Amerikanska Gwen Leppek Rosseau, sum eisini hevur vitjað í Føroyum, er aftur farin út í heim við trúgva fylgisveininum - myndatólinum.
”Eg eri aftur farin at ferðast. Eg eri í Marokko. Lat meg royna at seta mína ferð í ein samanhang - hví eg geri hetta,” sigur Gwenn, sum er úr Birmingham í Michigan og var á fotoskeiði í Føroyum á heysti 2021.
”Á ferðum leiti eg eftir nýggjum upplivingum, nýggjum fólkum, nýggjum hugskotum, nýggjum landsløgum, eini afturvendan til mína innastu veru og eini rannsakan av, hvør eg eri í verðini. Tað er ein pílagrímsferð, við nógvum stuttleika blandaðum uppí. Eg fari javnan frá vinfólki og familju, sum eg elski av innasta hjarta, og tí hugnaliga í mínum vakra heimi. Onkuntíð er tað ein einslig ferð. Hon tekur burtur eiturkoppaspinnið, sum hevur sett seg í høvdið, tí eg havi verið heima so leingi. Á ferðum, har tú veruliga sært nakað, og ikki bara hyggur og strikar út eitt ferðamál á tiltikna avrikslistanum, tá sært tú menniskju lata seg upp. Menniskju eru rættuliga lík. Vit eru kreativ, vilja hava kærleika og vinaløg, pínast, flenna, royna at koma gjøgnum dagin. Hugleiðandi, at seta forngripir inn í núverandi mentanarliga siðvenju, lýsir, hvussu fólk hava livað og eru broytt í eitt túsundáraskeið; tá alt kemur til alt er mannaættin ikki broytt serliga nógv. Menniskjansliga støðan er enn hin sama. Og tó, so kennir tú lívsins forgeingiligheit, sum styrkir sálina - og festir teg við kærleikan í øllum frábrigdum, og miðsavnar teg í løtuni. Einki er varandi, tað gevur lívinum meining. Vit eru øll á hesi klótu í eina avmálda tíð, eitt eygnablunk. Tað er eyðmjúkt og vakurt. At ferðast svalir eisini mín tosta eftir vitan, og lúkar ynskið at síggja heimin gjøgnum míni egnu eygu, uttan at nakar annar hevur sett sýnið í rammu.
Fleiri av mínum ferðum snúgva seg um at taka myndir. Eg haldi at tað savnar mítt sinni og fær meg lættliga at hvíla í løtuni; fær meg at síggja tað, sum veruliga er framman fyri mær, í staðin fyri bara at hyggja at tí. Tá eg eri heima aftur, kann eg arbeiða við myndunum og enn eina ferð grunda yvir ferðina. (Og hugsa tær, geez, hvussu tú eigur at brúka myndatólið rætt)”
Niðanfyri, longst til vinstru, sæst Gwenn Leppek Rosseau á Viðareiði, tá hon var á fotoskeiði fyri professionellar amerikanskar fotografar herfyri. Umframt Gwenn, eru tey frá vinstru, Amy Acettura, Daniel Bayer, Kerik Kouklis, David Schoenwald, Olivier Boreau, Jim Feller og ferðaleiðarin Bill Schwab. Hann kemur aftur higar við amerikanskum fotografum 23. - 30. apríl.
Her eru ensku upprunaorðini, sum Gwenn skrivaði úr Marokko í gjár:
“I’m off on another trip. I’m in Morocco. Let me attempt to put my travel in context - why I do it:
In travel I’m looking for new experiences, new people, new ideas, new landscapes, a return to my essence and an exploration of who I am in the world. It’s a pilgrimage, with a lot of fun mixed in. I often temporarily leave behind friends and family whom I deeply love, and the comfort of my beautiful home. It is sometimes a lonely journey. It cleans out the cobwebs in my head from living in the same place for so long. In travel, when one really sees things, and is not just looking at them, checking off another item on the proverbial bucket list, one sees humanity unfolding. People are very much alike. We are creative, need love and companionship, suffer, laugh, try to get through the day. Contemplating artifacts of history in combination with current cultural practices illuminates how people have lived and changed over the millennia; at its core, humanity really hasn’t changed that much. The human condition is still the same. Yet, one feels the impermanence of life, and that the soul is strengthened by it-- it focuses you on love in its many forms, and centers you in the moment. Nothing is permanent, which gives life meaning. We are all on this planet for a finite period of time, a blink really. It’s humbling and beautiful. Travel also quenches my thirst for knowledge, and desire to see the world through my own eyes, unedited by anyone else.
Many of my trips are centered around photography. I find that it focuses my mind, and is an easy step to be in the moment; allowing me to really see what is in front of me, instead of just looking at it. When I get home, editing photographs gives me yet another opportunity to deeply reflect on the journey. (And think, geez, learn how to use your camera already!)”