Bóndahjúnini í Dímun, Jógvan Jón og Eva, avmyndað í egna bryggjarínum, har tey á søguliga garðinum í dag bjóðaðu trý sløg av rabarbuvíni.
Í góðveðrinum í dag fóru vit við tyrlu til Dímunar at vitja bónadhjúnini, sum høvdu bjóðað at smakkað fyrsta bryggj, sum er latið á fløsku, og nú kemur í handilsliga umferð, ikki bara til vitjandi á garðinum og tollfría sølu á flogvøllinum og umborða á Norrönu, men eisini í Rúsuni.
Innkeypsleiðarin, Rúni Herup Olsen, sigur, at um mánaðarskiftið septembur-oktobur kann vøran væntast at vera á hillunum í Rúsuni.
Etikettirnar hevur Teitur Ellingsgaard gjørt.
- Øll krøv eru í ordan, sigur Jógvan Jón og leggur afturat, at tey hava fingist við bryggj síðan 2019. Hjúnini hava verið her úti í tólv ár.
- Rótabryggj var fyrsta royndin, og nú hava vit fingið bryggjararnar, Høgna Jensen og Søren Antoft, at hjálpa okkum. Eisini hava Gutti, Karin Visth og Karl Aage lagt okkum lag á, so vit ikki standa við nøkrum barnasjúkum. Eitt hálvt tons av vínrabarbum eru komnar frá Heina bónda í Vestmanna, úr Suðuroy og aðrastaðni úr landinum, tilsamans eru 800 litrar bryggjaðir í tangunum. Rabarbur vaksa ikki so væl herúti, sigur Jógvan Jón, sum er heiman av Sandi og brúkar vendingina smæg, tá hann útgreinar, hvussu upplivingin av rabarbu skal kennast, tá hon er bryggja, hevur staðið síðan í januar, fer úr fløskuni og í glasið. Kann verða, tað er ávirkan úr Suðuroy, sigur hann, tá vit millum smakkirnar fortapa okkum í tosinum um máliskur.
- Tað bleiv okkurt, sum varð veikari, og so tann vegin sum likørur. Í tí fyrra førinum, Barba, 10% við nakað av søtleika og eitt sindur av boblum, Søta Barba, sum er 17,5% og væl søtari. Triðja bryggið er Villa Barba, sum í alkoholstyrki er 25%, og hevur ein runding, sum passar væl uttan farra av etanolsmakki, sigur Jógvan Jón við tangarnar úti í Dímun og nevnir samstarvið við Faer Isles Distillery.
- Alt er frá pressaðu fruktini, rabarbunum, við tí djúsi vit fáa burturúr. So fer bryggingin í gongd við sukuri og tí, sum hoyrir til. Heima ger onkur tað, at tey leggja rabarbustykki í sterkt etanol. Tað er ikki tað, vit gera. Vit bryggja og royna støðugt at fáa góðan smæg, sum Jógvan Jón, sigur.
- Tað smakkar væl. Lógin heimilar at vit selja her hjá okkum, tá vitjan er, og frá okkum sjálvum. Vit fara at royna at selja í Rúsuni eisni, so tað kann verða okkara vindeyga, sigur Eva og skeinkir Barbu upp í svalliga glasið.
Hetta við at konservera avgrøði til matna, ella sum orðabókin sigur: sjóða ella kóka niður, niðursjóða og haldbúgva, er ein lívgandi gerð, nú summarið er farið og heystið kemur á okkum. Rabarba á fløsku er ein tølandi tanki. Sigga Rasmussen sigur í talgildu bókini Plantur til matna (2024), at vit kunnu býta rabarburnar sundur í tríggjar bólkar eftir litinum á blaðstelkinum:
Stelkur reyður innan og uttan: ‘Early Red’, ‘Elmsfeuer’ og ‘Vínrabarbur úr Svendborg’
Stelkur grønur innan og reyður í neðra uttan: ‘Linnæus’
Stelkur grønur innan, og oftast grønur uttan: ‘Viktoria’ gamalt sera stórvaksið slag
- Søtt, turt, og hvat er rabarbusmakkur, sum flestu kenna sum súltutoy, hugleiðir Eva. Og so er tað alkoholstyrkin, sum skilir partarnar í trý.
Eitt kalt glas av Barbu fellir mær væl. Riggar væl til fiskasúpan, rækjur, laksapaté og melón, men eisini í einum øðrum giri til dessert við makrónum og rabarbutrifli. Søta Barba til stokt ræst kjøt og feitan ost við kili. Villa Barba kann sum ein lagaligur snapsur hugsast at skola góman, eisini eftir garnatálg. Jóhan og Óla Jákup er lívlangir vinir og hava, umframt so mangt annað, Rolling Stones sum felags áhugamál. Av oynni hevur hann nýflett lamb við til Havnar.
Eftir smakkkjakið í bryggjarínum úti í fjósinum, fara vit inn í søguliga køkin, har øll eru savnað til drekkamunn við búgvið borð. Fyri endanum situr Óla Jákup við síðuna av dóttrini Evu.
Inni í stovuni er málningur eftir Kristini í Geil av ”blinda bónda”, og fyri endanum hongur altartalva við Emmaus sum myndaveni, ið sami Falk Rønne sum gjørdi altartalvuna í Sumba, málaði.
Ein áhugaverd snarferð úr høvuðsstaðnum er komin at enda og stundir eru at flúgva heim aftur. Hetta við at tileinkisgera og nullstilla tíð og frástøðu er eins tølandi nú og á døgum Jules Vernes. Ein tíðarmaskina í okkara egna veruleika. Úr erva sæst hoygging í Trøðum á Sandi, og so hitt ræðandi grótbrotið á Glyvursnesi, grefligasta dømi á okkara leiðum, hvussu mannahond kann leggja seg á óspilta náttúru, uttan at eg veit hvør meiningin er. Men í dag kundi hetta verið heimstaður fyri so mangt í høvuðsstaðnum, nú kommunuval er í hondum. Livst, so spyrst.