Hvørt mikukvøld sýnir Filmsfelagið ein úrvaldan nýggjan film í Havnar Bio. Undirtøkan er góð, og mikukvøldið, tá Turið Maria Jóhansdóttir, aðalskrivari í Amnesty International, Føroya deild, innleiddi, var fult hús. Tá varð sýndur nýggi ísraelskt-palestinski heimildarfilmurin No Other Land.
Neyvan nakað evni á filmi kann savna so nógv fólk, sum just filmur um Holocaust og aktuellu støðuna í Ísrael og grannalondum tess, eisini í filmi, sum ísraelska Sendistovan í Keypmannahavn hevur útvegað, ofta um avbjóðandi evni sum samkyndleika og ivasama búseting á Vestara Áarbakka.
Í framhaldi av hesum tanka er eisini vert at geva sær far um, at á hvørjum ár verður altjóða Holocaustdagurin, 27. januar, hildin í føroyska skúlanum. Enn ein minningardagur er 9. desembur, sum tekur støði í hesum sama degi í 1948, tá ST gjørdi sáttmála um International Day of Commemoration and Dignity of the Victims of the Crime of Genocide and of the Prevention of this Crime.
Umframt at undirtøkan fyri filmi í Filmsfelagnum er javnt stór, er tað serliga omanfyrinevndu evni, ið hava trúfastasta undirtøku, og eisini verða ríkað við nýggjum filmum hvørt ár. Allir hesir filmar verða settir á skrá í Filmsfelagnum.
Her eru inngangsorðini hjá Turið Mariu Jóhansdóttir, innan filmurin Einki annða land – No other Land, varð sýndur fyri fullum Sali:
Gott kvøld, tit
Eg eiti Turið Maria, og vegna Amnesty Føroyar eri eg biðin at siga nøkur orð áðrenn filmin í kvøld. Takk fyri tað, og takk fyri avbjóðingina at siga okkurt um hetta stóra evnið upp á 5 minuttir.
No Other Land er framleiddur av palestinska journalistinum, aktivistium og juralesandi Basel Adra og ísraelska journalistinum Yuval Abraham. Basel er úr Masafer Yatta á Vestara Áarbakka, og Yuval úr Be'er-Sheva í Ísrael, ein hálvan tíma frá Masafer Yatta.
Filmurin hevur fingið stóra viðurkenning og vunnið virðislønir. Hann hevur eisini fingið nógva umrøðu, og er fagnaður fyri erliga innlitið í veruleikan í Masafar Yatta, og eisini er hann lagdur undir at vera antisemitiskur.
Filmurin kemur út eitt tíðspunkt, har støðan í Ísrael og hersettu palestinsku økjunum ongantíð hevur verið verri. Filmurin rakar í eina polarisering millum fólk – bæði í stríðnum og uttanfyri.
-
Filmurin vísir brutala veruleikan hjá íbúgvunum í Masafer Yatta - eitt øki í sunnara parti av Vestara Áarbakka við 12 bygdum. Filmurin gevur eitt erligt og skakandi innlit í, hvussu ísraelska hersetingin, búsetingarnar og yvirveldið ávirka gerandisdagin, lívið og tilverugrundarlagið hjá íbúgvunum í Masafer Yatta. Og hjá nógvum palestinum - og øðrum fólkabólkum - sum heild, tí støðan í Masafer Yatta er tíverri einki eindømi.
-
Síðan 1967 hava Vestari Áarbakki, Gasageirin og Eysturjerusalem verið hersett av Ísrael. Hersetingin er gjøgnum árini ment til eina varandi herseting, sum er ólógligt sambært altjóðalóg.
Vestari Áarbakki verður býttur í øki A, B og C. Masafer Yatta er í øki C, sum telur uml 60% av Vestara Áarbakka, og er undir ísraelskum stýri.
Í 2023 búðu sambært UN Habitat 300.000 palestinar í øki C og sambært ávíkavist B’Tselem og Peace Now búðu millum 300.000-450.000 búsetarar í øki C.
Hóast búsetingarnar á hersetta palestinska økinum eru ólóligar sambært altjóðalóg, veksur talið av búsetarum og búsetingum í Vestara Áarbakka alsamt.
Ísrael hevur flokkað mesta av Masafer Yatta at vera øki til hernaðarvenjingar og hernaðarlig endamál. Í mai 2022 staðfesti Hægstirættur í Ísrael, at burturflytingin av íbúgvunum í Masafer Yatta kundi byrja.
-
Tað er tíverri einki nýtt í, at palestinsk heim verða rivin niður. Tí í meira enn 75 ár hevur Ísrael rikið palestinsk samfeløg burtur og rivið palestinsk heim í túsundatali niður.
Niðurrívingin av palestinskum húsum verður grundgivin við, at húsini eru bygd uttan loyvir. Loyvir, sum palestinar skulu biðja um hjá ísraelskum myndugleikum, men sum tó oftast verða teimum sýtt.
í 2020 vórðu 18 palestinskir bygningar rívnir niður hvørja viku á Vestara Áarbakka. Sama ár vórðu 1094 byggiloyvi givin til ísraelar, og 1 til palestinar. Í 2022 metti Amnesty, at 150.000 palestinar livdu við hóttanini um at heim teirra skuldi rívast niður.
-
At petta palestinska økið sundur og taka jørðina frá teimum tænir einum endamáli. Hetta er partur av grundarlagnum undir ísraelsku apartheidskipanini.
Eftir drúgt kanningararbeiðið, kom Amnesty í 2022 til ta niðurstøðu, at Ísrael fremur apartheit móti palestinum. Apartheid er eitt so álvarsamt brot á altjóða lóg, at tað veðrur lýst sum brotsgerð ímóti mannaættini. Tað verður framt við tí serstaka endamáli at halda uppi eini skipan, har ið ein fólkabólkur hevur eftirlit við og yvirræði yvir einum øðrum. Ísrael heldur uppi eini slíkari skipan við lógum, politikkum og praktikkum, sum tilvitað kúgar og stýrir palestinum t.d. við at taka land, tilfeingi og ognir frá teimum.
-
Tá No Other Land vann áskoðaravirðislønina og virðislønina fyri besta heimildarfilm á Berlinaluni, segði Yuval í takkarrøðuni: “Eg eri ísraeli, og um tveir dagar, fara vit aftur til eitt land, har vit ikki eru javnsettir. Eg livi undir sivillóg og Basel undir hernaðarlóg. Vit búgva 30 minuttir frá hvørjum øðrum, men eg havi valrætt og Basel hevur ikki valrætt. Eg kann ferðast frítt í hesum landinum. Basel er - sum milliónir av palestinum - læstur inni í hersetta Vestara Áarbakka. Støðan av apartheid ímillum okkum, hesin ójavnin, má enda.”
-
Av tí at Yuval er ísraelskur jødi, hevur hann eitt samleikaprógv, sum gevur honum ávís rættindi og frælsi.
Palestinar hava fýra sløg av samleikakortum - alt eftir, hvar teir búgva. Eingir palestinar hava somu frælsi og rættindi sum ísraelskir jødar - hvørki í Ísrael ella hersetta palestinska økinum.
Basel hevur eitt grønt samleikakort, sum gevur honum rætt at búgva í ávísum enklavum í Vestara Áarbakka. Hann kann ikki stilla upp til val ella atkvøða. Hann kann ferðast til Gasa ella Eysturjerusalem, men til tað krevst eitt loyvi frá ísraelskum myndugleikum, sum kann verða torført at fáa.
Hetta vísir tað, sum Benjamin Netanyahu skrivaði í uppslagi á Instagram í 2019: “Ísrael er ikki ein statur fyri allar íbúgvarrnar .. (Ísrael) er tjóðarstaturin fyri jødiska fólkið og bara tey.”
Í samrøðu við DR søgdu Yuval og Basel, at filmurin er eitt samstarv um at mótmæla tað, sum gongur fyri seg í Ísrael og hersetta palestinska økinum, og at uppbyggja eina øðrvísi framtíð fyri landið við rættvísi fyri øll. Yuval legði afturat, at tað ikki verður trygt í Ísrael fyrr enn palestinar eisini hava fælsi.
Júst tað hevur Amnesty í mong ár víst á: ísraelar og palestinar hava rætt til tryggleika og frælsi, men Ísrael fær ikki tryggjað sínum borgarum trygd við kúgan, herðseting og brotum á mannarættindi og altjóðalóg.
Eisini søgdu Yuval og Basel í samrøðuni við DR, at filmurin er søgan um nakað nógv størri enn teirra vinarlag og lívið í Masafer Yatta.
Eg loyvi mær at siga, at hetta er søgan um eitt fólk í einum lítlum samfelag, sum berjist ímóti tí, sum Amnesty nevnir drúgvastu og eina tað deyðiligastu hernaðarligu hersetingina í heiminum, sum er eyðkend við víðfevndum og skipaðum mannarættindabrotum, og sum hevur gjørt ísraelsku apartheidskipanina møguliga.
Hetta er søgan um vanlukkuligu avleiðingarnar av at lata ísraelsku brotini á altjóðalóg í hersettu palestinsku økjunum halda fram so leingi órevsaði.
Hetta er søgan um eitt samfelag, sum berjist fyri grundleggjandi rættindum. Lívinum, samleikanum, samfelagnum og heimum teirra. Sum Basel segði í samrøðu, so hava tey einki val enn at stríðast. Tey hava einki annað land.
Takk fyri.