Brot úr bloggi, har eg eftir frumframførslu á Glasi 16/11 2024 ummælti skúlaleikin Romeo og Juliu:
Niður at lesa. Tað hevur leingi verið svarið hjá føroyskum ungum, tá spurt verður, hvat tey fara at gera við einum nývunnum miðnámsprógvi í hondini. Burturúr stendst ein kompleks burturfaringarmentan, sum er heilt sjáldsom, og hjá øllum teim luttakandi varar alt lívið, antin tey koma aftur ella ikki. Lestrarárini í útlegd merkja fólk.
Einaferð segði ein vinmaður, at eftir at tey høvdu sungið Frændir í Hoydølum, hildu tey fram at syngja Frændir við somu vinum á Oyrarsundi, og tá tey, sum komu heim, uppá skift settu hvørt annað í starv, so sungu tey aftur Frændir. Soleiðis gongur burturflytingin, varandi ella stutt, og merkir samhaldsfestið upp á gott og ilt. Ein stjóri, eg einaferð hevði, helt fyri, tá vit tosaðu um holocaust í undirvísingini, at Oyrarsund var gott dømi um eina transittlegu, har føroyingar búðu, meðan teir bíðaðu eftir at fara heimaftur, uttan nakrantíð at interagera við tey lokalu, bara bíðandi til liðugt varð. Umframt persónliga og fakliga búgving, er lestur hjá ungum føroyingum í Danmark ein løgin bíðistøða, sum flestu hava meiningar um, tí so nógv hava verið har. Kanska er tað at líkna við hernaðartænastu, sum onnur lond hava, og vit mugu lata okkum lynda, tí vit hava onga hernaðartænastu. Burturferðin til Danmarkar erstattar hana.
Beint undan leikinum Romeo og Julia á Glasir, frættist, at so fá lesandi koma aftur til Føroya, at orðið at lesa kann eins væl skiftast út við at flýggja. Tað kom fram í kanning, sum Finn Jensen, dekanur á Glasi, legði fram á tiltakinum Markleys Útbúgving í farnu viku. 550 vóru spurd. Hóast bara helvtin svaraði, so var tað ein greið ábending um, at útloysandi orsøkin er, at tað er ov dýrt at liva í Havn, har størsta konsentratión av lesandi er. Enn verri er, at fleiri teirra als ikki koma heim aftur, og eru tá at rokna sum mist í samfelagsmenningini restini av lívinum. Kostnaðurin at útbúgva tey so lutfalsliga høgt er sleptur og latin einum øðrum landi. Tað gevur nývalda høvuðsstaðarbýráðnum, sum júst hevur sett bústaðir sum fyrsta høvuðsøki á fýraára virkisbreddan, nakað at hugsa um.
Tí er hetta ein tíðarrøtt kanning.
Upphavsmaðurin kann vegna Glasir, siga, at ”Vit hava eina varðandi avbjóðing. Ungdómurin flytir av landinum at lesa við tí vanda, at tey ikki koma aftur. Vit mugu hava nøktandi tilboð til tey ungu, skulu vit fáa tey at velja Føroyar sum útbúgvingarland”. Fyri Setrið sigur rektarin, Martin Tvede Zachariasen, at ”Hetta eru sera døpur tøl. Føroyar eru ikki kappingarførar, tá tað ræður um týðandi umstøður so sum lestrarbústaðir”.
At seta ein leik sum Romeo og Juliu á skrá, er tí ikki bara pensum og leiklistarligt avrik hjá lesandi og teirra lærarum og undirhald eitt leygarkvøld hjá okkum. Tað er eisini prógv um ein djúptgróvnan trupulleika í høvuðsstaðnum. Klassiski leikurin, sum hevur 430 ár á baki, hevur við teim mongu lesandi flutt okkum hugsjónarliga so langt fram, at vit í felag mugu sanna, at vit hava eina støðugt meira átrokandi avbjóðing, sum leingi hevur verið myndugleikunum og pengasterkum grunnum greið, uttan at nakar hevur rætt hond frá síðu. Tað er kravið um fleiri og bíligari bústaðir. Ella flyta vit og koma ikki aftur, siga tey ungu og taka seg sjálvan, eina dynamo, ein generator og hugskotsbanka, úr heimligu ringrásini. Akkurát sum nýggi borgarstjórin, 28 ára gamla Elsa Berg, sum eisini var til frumsýningina, segði í Degi og Viku í fyrrakvøldið. Fleiri og bíligari bústaðir, tað er kravið, ið tryggjar framtíðina. Í linkandi vindinum í Marknagili kenni eg á mær, at við tykkara politiska og undirvísingarliga fokus og profili, hómast í minsta lagi umhvarvið av eini nýlagdari versjón av føroysku framtíðini. Takkað verið Glasir og Elsu. Kveiktur, skutri eg mær í myrkrinum, og starti bilin. Meðan eg koyri eftir Marknagilsvegnum murri eg við, tá Jákup spælir Stormbringer, sum er úrvalda plátan. Frá tí poetiskt eyma til tað ágangandi ógvusliga. Akkurát sum í leikinum. Eg spidi upp, tá vindurin tekur í síðuna. Eingin er úti, so tá sprænurin stendur frá, tá eg strúki gjøgnum ein langan hyl við ringum frárensli, ger tað einki. Náttin tekur ímóti.
Brot úr ummæli: Sóttarhald við brunnin 16/11 2024