Hvønn fríggjadag er fiskaborð á ovastu hædd á Hafnia. Borðreiðingarnar eru tvær og útsýnið er tað besta í býnum, fyri ikki at siga í landinum. Í dag er grønlendskur tjóðardagur, og tú sært út á Reyn, oman á kirkjuna og niðan til amtmannin. Panorama er rætta heitið.
Fyrst fyri á fiskaborðinum er laksurin við krabba og rækjum. Amy Hansen er fryntliga kvinnan, ið borðreiðir fyri okkum, og kokkar eru Øssur Andreassen og Rúni Rasmussen.
Karmurin er buffét, sjálvtøkuborð, sum merkir at tú sjálv ella sjálvur tekur uppá tallerkin innan ásetta tíðarkarmin. Tá er at velja og dosera ikki bara rætt, men eisini hóskiligt, so máltíðin í allar mátar verður í minsta lagi passandi og kanska eisini stuttlig.
Eg byrji við hummarasuppu, sum kanska er tað besta, og einum glasi av chardonnay. Og so fari eg eftir lippum, makreli og turrum tvøsti. Var tað í Nyhavnini í Keypmannahavn, hevði eg sum tað fyrsta fingið mær ein væl kryddaðan snaps afturvið. Men her er tónin meira andektigur og siðiligur. Kanska er tað grøna útsýnið, sum ger tað. Hinvegin er rúm fyri at víðka um hugtakið fiskabuffét mitt í Havn. Men vandi er í hvørjari vælferð. Tá vit fara frá borðinum er long bíðirøð til tey næstu at koma til og skaffa, fyri at brúka eitt fiskivinnuorð. Skaffa. Fyrra og seinna skaffing. Kundaskarin er vissuliga har hesi tíggju fríggjakvøldini, sum eisini fara um ólavsøkuna.
Sjónliga er hetta ein matskrá, ið hevur ein góðan kundaskara í tiltakandi ferðavinnuni. Hjá okkum, sum búgva her, kann matskráin tykjast mainstream og stýrd av ferðavinnuni, men helst er tað so, at júst hetta gagnast ferðafólkinum best. Útboðið møtir hinum ferðandi, sum uppá egin hond vil møta Føroyum í smakki og egnari rútmu á egnum borðiski. Fiskaborðið á Hafnia er eitt átak, ið hevur funnið sín marknað.
- Igulker er tað mest serstaka, sigur kokkurin Rúni, tá eg spyrji, og hann førir meg runt stóra borðið, ið endar við osti og sjokulátu.
Leggi til merkis at umframt føroyskt og danskt, eru fleiri ið tosa italskt. Summarferian er byrjað, farið er um longsta dag og ferðafólk síggjast aftur, hóast tey enn ikki kollvelta útsýnið, har eg komi og fari, ella órógva okkum gerandisdagin. Í hvussu er ikki í Havn, har førleiki er at slúka og serviserað ferðafólk. Kanska er annarleiðis á bygd.
Skansin fortapir seg út í tí fjara eins og býráðspolitikkurin í Havn, sum kundi verið settur í støðuna ”utilregnelig í regeringsøjeblikket”. Ikki bara her hjá okkum, men eisini úti í heimi, tykjast fólk at hava mist trúnna á politikk, soleiðis sum vit fyrr hava fatan hann, førda politikkin, ið vit fyrr kundu kenna okkum aftur í og vita, hvar á ásinum millum vinstra og høgra, vit eru. Franski forsetin verður í altjóða pressuni sagdur at svørja til belgiska rulett, tað er við garanteraðum deyðiligum útgangi, nú hann skrivaði út val har í landinum. Nú er alt polariserað, eisini her hjá okkum. Fólk hava mist trúnna á hevdvunnar skipanir og finna sær nýggjar hugmyndir. Politiskt skipaðir bygdamenn, sum júst hava fingið milliardadýrt ferðasamband í oynna, skriva á Facebook um bankatosk, at ”bara tað verður heipað og selt sum nakað serstakt, so kann tað smakka sum ein kókaður gummiskógvur og álíkavæl verða róst til skíggja. Kenni nógvar menn, sum hava roynt nógv á Føroyabanka, og kenna mangt til hendan toskin sum har livir. Enn havi eg ikki hoyrt ein teirra sum hevur róst smakkinum, heldur hinvegin.” Polariseringin, sum vit halda vera á góðlynta og anekdotiska støðinum millum bygd og bý, er sterkari enn nakrantíð og verður til eitt destruktivt politiskt amboð. Soleiðis er eisini úti í heimi. Blaðstjórin á The Guardian, Kathrine Viner, skrivar í dag, at “This loss of faith in politics has underscored our Path to power series. In it, our reporters have embedded in some key seats across the country to dig beneath the manifestos and campaign events to make sense of the human impulses and fears driving voting choices: from Muslim voters in the northern English town of Burnley to farmers in Cornwall in the south-west.” Hon sær fyri sær ein veruleika, har fólk hava mist trúnna á tað, vit higartil hava kallað politikkur.
Fiskaborðið ovast á Hafnia er eitt gott høvi at reflektera yvir ferðavinnu í politiska landslagnum, og hvussu vit borðreiða fyri hinum ferðandi. Har eru vit á so góðari leið, at innan fyri eitt steinkast ella so, kunnu vit bjóða fisk á øllum stigum og út eftir øllum smakkásum. Bæði mainstream og feinsmekkara raffinerað. Gastronomiskt er Havnin á góðari leið. Men fiskimaðurin úti um landið má broyta hugsan um havsins ríkidømi sum bara mongd, ið uttan viðgerð og foredling verður handfarin sum harragudveit. Vit skulu hækka og økja um virðingina fyri fiski. Tøkk fái ferðavinnuna, sum minnir okkum á tað. Manga takk!