Skip to main content

Polarisering sum lívsendamál


At Føroyar blivu eitt valdømi og allar oyggjar, higartil uttan Suðuroyggin, skuldu sambindast í einum vegakervi, bygdi á visiónina um, at her búði eitt fólk, sum skuldi hava ikki bara líkaliga atgongd til samfelagsins ágóðar, men eisini júst ta atgongd, tú sjálv ella sjálvur valdi, tá umræður arbeiði, bústað og rekreativar frítíðarmøguleikar. Flytføri var mantra.

Ístaðin fyri at fáa eitt javntsett samfelag við heimsins rættasta Ginitali, eru vit blivin meira polariserað enn nakrantíð. Hetta er sum ein forstokkað meinigheit, ið bara er samd um eitt. At vísa næstu meinigheit bakið.

Nýggjasta dømið um hetta er veljarakanningin, har talgilda Vikublaðið hjá Portalinum hevur spurt Spyr.fo um, hvønn flokk fimmhundrað fólk høvdu valt, var val í dag. Tá sæst hin grefligasti munur á bygd og býi, sum eg nakrantíð havi sæð. Eins og í øðrum londum kastar tann seiglívaði losjufelagsskapur, ið kallar seg politiskar flokkar, og fær løn, skrivstovuhald og allan hugsandi almennan stuðul til endamálið, framhaldandi brand á polariserandi bálið.

Ikki bara Vikuskiftisblaðið hjá Portalinum, men eisini oddagreinin í donsku Weekendavísini, viðger eitt nýtt slag av polarisering, sum blaðstjórin, Krasnik, tekur at sær, tí hann sjálvur er av jødiskari ætt. Tað hevur hann verið Føroyum og sagt nógv áhugavert um.

Men hetta við at seta seg sjálvan í eina observerandi oddagrein og skriva um, hvussu hatsk fólk eru blivin móti øllum, ið jødiskt er, serliga tey vinstrasinnaðu, sum samstundis eru Palestinafjepparar um ein enn óskornan háls, tað fær meg at undrast, at hin støðufasti og analytiskt hvassi blaðstjórin antin hevur mist jørðforbindilsið ella er farin at skriva í eitt meinigheitsblað. Gerist sannførdur um hetta seinna, tá hann grevur upp ein jurist, sum hevði við Brotsmannaliðið í Blekingegade i Keypmannahavn fyri hálvari øld síðan at gera og har hevði atgongd til ein deyðslista við 300 jødum. Ístaðin fyri at hyggja analytiskt at tí, sum øll heimsopiniónin er upptikin av - dagligu drápunum í Gaza, sum hava bíbilskar dimensjónir, so stór eru tey í tali, drápini har í geiranum, sum ikki eru sjálvmorð, tað eg veit. Um tey fara í søguna sum staðfest fólkadráp, so verður trupult í komandi tíðum at undirvísa í Holocaust, sum ikki endaði tá nazisman fór í søguna og kríggið hjá Hitler var av. 

Teir samfelagsligu og millumfólkaligu tættir, sum eftir eini gjøgnumgranskaðari ás lýsa, hvussu fólkamorð altíð kunnu taka seg upp, eru greiðari enn nakrantíð settir upp í tíggju brotum í gransking hjá amerikanska Gregory Stanton.

Í flim-flam landinum USA hava forsetauppskotini hjá demokratum og republikaraum gyrt seg inni í hvør sínum tykisheimi, sum hevur eitt endamál: makt. Amboðið er at blaka runu, hvør eftir øðrum. Trump vil geva teim ómælandi á bygd sjónligheit, ávirkan og makt. Tað gerst fyrst og best við at steina tilflytarar, sum eta hund á torginum í Springfield. Harris, ikki Emmylou, men Kamela, vil lyfta miðalstættina fram. Tað ger hon á so dannaðan og væleydnaðan hátt, at næsti vápnabróður Trumps, bygdaskemtarin Vance, finnur uppá vendingina barnleysar kvinnur við kettu. Meira sjávinistiskt kann tað neyvan blíva.

Heimsins størsta poppstjørna, Taylor Swift, reagerar og er nú blivin so polariserað, at sum kvinna kunngerð hon sjálvsagt eina sjálvsmynd - við kettu - sum eina anti Vance mynd, ið skal stuðla Harris. So kunnu vit syngja eitt sindur meira av rættvísispoppi.

Og her heima, tjae, tann flokkur, eg altíð havi bekent meg til, er blivin ein grønur flokkur. Burturav grønur. Tað manglar bara at hann kunnger nýggja navnið. Kanska fer vánaliga úrslitið í dagsins veljarakanning at elva til tað. At flokkurin fer í tvey. Eina upprunaleið og eina grøna leið. Tað var so mítt íkast í einum polariseraðum morgun fjúrtanda septembur. Nú fari eg at spæla Harris, ikki Kamelu, men Emmylou. Í morgin fer hon niðan til Jerúsalem.

Myndin er klipt av Blaðnum hjá Portalinum í dag