Fyri fyrstu ferð hava brøðurnir Finnur og Thomas Koba arbeitt saman. Úrslitið er heimildarfilmurin "Bass Elvis & Jesus á Mallorka".
Í kvøld varð eg boðin í biograf í Vestmanna. Við útsikt til Gideon og Føroya elsta biograf, fekk eg fyrst salat við geitaosti, sum Rúna og Thomas høvdu gjørt í hugnaligu húsunum við Skálaveg. So varð tendrað í biografinum niðriundir við nýbryggjaðum kaffi afturvið.
Hóskvøldið 26. septembur byrjar Kringvarpið at senda nýggjar heimildarfilmar. Fyrsti er ein nærgangandi lýsing av 53 ára gamla leirvíkinginum, Jóannesi Joensen. Mystiska heitið sipar til, at høvuðspersónurin, sum við egnum orðum lýsir seg skizofrenan, dámar at syngja og síggja út sum Elvis. Tá hann í drúgva tíð hevði gjørt tað til yvirmáls á Mallorka við einum sjovi, sum vardi hálvan annan tíma hvørja ferð, fellir hann ein dag í 1997 í óvit á strondini. Vaknaður, sær hann Jesus fyri sær, peikandi uppeftir við aðrari hondini, og niðureftir við hinari. Eftir hetta tekin fer hann aftur til heimbygdina.
Ein lyklasena er, tá hann í garasjuni hittir farbróðurin, sum er psykiatari. Hetta gera teir mest sum hvønn dag, skilst av filminum. Tá dagsins garasjufundur er liðugur, fara teir uttan nakað hóvasták framvið hvørjum øðrum í tøgn, Jóannes stetlandi, tí hált er í túninum. Ein bjart poetiskt lýsandi sena.
Sum filmurin gongur, kenni eg djúpu vibratorøddina aftur úr Útvarpinum. Í eini senu inni í Effo handlinum í Leirvík renna Jóannes og sangurin Eg rokki nú saman in real time og hann peikar á myndamannin, sum amerikansku forsetarnir gera, tí nú stendur nakað álvarsamt fyri. Spontant upptraðkar hann fyri okkum og spælir luftgittar meðan Hvannastein hevur eina solo á ljóðsporinum. Alt samalt pakka inn í eina løtu við vegin, handilin og bensinsøluna, sum er meginnervalagið í nútímans bygdini. Aftur býr nakað poetiskt og ektað í senuni, sum ikki er útleverandi. Teir duga og virða hatta markið, brøðurnir Finnur og Thomas.
- Hvussu hevur tú tað ídag, er byrjandi álvarssetningurin við stovuborðið.
Ein onnur stjønuglampandi sena er, tá vit hoyra Sangin Leirvík, mín bygd meðan etikettirnar hjá vinmanninum, Jan, ið hevur Prima Fisk, fara gjøgnum prentarin. Filmurin dugir at faga tað stillisliga absurda í gerandisdegnum.
Hetta eyðkennir filmin, sum við Finni fer varisliga fram í heimligum rúmum. Eisini uppi á loftinum, har hann hevur klædnadraktir, sum ímynda Elvis og Freddy Mercury. Mamman er niðri í køkinum og henni dámar best sangin um røddirnar, sonurin hoyrir.
So ringir telefonin og hann verður biðin at syngja til ein jólafrokost í Havn. Tøknin skal fyrireikast og ein sjaførur skal koyra. Jóannes greiðir frá, hvussu fegin hann er um at upptraðka, og at tað er sum ein kontakt, hann kann tendra og sløkkja, tá hann syngur fyri fólki. Í hesi senu ikki bara sær hann út sum Elvis, hann er Elvis og tekur í hondina á hvørjum einstøkum, tá orðini ”Take my hand, take my whole world too” fella. Ein nemandi sena, sum kanska verður eftirspurd til jólafrokostar í ár.
Henda fasinatión av Elvis fær meg enn einaferð at hugsa um The Residents og plátuna The King and Eye (1989), sum er ein søga um barnið, ið so fegið vildi verða kongur, at hann bleiv kongur, ein baby king, sum abbin fortelur abbasoninum. Hugtakandi fyri Elvis afficiandos. Men Bergman spøkir eisini í huganum, tá eg síggi henda filmin hjá Koba brøðrunum. Serliga margtýddu Tysnaden og Persona frá 63 og 66, sum í løgum lýsa systrar, har onnur er sjúk, í einum ókendum landi, har kríggið tykist hótta, og í hinum nýggjara filminum, har ilt verður at skilja millum sjúkling og sjúkrasystir, tá onnur ikki vil tosað. Í so máta er tað øvut í Koba filminum, tí her vil høvuðspersónurin so eksplisitt syngja og upptraðka. Ja, hansara mantra er, at tú, áskoðarin og lurtarin, skalt syngja tær ein sang.
Allur filmurin er filmaður við eini russiskari Helios 44, 58 mm linsu, sum gevur filminum ein egnan og serstakan estetikk og stíl, serliga í nærmyndum við sjáldsama góðari fokusdýpd.
Ein lívsjáttandi filmur um ein mann eg ikki kendi, er komin at enda. Takk fyri lýsingina, takk fyri innlitið og ásannina av, at sangur og tónleikur er lekidómur, sum krevst til dagin og vegin. Uttan tey bæði, sangin og tónleikin, er einki. Tá verður gerandisdagurin tómur og uttan innihald. Tað er tí tú, við heilsan úr Leirvík, skalt syngja tær ein sang.