Meir enn 2500 atgongumerki vórðu seld í forsølu til stop-motion-animatiónsfilmin Klintrimús og hini dýrini í Vallbakkaskóginum, sum Kringvarpið hevur latið í føroyskan ham, og nú gongur í Havnar Bio
Soleiðis søgdu tey í hópatali. Vit fara at síggja føroyskan film! Klintrimús og hini dýrini í Vallbakkaskóginum. Wauw. Tankarnir ganga aftur til bilettsøluna og biografdagarnar við høvdingasoninum, Winnetou, og týska maskinmeistaranum, Old Shatterhand. Hóast ymiskir, skuldu teir bjarga søguni og skipa lógloysið, so allir nýbyggjarar kunnu liva í sátt og semju. Teir á preriuni og nú dýrini í Vallbakkaskóginum. So er vøllurin settur, teknaður og máldur upp.
Tankin kann ikki hugsast liðugur, uttan at taka støðu til, hvussu uppbyggiligt Kringvarpið hevur verið í júst hesum føri, meðan eins almenna arbeiðsplássið, sum við parlamentariskari valskipan í rygginum er beint hinumegin vegin, Mentanarnevnd Føroya Løgtings, á jólum í fjør fekk konfirmerað, at biografur skuldi skrivast út úr føroyskum lógarsmíði. Ferditt.
Bjarni Árting Rubeksen tók myndina
Lukkutíð hevur innantóma politiskt stýrda proklamatiónin tapt í almennari mentanarfatan og praktiskari útbreiðslu, nú Kringvarpið tók á seg at gera børnum film á føroyskum, og at lata øll sleppa at loysa bilett og síggja hann. - Á einum kempistórum sjónvarpi, sum ein tólv ára gamal segði í Barnaútvarpinum mikumorgunin.
Bjarni Árting Rubeksen tók myndina
Og har skal filmur upplivast, í friðhalgaða biografrúminum við røttum ljósi og ljóði enntá í Dolby surround 7.1, sum Mikkjal revur ger sær so dælt av, at drongurin frammanfyri peikar upp í loft og aftureftir: - Mamma, hann kom har frá, Mikkjal revur!
Bjarni Árting Rubeksen tók myndina
Biografur, tað er upplivingarrúmið til film. Og tað er eingin sjálvfylgja, at vit eiga eittans tílíkt varðveitingarvert biografrúm. Takk til Kringvarpið fyri uppbyggiligan mentanarpolitik, ið hevur sett sær fyri at vera kommunikativur, leita upp og finna ein marknað - børnini.
Klintrimús og hini dýrini í Vallbakkaskóginum eru ørindini í Havnar Bio í dag. Og eg havi fingið sess við síðuna av høvuðspersóninum.
Birgir Kruse tók ovaru myndina og Bjarni Árting Rubeksen niðaru myndina
Mortan skógmús (Jákup Dahl Wardum) spyr høvuðspersónin, Klintrimús (Bára Berghamar Danielsen), um man kann liva av at spæla og syngja. - Man doyr so ikki av tí, sigur hin musikalska Klintrimúsin, ið dugir at hugna sær, og kanska sleppa undan nokkso nógvum í gerandisdegnum, tí hann kann altíð dúva uppá nøtugoymsluna hjá Mortani skógmús. Her er eingin ironi og sarkasma til tey vaksnu, men ein logikkur og sjálvsøgd barnavísund, sum eisini kann klekja eksistentiell gullegg: Vart tú ikki so lítil, so hevði tú blivi til nakað stórt, sigur omman.
Bjarni Árting Rubeksen tók myndina
Eins og amerikanarar siga søgu og byggja tjóðskparligar fyrimyndir í biografi, sum var tað ein skúlastova, serliga í førinum Steven Spielberg, so er Thorbjørn Egner ein fyrimyndarligur norskur moralistur í týdninginum virðisskapari í barnahædd. Í Karius og Baktus læra børnini, at tú mást ikki eta ov nógv søtmeti, í Kardomummubýi mást tú ikki stjala ommur og í Vallbakkaskógi skulu øll verða vinir, betri vinir enn nakrantíð, læra seg fundarsið og at vitja fólk. Tað er missiónin, sum Egner í hesum føri egnir við.
Snildur, sum Mikkjal revur (Jákup Veyhe) er at fáa mettuna og eta alt, hann kemur framá, er hetta eisini avbjóðingin hjá hinum dýrunum í skóginum. Eitt stuttlig brot, har børnini liva við, er, tá spurt verður um teimum dáma gularøtur, og tá Kráku-Per (Finnur Hansen) og Bakaradrongurin (Heri J. Hansen) lokka revin burturfrá mýsnum og søtu køkunum.
Millum fremstu animeraðu leiklutirnir er Klintrimús, sum alla tíðina skal snúgva sær undan Mikkjali revi, so hon ikki verður etin. Omma Mortan Skógmús, Skógmúsomman (Jensina Olsen), skal á sama hátt vara seg fyri tindasvíninum, Pætur Pinnagrísi (Edvin Niclasen), og Haru-Per bakarameistari (Gundur Johansen), skal læra Bakaradrongin at gera ordiligar piparkøkur. Skógarsamfelagið, ið ikki er so ólíkt okkara, má skipast, so lóg og landaskil ræður - og øll verða vinir og eingin etur hvønn annan. Bamsu-Pól (Hans Pauli W. Tórgarð) tryggjar við væl moduleraðari rødd lógarsmíðið, sum eisini ásetur, at tú skalt eta tey epli, tú sjálv hevur velt, fyri at sitera hin vaksna kára p. Hetta verður ein avbjóðing hjá Klintrimús. Men tá tey saman skulu bjarga Murrimann (Tollakur Djurhuus) frá illu Konuni (Elsa Maria M. Olsen) og Manninum (Hjálmar Dam) á Garðinum, stendur alt í nýggjum fatanarljósi, akkurát sum í felagsskapandi ævintýrunum hjá Grimm og teimum. Og so endar alt í einum stórum 50 ára føðingardegi. Mariana Winther Nagata syngur øll kór.
Føroysku røddirnar eru væl valdar. Onkra rødd kenna vit, fremst fyri í mínum huga er Jákup Veyhe sum Mikkjal revur við einum snúnum og snurrisliga ertandi máli og tosingarlagi, altíð uppá lúr. Hvat finnur hann nú uppá? Og er hann nú so svarthvítur, sum leikluturin leggur upp til? Kanska er hann úr Havn, hugsi eg, og haldi honum upp móti stílskapandi grundaranum, Hermanni Jacobsen (1942-1988) og danska Lars Mikkelsen. Frálíkt stoff til fiktión, óansæð pall og framsetingarform. Og lat meg eisini nevna, at norska Skógmúsomman í filminum frá 2016 er stjørnan Wenche Myhre, sum Jensina Olsen ikki stendur aftanfyri í sangi, heldur øvut. Føroysku røddirnar eru lagdar út um alt landið, so øll føroysk málføri eru við. Flott landsdekkandi avrik.
Upprunin er norskur stop-motion-animatiónsfilmur frá 2016, sum byggir á kendu søguna hjá høvundanum, teknaranum, tónaskaldinum og sálmayrkjaranum, Thorbjørn Egner (1912-1990), frá 1953, ið vit eisini kenna sum klassiskan útvarpsleik hjá Eyðuni Johannesen frá 1961, ið júst hevur verið endursendur í Barnaútvarpinum. Hetta sama árið, 1961, kom eisini grammofonplátan við Fólkum og dølgum úr Kardumummubýi. Men útvarpsversjónin av leikinum Klintrimús og dýrunum í Vallbakkaskógnum, man vera tað nærmasta, vit koma hugtakinum fólkaogn í Føroyum, í hvussu er síðan Útvarpið byrjaði at senda. Tá fóru vit at floyta. Prentaða søgan kom út í bók við týðingini hjá Eyðuni Johannesen og tekningum hjá Egner sjálvum í 1979.
Bjarni Árting Rubeksen tók myndina
Í skrásetingini hjá Landsbókasavninum stendur, at Klintrimús og hini dýrini í Vallbakkaskóginum í hesum formati eru djórasøgur fyri børn frá fýra ára alduri, har evni eisini er skógurin. Tikið verður saman um við hesum setningi: ”Klintrimús vil heldur syngja og spæla allan dagin enn arbeiða og henta nøtir”.
Gjøgnum norsku versjoneringina er sama gamla søgan sett upp av nýggjum, og vit fáa onkran nýggjan sang eisini. Síggi, at norski kvinnubólkurin Katzenjammer, sum var við á G! festivalinum í 2009, er við í norska filminum, og er nú grundarlagið undir føroysku sangunum, sum eru lagdir omaná. Riggar so væl, at filmurin kundi verið upprunaføroyskur frá fyrstu hond.
Eftir einum ári í biografunum fekk norski filmurin í 2017 virðisløn sum hin besti ætlaður børnum. Hetta var fjórða virðisløn, sum leikstjórin Rasmus Andre Sivertsen (f.1972), fekk fyri at gera tað besta til børn í norskum biografum, sum eru eitt mekka hjá børnum í øllum aldri at savnast í.
Hinir biograffilmarnir vóru Pelle Politibil på sporet (2013), Solan og Ludvig - Jul i Flåklypa (2013) og Knutsen & Ludvigsen og den fæle Rasputin (2015).
Filmurin frá 2013 um Solan og Ludvig bygdi á søguna hjá Kjell Aukrust (1920-2002), sum í 1975 bleiv til fremsta norska barnafilmsklassikara, Flåklypa Grand Prix, har Ivo Caprino (1920-2001) setti saman, fann uppá og leikstjórnaði. Júst hesin er ein av mínum yndisfilmum, soleiðis yvirhøvur, men serliga tá teir tekniskt og innihaldsliga koyra um kapp eftir vegnum, ið er sum at koyra við nógvari ferð eftir bylgjuta Saksunarvegnum, onkuntíð mest sum leys uppfrá. Skuldi eg ynskt eitt føroyskt framleiðsluframhald, var tað hesin filmur, Flyklåpa Grand Prix.
Bjarni Árting Rubeksen tók myndina
Filmseftirlit og øll vegleiðing á barnamentanarøkinum eru suspenderað og spard burtur, meðan leikfólk við øllum handa lógbókum í hond og fremmandum fyrilestrahaldarum øsa seg upp um skíggjar. Visuelt hava vit tað ikki gott í føroysku skógini. Her er eingin, sum vil okkum væl. Tí ber ikki til í almenna geiranum at vísa á eina fakliga meting um, hvør kann síggja filmin og hvussu hann kann fatast og brúkast, og hvør møguliga kann blíva bangin av honum. Men eg vildi mett, at føroyski biograffilmurin um Klintrimús og børnini í Valdbakkaskóginum er fyri børn, sum eru fýra ár og eldri - og elska føroyskt.
Birgir Kruse tók myndina
Filmurin varir fimm korter, 75 minuttir, sum er passandi longd við børnum í kollektiva upplivingarrúminum. Páll Danielsen er verkætlanarleiðari og leikstjóri, Jonna F. Mortensen hevur samskipað og Finnur Hansen hevur verið teknikari og hildið stýr á øllum kanalunum, so einki kemur í bland. Jonna hevur skilliga verið framúr at marknaðarføra filmin og minna okkum á hann, serliga við frágreiðingini hjá Thedor E. D. Olsen, presti, sum í Barnaútvarpinum í morgun kundi seta Egner inn í tørvspyramiduna hjá Maslow frá botninum og upp, har Klintrimús sat ovast og revurin ikki varð dømdur úti. Gott Barnaútvarp.
Norska filmshandritið hava Marið E. Persson, Guðrið Rubeksen og Erla Zachariassen týtt, so alt er munnrætt á stóra løriftinum.
Bjarni Árting Rubeksen tók myndina
Haldi, at Klintrimús og hini dýrini í Vallbakkaskóginum er besta commodity, vøra, og besta vehicle, miðil og høvi at læra seg føroyskt, uttan at troyttast.
Við eini frásagnargleði, sum endurspeglast í hvørjum setningi, klippi, sekvensi og broti, er hetta mentanarátak hjá Kringvarpinum einki annað enn framúr.
Frásagnargleði skal spjaðast út um alt landið, so børn taka við henni og teim upplivingum, har tey eru, og síðani fara at lesa, eru tey ikki longu byrjað. Tí lesing er ikki sum at siga tað. Millum yngstu bólkar at læra seg eitt mál, sprettir lesing fyrst og fremst úr innbjóðandi frásagnargleði, ið er livandi og viðkomandi í gerandisdegnum, har tú ert. Verður ikki farið skilvíst fram á hesum øki, so endurtaka vit ikki bara, men breiðka enn meir um ta djúpu gjógv, sum altíð hevur verið millum tey, ið lesa nógv og tey, sum lesa lítið. Kann væl vera, at skúlin er tann stovnur, sum uttan at vilja tað, fær lutin at repetera og sementera hesa stættarelvandi skeikling.
Stop-motion-animatiónsfilmurin Klintrimús og hini dýrini í Vallbakkaskóginum, sum Kringvarpið hevur latið í føroyskan ham og Havnar Bio vísir, minkar hugfarsliga um hesa óneyðugu gjónna, sum í markanta stættarsamfelagnum kennist mær breiðari enn nakrantíð.
Framúr føroyskur filmur!
- Egnar piparkøkur smakka best. Um øll vóru vinir, so kundu tey stóru hjálpt teimum smáu og tey smáu hjálpt teimum stóru, tí tað er so mangt, ið tey smáu duga, sum tey stóru ikki eru før fyri. Og øll skulu vera vinir og eingin skal eta hvønn annan.
Soleiðis er tað.
Og so elski eg Kringvarpið fyri púra ósjálvsøkið at hjúkla um biografin, hin einasta vit eiga eftir.