Skip to main content

Bílætablindni

Sjónvarpsmynd frá setanini av olympisku leikunum í París 2024

Herfyri átti eg sama dag í miðlunum tvær fotomyndir av monnum úr Vági, sum fóru í annað ljós. Petur og Eivind. Øll heiðurlig minni um teir báðar, bæði privat og professionelt. Men einasti miðil, ið spurdi um loyvi at brúka myndirnar og síðan krediterað myndamannin, var VP, har Ólavur visti, hvør átti. Hugsaði, um tað mundi vera so galið, at bara hann respekteraði upphavsrættin, sum var tað tekstur.  

Hetta at síggja til týdningarleysa mál, sum ein uppistandsskemtari á tingi hevur til teitis at rópa krympirumpufongt, kom mær til hugs, tá eg sá, at Setrið, Fróðskaparsetur Føroya, krúnan av føroyskum dannilsi, vegna starvsfólkini, brúkti somu mynd at heiðra minnið um farna starvsfelagan og sendi til allar miðlar. Og her má eg siga sum latínlærarin í Hoydølum: De Mortuis nihil nisi bonum, um tey deyðu einki annað enn gott.

Men er tað veruliga so, at myndin enn er veika ífyllan, harmonikan hjá umbrótaranum og grafikaranum, meðan bókstavurin er vektin og vegurin, hóast veruleikin er meira visuelt ágangandi enn nakrantíð, vituliga nú vitlíkið er vorðið vegvísi?

Áratíggju, kanska fýra, eru liðin, síðan eg minnist at Filmsfelagið fekk ávaring frá Filmseftirlitinum fyri at vísa Life of Brian hjá Monty Python og Last Temptation of Christ hjá Scorsese í Sjónleikarhúsinum í Havn. Hildu vit fram við hesum, vórðu vit steðgað. Krympirumpur skulu valdast. Men tað var tá.

Hesin sami varligi varhugi av visuellari vanhalgan kom upp at blása, nú olympisku fjallaleikirnir verða hildnir í París. Ikki bara á sløttum, men úti í miðbýaránni, sum er reinari enn í prestsins gerði har úti við munnan á Sandá. 

Provokatiónin at stjala myndir frá øðrum at brúka til egið endamál, kveikti áhugan at seta meg inn í, hvussu rætttrúgvandi bílætastormarar, tey bókstavatrúgvu, ið hava flutt seg longst frá katólsku liturgiini, fata klassisku ítróttaleikirnar, sum hvør miðil í summar plágar okkum við frá morgni til myrkurs.

Lepti í meg, tá setanin var. Kanska tí, eg allarfyrst hevði sæð eina forsíðumynd í Vogue, har amerikanska Annie Leibovitz, 74, hevði avmyndað franska leikhússtjóran, Thomas Jolly, 42, nonsjalant á floti í einum svørtum gummiringi úti í dálkaðu Seineánni, meðan hvítir svanir svimja framvið. Myndina hevur hon lagt út á Facebook.

Tað var Leibovitz, sum úr erva fotograferaði ein naknan John Lennon og eina svartklædda Yoko Ono, á gólvinum frammanfyri hjúnarsongini í Dakotahúsunum í New York, sama dag, hann varð myrdur, hin 8. desembur 1980. Um at endurgeva myndina verður sagt: “The fair use of a copyrighted work...for purposes such as criticism, comment, news reporting, teaching (including multiple copies for classroom use), scholarship, or research, is not an infringement of copyright.”

Fór í dialog við Copilot, ið er vitlíkið hjá Microsoft, sum allir skúlar í Føroyum hava sum brúksamboð, og fekk hetta diskusiónsgrundaða aftursvar, tikið úr altjóða miðlum, sum eru opnir á netinum:

“The creative process behind the photo of Thomas Jolly floating on the Seine with swans, as featured in Vogue, is deeply intertwined with his vision for the Paris 2024 Olympics opening ceremony. Thomas Jolly, known for his theatrical and imaginative approach, aimed to capture the essence of Paris and its iconic landmarks in a whimsical and artistic manner.

Jolly’s inspiration for the photo and the broader ceremony draws from French history, mythology, and the vibrant culture of Paris. He wanted to create a scene that not only showcased the beauty of the city but also conveyed a sense of playfulness and creativity. The use of the Seine River, a central element in Paris, and the inclusion of swans add a touch of fantasy and elegance to the image.

The photo likely involved meticulous planning and coordination, from selecting the location and timing to ensure the perfect lighting and backdrop, to arranging the props and positioning the swans. While there is no specific mention of artificial intelligence being used in the creation of this photo, it is clear that traditional photography techniques and possibly digital editing tools played a role in bringing Jolly’s vision to life.”

                Sjónvarpsmynd frá setanini av olympisku leikunum í París 2024

Soleiðis fataði eg eisini drúgvu hátíðarløtuna, tá olympisku leikirnir vórðu settir í París við drúgva hvíta reiðmanninum, sum við olympiska flagginum á baki kanska er úr Opinberingini, ella av leiðini millum Athen og Sparta. Og prikkurin yvir I’ið varð settur uppi í Eiffeltorninum, tá hin avmaktaða Celine Dion vendi aftur úr deyðaríkinum og við ósvitaligari styrki sang hennara egnu version av klassikaranum hjá Edith Piaf Hymne d’Amour. Hetta er tað stórbærasta eg havi sæð í tilikum høpi. 

Íspinnarin av øllum, áðurnevndi Thomas Jolly, sigur sambært BBC við franska miðilin BFM: ” The idea was to do a big pagan party linked to the gods of Olympus…You'll never find in my work any desire to mock or denigrate anyone. I wanted a ceremony that brings people together, that reconciles, but also a ceremony that affirms our Republican values of liberty, equality and fraternity.”

Mín floksfelagi í Hoydølum, Anker Eli, sum í listarligum arbeiði hevur brúkt mytologisk evni, skrivar á Facebook, hvussu hann fatar brúktu myndaevnini í setanini hjá Thomas Jolly. Við loyvi frá honum endurgevi eg orðini:

”Nú øsa fólk seg um eina scenu frá byrjanarsýningini til olympisku leikirnar í París. Sambært østu fólkini, gjørdu fyrireikarnir gjøldur burturúr kristindóminum, tí motivið minti um málningin hjá Leonardo da Vinci av heilagu kvøldmáltíðini.

Mitt í myndini sat ein feit kona við einari krúnu, ið við einum góðum (illum) vilja kundi mint um eina gloriu - og við henni sótu transpersónar av ymsum slag.  Seinni kom eitt fat á borðið við einum bláum manni og ymsum fruktum etc.

Scenan var, heilt opinlýst, ein referansa til grikska guddómin Dionysos (róm.: Bacchus) ið varaði av víni, veitsluhaldi, ekstasu og villum bummfallera yvirhøvur. Krúnan á feitu konuni er ein referansa til brúðarkrúnuna hjá Ariadnu, konu Dionysos, sum hann seinni setti upp á himnahválvið sum Corona Borealis. Dionysos var, hóast sítt villa lyndi, ógvuliga góður við konu sína.

At Dionysos verður brúktur í samanhanginum, man vísa til hansara kynsliga promiskuitet. Seksuelt reið kynið honum ikki so tungt. Harafturat kemur hansara  lutur sum útstoyttur (orsaka av Heru, konu Zeus, sum ikki bríggjaði seg um hann, eftirsum Zeus fekk hann við frilluni Semele). Ein sera vælvald ímynd í hesum sambandinum.

At religiøsir fundamentalistar yvirhøvur eru sera lítið vitandi um annað enn leysrivin bíbliuvers, serliga sovorin ið kunna brúkast at harta onnur við, er ikki nakað nýtt. Men máti skal vera við, hvussu óupplýstur man kann vera.  

Hvat fae... hendi við almenna dannilsinum?

Tá tað er sagt, so eri eg alvorliga troyttur av at síggja menn við fullskeggi útklæddir sum kvinnur. Eitt er at ynskja at man hevði annan kynsligan samleika og kanska enntá vil broyta kyn. Men at føra seg fram sum eina parodi av hinum kyninum, er patetiskt. Flamboyanti vongurin av lgbt+ rørsluni hevur lyndi til at fara yvir gevind og tað skapar ikki tann vælvilja ið skal til fyri at "normalisera" støðuna í samfelagnum.”

Mín niðurstøða er, at myndir hava tað ikki gott í dannandi og uppbyggiliga undirvísingarverkinum. Ikki á nøkrum stigi. Myndir verða ikki virdar, fyri tað tær í sjálvum sær eru, men bara sum klípi at seta inn sum horror vacui í teksti, har hann kenst ov langur og leiðiligur, tí ræðslan fyri tí tóma, hevur tikið ræði. Nú mugu vit hava eina pausu. Og hartil eri eg komin nú. Og seti tí punktum. Vónandi fekst tú við, at eg haldi, at vit líða av bílætablindni. Tað eigur undirvísingarverkið at taka upp og gera nakað við.

Í fyrstuni var orðið. Soleiðis lesa vit. Rætta er, at í fyrstuni var myndin av orðinum.