Í dag havi eg fyri fyrstu ferð hoyrt ein lesigranskara siga, at vit brúka meira tíð uppá skriving enn lesing. Gongdin, sum hevur tikið seg upp seinastu tíggju árini, er sjónlig í øllum heiminum. Tað sigur danska Lene Cicilie Storgaard, sum Lesivegleiðarafelagið, Orðblindafelagið og Serlærarafelagið hava boðið til Føroya. Úr kanningum nevnir hon sum dømi, at løgreglufólk skriva fýra tímar um dagin.
Felagsdagurin hjá hesum trimum feløgum, varð hildin í Dansifrøi í Gundadali í Havn. Sum ritstjóri í Námi, slapp eg við at lurta, tí í mínum gerandisarbeiði skal eg saman við øðrum ritstjórum medvirka í at gera nýtt og egið dansktlærutilfar til triða flokk í føroyska skúlanum og allan vegin uppeftir. Fyrr hevur føroyska skúlaverkið adopterað, ættleitt, móðurmálslærutilfar úr einum øðrum landi, sum by the way er hundrað ferðir størri enn vit, til at brúka her hjá okkum. Umframt at elva til fremmandagerð, leggur tilíkt adopterað tilfar ikki upp til innliving og lærandi mekanismur hjá næminginum, har umráðandi er at kenna seg aftur og ganga í dialog við alt tað, sum altíð er uttan um teg. Viðurskifti úr egnum umhvørvi, veruleika og upplivingarrúmi at krøkja í, eru avgerandi, sigur fyrilestrarhaldarin, sum ikki fer av vegnum at grava upp úr egnum upplivingum.
- Tá eingin bók er at hyggja niður í, og tá einki er á vegginum at hyggja upp eftir, er eingin dialogur, sum er eitt av grundstøðunum fyri læring, segði fyrilestrahaldarin og skeiðsleiðarin, og greiddi frá egnum viðurskiftum, har hon vaks upp, uttan myndir á vegginum og bøkur á hillunum. Bara bløð lógu fjald undir einum borði at lesa í. Og so er hon eins bitin av skúlum í California sum í Ishøj. Teachers teaching teachers er uppáhaldið, hon hevur úr California og Kanada.
- Eftir eitt drúgt skeið við yvirdrivnari akademisering - vit hava fingið ov nógvar akademikarar íroknað meg sjálva - vendir bylgjan nú, sigur Lene. Tað ljóðar sum góður framtíðarmusikkur, sum vit kunnu seta vónina til. Í mínum gerandisdegi gongur tað beint øvut.
- Mær dámdi sera væl dagin saman við Lene Cicilie Storgaard um skrivididaktik, sigur Maria Tróndheim Isaksen, sum er forkvinna í Lesivegleiðarafelagnum, og bjóðaði vælkomin til dagin.
- Tað, mær dámdi sera væl var, at tað hon kom við, var so mikið ítøkiligt, at sum lærari og lesivegleiðari, so hevði eg eina kenslu av, at eg kundi fara beint til arbeiðis aftur og praktisera tað, hon kom við.
Í fólkaskúlanum hava vit søguliga sæð havt sera stórt fokus á lesing, og tað er eisini neyðugt, men vit eru komin meira eftir, at lesing og skriving ganga hond í hond.
- Tá um lesing ræður, so er avkoding ein stór uppgáva, men lesifatanin er ofta ein stórur trupulleiki hjá nógvum næmingum. Hjá okkum, sum arbeiða í skúlanum, er tað ein stór avbjóðing, hvussu vit fáa fleiri av næmingunum at skilja og fyrihalda seg til teir tekstir, ið vit arbeiða við. Her haldi eg, at hon vísti á nøkur heilt ítøkilig ting í samband við, hvussu skriving kann stuðla uppundir lesifatanina. Hon fekk okkum at hugsa nærri um, um vit lærarar eru nóg greiðir, tá vit geva næmingum skriviuppgávur, og fyrimunin í at lærarin skrivar uppgávuna, heldur enn bara at siga hana, sigur Maria.
- Eitt annað, Lene eisini vísti á, er, hvat aftursvar geva vit næmingum upp á tey skrivligu avrik, tey gera. Hon var so mikið ítøkilig, at hon nevndi, at vit skulu geva tvær rósur og eina vegleiðing, ella at vit skuldu koma við tveimum góðum tingum, at siga um tekstin og geva eina vegleiðing til, hvussu teksturin kundi blivið betur, enn hann var frammanundan. Harafturat nevndi hon eisini, at vit eiga at vera greið í, hvat vit eftirmeta: er tað stavseting, formuleringar, kreativitetur ella okkurt annað. Samanumtikið var eg væl nøgd við dagin og kendi, at við nøkrum fáum smáum justeringum, so kundi eg gera mína undirvísing betur, sigur Maria Tróndheim Isaksen, lærari og forkvinna í Lesivegleiðarafelagnum.
Annika Marr Poulsen, lærari, tekur undir við at hugurin at skriva, frítt ella kreativt, eigur at verða stimbraður.
- Eg haldi, at vit púra eru í fer við at "drepa" skrivihugin við altíð at skula greina og tulka í framhaldsdeilini. Tað er, sum at vit bert síggja skriving á ein hátt og gloyma fulkomiliga skrivigleðina, sum summi tíbetur hava. Lene hevði góð dømi um, hvat skriving eisini er. Ofta brúka vit ymsar skrivimátar í yngru flokkunum, meðan framhaldsdeildin greinar og tulkar, tí tað er tað, tey verða møtt við til próvtøkuna, og tí tey skulu lata eitt ávíst tal av stílum inn, sum ikki gevur nógva tíð til annað. Sjálvsagt kann lærarin velja at arbeiða meira kreativt við skriving, men tað leggur próvtøkuformurin ikki upp til, sigur Annika eftir væleydnaða felagsdagin.
- Skrivelyst, læselyst, snakkelyst eru orðini, sum Lene brýtur tankarnar hjá luttakarunum av við. - Gerandisskriving er tað, vit oftast venda aftur til og halda fast í og minna hvønn annan á. Jú eg kann ikki annað enn játta. At skriva, lærir tú bara við at skriva. So brýtur hon tankarnar av við stikkorðinum Skriveformål, og sigur, at vit hava gjørt ein skúla til tey, sum kunnu gita seg til tað. Men vit kunnu eisini møta teimum, sum ikki gittu, hví vit høvdu skúla. Hvørjar skriviupplivingar hava tit í skúlanum? Hetta var ein djúpt grundandi setningur, sum helst fer at liggja leingi á.
- Skriva eitt lítið sindur meir. Tað er uppgávan. Eitt lítið sindur meir. Eksperimenteri, fyri gudsskyld, eksperimenteri. Tit eru øll ressursupersónar. Bara tit sleppa at verða tað. Og tey, sum hava rokning, skriva mest. Trúgv mær, segði hon. Ein góður fyrilestur, við eitt sindur av innløgdum bólkaarbeiði, sum kanska ikki var so neyðugt, er komin at enda. Framúr inspirerandi uppliving - Lesivegleiðarafelagið, Orðblindafelagið og Serlærarafelagið.