Skip to main content

Á Klaksvíksgøtum


Leygardagin 3. august skrivaði Norðlýsið um ”Felagið”, sum var komið til Klaksvíkar at ganga gøturnar og vitja nýggj, forvitnislig støð, eftir skrá hjá Gunnari Nolsøe, sum er nýggjasti limur í Felagnum, har Albert Isfeld er formaður, eftir at Amariel Norðoy andaðist í 2022. Johan Lutzen skrivaði og tók myndina niðanfyri. Einaferðina fyrr hava vit í sama høpi og ferðalagi verið í Klaksvík. Tað var í 2017.


Í ár varð farið av farstøðini í Havn kl 12:10, enn sum áður við Leið 400, yvir land, sum tey søgdu fyrr, norður gjøgnum Sundalagið, gjøgnum Norðskálatunnilin, gjøgnum Skálafjørð, um Gøtueiði, gjøgnum Lorvíkstunnilin og so at enda á Sandinum í Klaksvík kl 13:40. Arbeiðsdagar, koyrir bussurin gjøgnum undirsjóvartunnilin. So hetta var ein ferðafólkatúrur við panoramiskari útsikt.


Í Klaksvík taka Gunnar og Jógvan Juel Rasmussen ímóti. Dávur Winther er á blettinum, og bjóðar inn í mentanarhúsið Varpið, har tey gera klárt til brúdleyp. Tískil fáa vit eisini innlit í, hvussu húsið fungerar í praksis. Sum eg fyrr havi sagt á hesum stað, er hetta helst besta upplivingarrúm í landinum, og tað við besta beinplássi eisini.


Kl 15:15 eru vit við dyrnar í nýggja róðrarneystinum, sum nú er í uppskoti at fáa Umhvørvisvirðislønina hjá Norðurlandaráðnum, sum Bogi Hansen fekk í 2006, SEV í 2015 og Jens Kjeld Jensen í 2020. 

Ikki færri enn 70 uppskot komu í ár inn til virðislønina hjá Ráðnum, ið hesuferð varpar ljós á burðardygga bygging og bygningar - ”bærekraftig bygg”.

Tá dómsnevndin so tók dagar ímillum uppskotini, hava tey ivaleyst hildið seg vera komin so nær at evsta degi, at tey kalla til ”final call”, tí einki norðurlendskt heiti er at finna, sum kann lýsa hesa eskatologisku heimsætlan - ”final call”, ið er sum tikin úr felagsskapinum, sum síðan 1879 hevur givið út The Watchtower. 

Norðurlandahúsið hevur upp í saman brúkt vendingina ”open call”, ið fær meg at hugsa um cattle call hjá kúrekum í fyrndini. 

Og undir hesi evstadagstrumpet, sum almenna og skipaða norðurlendska samstarvið nú hevur givið seg undir, verða átta uppskot standandi eftir at kappast um virðislønina, kanska á enskum, í íslendska høvuðsstaðnum í heyst, tí tað var málið, sum forsetin í Norðurlandaráðnum valdi at brúka í drúgvari útvarpssamrøðu á føroysku tjóðarhátíðini, ólavsøku, hóast hon er íslendsk, Bryndís Haraldsdóttir, úr Sjálfstæðisflokkinum. 

Møtti forsetanum í Steinprenti á ólasvsøku.

Sum nordistur er tað svárt at síggja, at føroyskt enn ikki er ikki millum málini, sum verða brúkt á heimasíðuni hjá Norðurlandaráðnum. Føroyski áhugin er meira til sjálvstøðuga umboðan, sum allir partar vita, ikki ber til, at fáa fullan limaskap, tá tú ikki ert ein tjóð. 

Eftir sum formaðurin í domsnevndini er norskur, vraki eg enska tekstin og taki hin norska, sum lýsir føroyska uppskotið at fáa Umhvørvisvirðislønina hjá Norðurlandaráðnum í ár:

"Klaksvík roklubb er et bygg som verner om naturen og fremmer kulturarven.

Henning Larsen, Færøyene og Klaksvík roklubb er nominert til Nordisk råds miljøpris 2024.

Henning Larsens tegnestue har greid å skape et unikt samspill mellom bygning, aktivitet og kunst som fremmer både miljømessig bærekraft og kulturell bevissthet i Klaksvík, på Færøyene og generelt. Huset er hjemsted for Klaksvíkar Róðrarfelag (Klaksvík roklubb), en aktiv roklubb for barn, unge og voksne. Foreningens omdreiningspunkt er ti færøyske klinkbygde båter – et unikt håndverk som har formet færingenes identitet i århundrer. 

Båthuset er en nytenkning av tradisjonelle færøyske båthus med trefasader og store vinduspartier der inne- og uterom smelter sammen. Huset er bygd av vedlikeholdsfrie materialer og med takdekke av gress som fungerer som naturlig isolasjon. Et kunstverk bestående av elementer fra en klinkbygd båt pryder klubbhuset og gjør samspillet mellom bygning, aktivitet og kunstverk til en realitet. 

Klubbhuset brukes aktivt av alle innbyggerne i byen og bidrar til nærområdets sosiale dynamikk, noe som gjør Klaksvík roklubb til et eksempel på hvordan integrert design kan berike både samfunn og miljø. Klaksvík roklubb er et prosjekt som både verner om naturen og fremmer kulturarven."

Saman við ungum róðrarfólki, ið ger klárt til róðrarveitslu dagin eftir, tekur forkvinnan Sonja Kjølbro ímóti, og sigur eldhugað frá virkseminum í húsinum, og hvussu arkitekurin, Osbjørn Jacobsen, hevur hugsað funktiónir og plasering í býnum, og ikki minst um veggjaprýðið hjá Edwardi Fuglø, ið er ein sundurtikin bátur, spjaldraður, sum tey siga, sum Niklas í Koltri bygdi. Her er ein lýsing av listaverkinum og neystinum, tá tað alment lat upp fyri jól í fjør:

Ein tíma seinni seta vit átta okkum við borðið í Kafé Fríðu, sum nú er í Biskupstorgi, ið Osbjørn eisini hevur teknað. Nú er kaféin Reyðleyk har, ið Café Fríða var fyrr. 

Byggimystrið, ið eyðkennir ein bý, er sjónligt, ella var tað, eina ørstutta tíð, men semja er nú um, at fyrst Betesda og síðan serliga hin reyðgrefligi og tó spartanskt lítið ásjónligi Húsarhaldsskúlin, sum nú stingur seg upp fyri øllum, føra inn aftur ein avgjørdan kassamentalitet, sum estetiskt er lítið tiltalandi, hóast hann verður standandi alla okkara tíð. 

Hetta er spell fyri ætlaðu býarkjarnuna, halda Felagslimir afturvið fiskasúpanini henda góðveðursdag við vágna í Klaksvík.


Í sólskininum seta vit okkum undir veggin í Nólsoyar Páls garði, har formaðurin, Albert, greiðir frá úr tekningum, hann sjálvur gjørdi. Archie Black er á fjalli, og Mimi, sum hevur lykilin er í Mikladali. Higani er besta útsýnið yvir á Róðrarneystið, sum av nýggjum hevur definerað ósan og innasta býarbotnin í vikini.

Tá klokkan er farin av seks, fara vit aftur í bláa bussin við frámerkinum 400, og eru í Havn um hálvgum átta tíðina. Tá bjóðar Terje niðan í Skálan í Søljugøtu, har hann av einslistum hevur borðreitt við smurdum breyði, skerpikjøti og rullupylsu, og inn í millum fáa vit góðar smakkir av úrvalswhisky afturvið, at skapa frásjón í upplivilsið. 

Takk fyri hesuferð.