Skip to main content

Styrkin er at dokumentera

Ísraelski varasendiharrin, Jonathan Lebel, í Varpinum við minniskorti frá Nova festivalinum

Hóskvøldið 29. august skipaði Maigun Solmunde fyri fyrstu almennu filmsýning í Varpinum. Sýndur varð ísraelski heimildarfilmurin ”06:30”, sum sipar til klokkuna hin 7. oktobur í fjør, tá Hamas leyp á trance festivalin Nova, sum eftir brasilskari fyrimynd úr Bahia varð hildin har suðuri i Negev oyðimørkini, fimm kilometur frá Gasamarkinum. 364 fólk vórðu myrd og 40 rænd. Líknandi tónleikafestivalur var í Norðradali herfyri.

Ísraelski varasendiharrin, Jonathan Lebel, hevði opnað dyr, so til bar at fáa spildurnýggja filmin higar at vísa fyrstu áskoðarafjøld í heiminum, hóast sýningin ikki var ein almenn og viðurkend frumsýning. Til tess krevst ein heilur festivalur við stórari skrá, søgu og fyrireikingarnevnd. Tílíkan hava vit ikki í landinum. 

Heiðurskonsulin í Føroyum, Svenning av Lofti, byrjaði við eini hugvekjandi minnissøgu úr skúlanum á Eiði, har hann byrjaði í 1946 og longu tá hefti seg við eitt av samanrullaðu landakortunum, tað av Palestina, sum av og á kom upp at hanga í landalæru, at lýsa støðuna úti í heimi. Tvey ár seinni kundi lærarinnan, sum var av Velbastað, gera eina nýggja striku á kortið, tí nú var eitt nýtt land komið til, Ísrael. Stutt og greið innleiðandi søga, sum Vinafelagið Føroyar-Ísrael eisini var við til at seta í karm. 

Men aftur til filmin. 

Sum eg skilji er hetta fyrsti filmur, sum útbúni leikstjórin Alon Daniel, ið arbeiðir í Tel Aviv og Milano, hevur gjørt í fullari longd. Tað eg dugi at síggja, hevur hann higartil arbeitt við tónleika- og lýsingafilmi sum í nýggjasta føri er gjørdur fyri Adidas og Birkenstock. Daniel er partur av einum stórum ísraelskum toymi hjá Tami Harlev, har tú beinanvegin varnast førleikan at brúka miðilin film sum listagrein og til samskifti, sum eisini fer yvir í tað handilsliga, at náa einum skara av fólki. Tað er styrkin í fremsta samskiftismiðili - filmi. 

Í sjey brotum letur hann fólk frá Nova festivalinum siga frá tí, sum púra óvantað hendi. Hóvsamt og reiðiligt, meðan myndatólið snurrar. At lýsa og undirbyggja hendingina, so sum hvørt einstakt heimildarfólk hevur upplivað hana, hevur leikstjórin gjørt animatiónir í staðin fyri at finna fram privatar upptøkur við fartelefon og tær tíðindafrásagnir, sum heimsins sjónvarpsstøðir beinanvegin kundu endurgeva sum sjokkrapportir frá degnum. Effektin er, at hendingin fær eitt varandi virði, har persónliga søgan stendur í fokus. Einki annað. Í endanum verða vit tó ikki snýtt fyri at síggja ørstutt brot úr real upptøkum av hvørjum einstøkum hendingarstaði á Nova festivalinum. Vit kunnu taka tað sum prógv fyri, at heimildarfólkini tala sætt og at vit sum áskoðarar verða vird.

Eftir at eg hevði summað meg og sanna, at hetta er ein lýsing, sum í fyrsta lagi ikki er ólík norska one-take filminum hjá Erik Poppe ”Utøya.22 juli” (2018), hefti eg meg við sjálvar animatiónirnar, ið eg fati sum eina kærleiksfulla heilsan til kanadiska stuttfilmin ”Toys” (1967), ið meistarin Grant Munro gjørdi um børn, sum fyri jól savnast í átta minttir uttanfyri eitt handilsvindeyga við krígsleikum. Bráddliga blíva tær livandi, krígsleikurnar, beint fyri eygum barnanna. Uppgáva er um filmin á jólasíðuni á undirvísingarportalinum Snar:

Annarleiðs enn blinkstrandi frágreiðingarnar í dagsaktuellu tíðindunum, eru hetta í øllum trimum førum filmar, sum liggja leingi á. Teir minna okkum eisini á, at holocaust er ikki eitt fyribrigdi, ið endaði í 1945 og bara viðvíkti einum fólki í einum landafrøðilga avmarkaðum øki. Fólkadráp kenna eingi mørk og taka seg støðugt upp. 

Síðan 7. oktobur hevur kríggið millum Ísrael og Hamas kostað fleiri enn 41.000 fólkum lívið, flestu í Gasageiranum. Av hesum eru 40.435 palestinar, meðan 1.478 eru ísraelar, siga almennar keldur. Av samlaða talinum eru 116 tíðindafólk, 111 palestinar, tvey úr Ísrael og trý úr Libanon. 224 hjálparfólk eru dripin í krígnum. 

Trúgvi, at einasti máti at byrgja fyri hesum fyri okkum so óskiljandi hendingum, er upplýsing og aftur upplýsing. Til tess hava vit skúlan. Kanska eitt sindur fátæksligt, men tað er einasta amboð, vit hava. Skúlan. Men sendistovur og sendiharrar kunnu eisini opna dyr, sum gjørt varð í hesum føri. Partarnir, ið møttust í Varpinum, eru samdir um, at føroyingar eiga at verða bodnir til Jerusalem Film Festival at velja film at vísa her í landinum. Takk fyri gott tiltak og góðan film í nýggjum hølum við góðum ljóði og ljósi. Her er nógv at seta á breddan. Bravo!