himmals. Tað helt hann vera órættvíst og lítið meiningsgevandi hjá einum tannáringi á bygd í Noregi. Sum vaksin gudfrøðingur, kemur hann eftir, at helviti er ongastaðni nevnt í Bíbliuni. Í Gamla Testamenti er tað ein grøv, Sheol, í Nýggja Testament, Gehenna, bukkevald uttafyri Jerúsalem. Helviti er bara ein konstruktión úr okkara egna høvdi og verður ongastaðni nevnt beinleiðis í allari Bíbliuni. Soleiðis fullu djørvu orðini frá norska rokkprestinum í Løkshøll, mitt í bíbliubeltinum, leygarkvøldið. Onkur prestur sást, men eingin mótmælti.
So sang hann Sveken Mann, sum er á fyrstu LP’ini eg keypti í Kristiansand í 1990 Tatt av Vinden. Eg góð innleiðsla til teksuniversið hjá Eidsvåg og orsøkin til, at hann hetta heystið kom til Føroya at vitja Norrøna Felagið, har teir gistu og ungu genturnar í kórinum hjá Paula í Sandagerði, Cantabile, borðreiddu við morgunbreyði. Tað var ikki óstuttligt, morgunbreyðið.
Tapte gylne stunder frá plátuni På Svai (1997) var næsta lyriska perlan, hin tólvta eftir settlistanum. So traðkar Bjørn í útgangsstøðuna við ørmunum úti, sum er hann eitt flogfar, og fer at syngja slagaran To Små Planeter frá plátuni í áðni, Tatt av Vinden (1990), har Songen er tað stóra epos’ið. So komu tveir sangir, ið báðir eru kendir sum duett sangir, annar í Danmark og hin í Svøríki. Skyfri Himmel, kanska sterkasti av nýggjaru sangunum hjá Eidsvåg, var upprunaliga spældur inn saman við donsku Karen Busck, og hin seinni, eftir ein steðg, tí nú var konstrueraða ætlanin at konsertin var liðug, men surprise eykanummarið var við Guðruni Sólju, ið saman við Bjørn sang Mysteriet deg, sum upprunaliga var á plátuni Tålt (2002), har Lisa Nilsson sang. Hesin sangur er so væl dámdur, at hann helst er á linju við signatursangurin Eg Ser. Guðrun Sólja tyktist gera Bjørn skakkan við sterku røddini, ið ikki er ólík henni hjá Anisette tá Savage Rose var uppá tað besta. Ein framúr duett sangur, sum kortini krevur nógva og góða venjing. Eftir ein sang afturt, Aleina, var liðugt, men fólk vildu hava meir.
Konsertin endaði við at krøkja aftur í byrjunarsøgnina um stríðandi úlvarnar. - Tað velst um, hvønn tú fóðrar, hin ringa ella góða úlvin, var svarið frá abbanum. Vónandi hava tit fingið nakað burturúr til hin góða felags partin, segði Bjørn og takkaði fyri seg við ultimativa endasanginum, Eg Ser, eftirsum hann hevði lovað tað í práti við Leif Láadal í Vikusendingini sama morgun. - Tí eg hoyrist eisini til jarðarferðir, segði hann við einum skálkabrosi, innan hann sang álvarsama og terapeutiska sangin.
Ein nemandi løta við seytjan sangum, umframt einsamalla frásagnarpartinum hjá Bjørn, hugfarsligum og uppbyggiligum søgum, var nú komin at enda. Og hon var góð, løtan, konsertin og samveran. Takk for skiftet, sum norðmenn kunnu siga, tá teir hava sitið til borðs saman við tær. Takk for skiftet.
Ein onnur konsert hevði verið undan hesi útseldu upprunakonsertin, sum eg í stundini keypti atgongumerki til longu fyri jól. So fullsett var, nú Mentanarvikan í Runavík endaði. Og tá er best at hoyra tónleik og síggja film. Tá fullsett er. Tá merkir tú fólkarørsluna, hvat títt miðjubelti so er og hvar í landinum tú ert, Bíblia ella ikki. Takk for skiftet!