Sjúrður helt eina sjáldsama suggestiva løturøðu í danska Fólkatinginum um Ísrael og støðuna í Gaza. Ja, og so um Hamas og serliga rithøvundan Salman Rushdie, sum undir einum fyrilesturi í statinum New York fyri tveimum árum síðan varð álopin av einum óðum ungum amerikanskum manni við knýti til Libanon.
Røðan er ótrúliga væl uppløgd, dugur væl at taka pallin og fer í framburði gjøgnum heilt, helst tí at røðuhaldarin er so kveiktur, at hann vil náa tær maktbastiónir, sum sita á fremsta beinki í føroysku samkomunum. Kirkjan er óinteressant, tí hon er ímyndin av føroyskum afturhaldi. Hóast hon er hildin í útlandinum og í einum fremmandum parlamenti, er hon helt greitt ætlað heimafrontinum.
Makt og at styrkja heimliga støðufestið er drívmegin í donsku útfarandi, næstan frenetisku, røðuni. Durkdrivið entertainment og showmanship av besta slag til høvið og minuttin.
Samanberingin við álopið á Ísrael og Rushdie, sum eisini hevur svarta brillueygað í felag við hetjuna Moshe Dayan, er effektiv og riggar væl sum løtusøga. Tú missir næstan ondina av taluni. At leita í blindum heldur enn at finna upplýsingina. Men skjótt kemur ein tanki upp um, hvar talarin vil við hesi messandi og formlæstu upplýsingarrøðu, sum ikki letur upp fyri nøkrum enn kenslum, sum stinga so lítið djúpt, at eg fari at gita, hvar hann letur hesa oratorisku orgasmu enda.
Fer hann at nevna ísraelska høgraekstremistin Amir, sum skeyt Rabin við eini italskari Baretta pistól, tí hann hatað Osloavtalurnar? Ella fer hann, Sjúrður, í endanum á taluni at avdúka, at í fólkatingstúninum møtti hann 80 ára gamla Nils Vest, sum býr í kristianitiska grannalagnum og í 1974 gjørdi upptøkur í Libanon, sum tvey ár seinni blivu til filmin Eitt kúgað fólk hevur altíð rætt? Og hvussu kúgaður filmurin, sum varð gjørdur fyri almennar pengar, bleiv, sum nýggjasta Ekko skrivar um beint nú?
Vinklarnir og fasettirnar eru nógvir og mangar. Ikki minst tí at Ísrael er ein ímynd og heimstaður fyri so ómetaliga nógvum. Til dømis filmi. Saman við ísraelsku sendistovuni í Keypmannahavn havi eg fleiri ferðir havt tann frammíhjárætt at sleppa at vísa nýggjan ísraelskan film mitt í Havn. Hernaðarliga atfinnandi filmin Foxtrot, heimildarfilmin Innocence um, hvussu børn frá morgunmatarborðinum verða uppvand við vápn og hernaðarskyldu, og so teir kynspolitisku Cakemaker og Red Cow, sum ísraelski sendiharrin innleiddi. Eitt rúmligt land, staðsett har allir vindar møtast. Og hvørt ár fái eg innbjóðing frá somu stovu at medvirka í tjóðskaparligum hátíðarhaldi. Tað er stórt.
Men tá røðan var liðug varð eg skuffaður, at ein so væl uppbygd røða til endans ikki fór nakrar vegir. Góða røðan bleiv ein uppsteðga einkirøða í limbo.