Skip to main content

Spælistøð og vakstrarøki í jóladøgum

Dania O. Tausen við sanglistanum eftir lokna konsert við hennara superbólki í OY í kvøld

Tá árið rennur út, fara vit til jólaborðhald. Heima ella úti, til arbeiðs ella millum vinir. Í mínum ungdómi var ikki vanligt við jólaborðhaldi av tí slagnum, sum danskar fólkakomediur hava lært okkum. Fyrstu ferð eg minnist eitt jólaborðhald var á Býarbókasavninum í 1978. Bókavørðar høvdu útbúgving og starvsroyndir úr Danmark, so haðani kendu tey siðvenjuna og bóru hana heim við sær til Føroya. Soleiðis hevur helst verið kring landið. 

Við tíðini er jólaborðhald blivi eitt fevnandi átak, har vinir og starvsfelagar møtast og hugna sær, ofta eftir einum føstum leisti, sum fyrst og fremst tekur støði í mati og borðreiðing, men eisini í talum og bíløgdum skemti. Altíð á ein siðiligan hátt og uttan at nakar skal stillast út ella føla seg happaðan, sum The Real Housewifes elska at gera kring borðið uttan handrit, ella sum tá ein stjóri fann uppá at seta ein starvsfelaga mitt á gólvið at verða sminkaðan, fáa parúkk og snedig klæði, meðan øll flentu. Tá ein lagalig løta kom, rýmdi starvsfelagin. Veruligt jólaborðhald er fyriskipaður hugni, har tikið verður saman um eitt vinarlag, sum fekk enn eitt ár at virka.   

Summartíðin fór úr gildi tveir mánaðir fyri jól, og vit eru nú í vetrartíð. Up scale og fine dining matstovur við altjóða Michelin appeal sum Ræst og Roks, eru stongdar, og føroyski veturin ger seg nú kláran at taka ímóti jólagestum, sum fyri mesta partin eru vit sjálvi og ikki ferðafólk, ið hava ment og borið matstovumentanina seinastu fjórðingsøldina. 

Fyrsta borðreiðing eg vil tengja at vetrartíðini og tilstundandi tankanum um jól, er sildaborð í Havnar Klubba, sum ikki er ein matstova í vanligari fatan, men ein barr og mannfólkaklubbi við stórum húsaognum og biografi síðan 1923. Sildin er ein siðbundin forrættur, sæð í heildini, og serliga nú Klubbin fyllir 225 ár, og tí er kostnaðurin júst tann sami. Ein stuttligur gimmick, sum Janus Einar Sørensen stendur fyri. Ein meistarligur kokkur, ið er framúr at seta nógv ting saman á ein fólksligan og sjarmerandi hátt, alt uppá eitt brett, so øll kenna seg væl og eru við. Kanska er tað tí, at hann hevur verið í barnasendingum og har gjørt mat, og so eisini spælt hondbólt. Ein liðspælari. Fremst fyri á sildaborðinum hjá honum í Klubbanum eru tríggir variantar av sterkari saltsild frá Varðanum, sum mær dámdi væl, tí smakkurin var markantur. Afturvið fekk eg mær eina svalliga ljósa Leffe undir málninginum hjá Niels Kruse.

Meðan maturin er framúr og til høvið fær fult stjørnutal, er verri við Klubbahølunum, sum hoyra eini aðrari tíð til. Tað sigur formaðurin, Tórfinn, við tey mongu møttu, eisini kvinnnur. Fýrahundrað limir eru og teir halda enn fast í seyðarhøvdaveitslu, sum er í novembur. Síggja vit burtur frá hølunum hjá Haps, sum eru framúr bæði í konsepti og tænastu, við einum spælirúmi til børn, sum er innast, má eg geva Tórfinni rætt. Miðbýarhølini hjá Klubbanum síggja harrans út bæði innan og uttan og í trappunum. Ein høvuðsstaðarmatrikul, ið er so nær miðbýartorginum, sum er Vaglið, ið fyrsta dagin verður jólaskrýtt sum eingin annar staður í landinum, Æðuvík kanska undantikin, eigur í býarplanlegging at síggja frægari út enn Klubbin ger. Seinni spælir Twilight til dans. Plagi at siga, at í staðin fyri eina motoriska nyttufatan av rútmiskum tónleiki, sum fólkalívsfrøðingurin kallar eina rituella making á einum fermetri, er mín tilgongd og fatan av tónleiki meira intellektuelt perspektiverandi, oftast í passandi fjarstøðu.

Gamaní hevur Mikkel Bjergsø, sum varar av Mikkeller, sagt, at barrin í Klubbanum og Tórshøll eru tær bestu yvirhøvur, men tað eigur ikki at forða fyri vanligum viðlíkahaldi, skal bygningurin standa seg í tænastuvinnuni í høvuðsstaðnum. Her er ein greiður vakstrarmøguleiki, fyri ikki at siga avbjóðing, niðri í miðbýnum.

Frá sild sum forrætti í Klubbanum renni eg meg nú, sjálvur annar, á kav í at kanna kaviar úr fýra londum uppi í Húsagarði á fýrastjørnaða Brandan hotellinum við Oknarveg. Hini støðini eru Hallartún á eins fýrastjørnaða hotellinum, Hilton, við Staraveg, OY við Falkaveg, Knas, við Heykaveg, og Etika, sum er uppi við Sundsvegin. Í summar hevur matvognurin hjá Ruben Busk koyrt við ræstkjøtaburgaranum á middegi. Vit eru í nýggja vakstrarøkinum, sum hevur tikið seg upp í Gundadali og niðaneftir, eitt ídnaðarøki við nógvum handverkarabúðum, sum nú er blivið tænastuøki.

Í rundkoyringini eru andlitsmyndirnar av býráðsvalevnunum so einkisigandi, at tær blíva óunniligar. Fáa meg at hugsa um tvey mentanarlig átøk í kommununi. Fyrra er, at heilt uppi í haganum hevur fólkavalda Havnin saman við pengastýrdu lokalvinnuni funnið sær útvegir at byggja eitt forsamlingshús, sum neyvan fer at verða ein dynamo í einum vakstrarøki, eg spontant fari at frekventera, sum galdandi var fyri Norðurlandahúsið í 1983 her niðri á Hálsi, ið nú stendur fyri framman, og pylsuvognurin Nammi dagar undir Varðholuni. Og somu valevni hava loyvt statinum í statinum, Tórshavnar havn, at tileinkisgerða uppelskaðu ímyndina av list og mentan í meir enn tíggju ár, Tjóðleikhúsið, sum so aftur elvir til, at Runavíkar og Klaksvíkar kommuna eina stokkuta stund fáa jólamansligu føraratroyggjuna, og á óforpliktandi kommunupapírinum kennast fyri vist at vera áhugaverdari enn høvuðsstaðurin, sum hildin upp móti blómandi veitingarvinnuni, tykist verða steðgaður upp sum mentanarligt vakstrarøki. Hevur politiskt valda mentanin í Havn nakrantíð megnað at sett fótin fyri seg, so er tað ikki í dag.  

Í nýkomnu vetrartíðini hoyrast tónarnir av Summertime, nú Virgar Enghamar tekur ímóti í Brandan. Eri spentur at hoyra, hvør spælir so livandi og djúpfølt niðurundir kaviarin, ið er á matskránni. 

Atmosferan í Húsagarði er dámlig og ljós, snið og komfortur eru tiltalandi smagfull í spartanskum skandinaviskum stíli, eisini tá tú hevur sett teg við runda borðið í matstovuni niðriundir. Tað er rúmligt, og stóru loftslampurnar undirstrika dempaða ljósið og reyðbrúna litin í trygga rúminum. 

Burturfrá er eitt instrumentalt trímanna orkestur við Kristian Paula Ellefsen á keyboard fremst fyri, Ólavi Gaard á Florida bláum elgittara í miðjuni við eini rúgvu av pedalum á gólvinum, og so Rógvi á Rógvu á trummum, sum hann er ótrúligur at temja við whiskers og brushes, meðan fólk skulu eta og tosa sínamillum. 

Ljóðkarmurin er hugtakandi illustrativur, vitborin og reflekterandi í stíli og úrvali hiðani eg siti við einari hill ímillum okkum. Ein Tórshavnskur Blue Note klubbi, cool, akkurát sum í New York við fusiónsjazzi, eg upplivdi har suðuri á Manhattan í august í fjør. Men so flyta teir tríggir seg yvir í heimliga Gekkajazz, gyltan við einum twisti av surf og twang hjá Tarantino, og so hitt sterkasta nummarið, Riders on the Storm, ið stendur so meitlað yvir borðiskinum, at eg má hyggja, um tað eru Ray Manzarek, Robbie Krieger og John Densmore, ið eru komnir um hav at spæla fyri okkum. Persónliga var tað upp ímóti sterkasta íkastinum á kvøldinum, elegant parað við sjampanju- og kaviarserveringini frá Jaspuri og Absalon. Og so komu Isn’t she Lovely og The Piña Colada Song, sum aftur førdu okkum inn í matstovuna og veruleikan í føroysku veitingarvinnuni her uppi í ekspanderandi Meksiko. Eitt nýtt spælistað er blivi til, ótilgjørt við útsýni til óruddiliga Gundadal, ytst við vindeygað í matstovuni. Framúr potentiali. Síðan Prix Føroyar í hinari øldini og mentanarálitið hjá Tórshavnar kommunu í 2000, eri eg sannførdur um, at vit eiga nógvar tónleikarar, sum bara bíða eftir at sleppa at seta stykkið í. Og spæla.

Vit deila borð við Anniku og Jákup Sumberg. Tað er ikki óstuttligt. Kokkur er Jaspur Svabo Jørgensen, og partur av borðreiðingini er ein hummarahotdog við kaviari, sum Janus Einar Sørensen skapti og lanserði fyri rúmari tíð síðan her í somu hølum. Omaná kemur Absalon Lydersen við hvítum frotté lappa, sum hann stroyir við heitum vatni, so vit kunnu turka fingarnar. Tað er hvørt til sína tíð, hummaradeymur og kaviarursmakkur. Fleirstjørnaður standard, innan hann aftur skeinkir úrvalssjampanju.

So fáa vit Rossini kaviar úr Kina og Madagaskar og tveimum øðrum londum við, sum sølumaðurin Philip Bonefeld Nielsen greiðir frá um, og hvussu vit skulu brúka postalínsskeiðina og tøma hana niður á handabakið, so kaviarurin, hann er ymiskur í uppruna, konsistensi, feitti, liti og smakki, fær rætta flógva hitan, kropshita. Og so um styrju, tíðarspenn, eftirspurning og at levera til Michelin matstovur. Ein spennandi lektión í at eta kaviar og varnast delikatar smámunir úr fjarum londum eitt vetrarkvøld í Brandan uppi á Hálsi í Havn.

Høvuðsrætturin í drúgvu røðini hjá Jaspuri, sum verður enn meira spennandi, tá hann stingur smárættir inn í millum, er havtaskukjálkar við kantarellum og kaviari, sum er grundtema og karmur um kvøldið. Afturvið er vælvald sjampanja frá Absalon, sum skiftir millum tað frískliga, ið slær brúsandi upp í næsarnar, yvir tað perukenda grøna og tað feita gylta við komplekstdjúpum ostasmakki og einum drúgvum farra av mineralskum eftirsmakki, sjampanjan. Alt gongur upp í eina hægri eind, karmar, borðreiðing, livandi tónleikur, servering og borðhugni. Fimmfalt gott er hetta.

Frá einum konsisum instrumentalbólki, sum í friði og náðum spælir á hægsta støði, meðan vit reflekterandi eta, havi eg nú fyri mær eina sangarinnu, sum er í front og leiðir ein ikki minni væl samanspældan bólk, ein superbólk. Eitt rennesansumenniskja havi eg fyrr kallað hana, Daniu av Toftum. Í hesum sama vakstrarøki legði hon fram á náttartíð í Jysk og Borg og øðrum støðum, sum býarbussurin koyrdi okkum til. Tað var saman við Agrasoppum. Mest kreativa tónleikaútgáva og -manifestatión eg havi upplivað, og sum eisini førdi okkum inn higar í OY.

Og nú eru vit her, uppi á Hálsi í Havn til konsert við Dianu O. Tausen í OY, aftanfyri gamla Timburhandilin, sum nú er bryggjarí og matstova við industriellum sniði, sum blonku tangarnir og høga timburloftið minna okkum á, meðan vit sita sum straffifangar á bonki við longu kantinuborðini. Hetta er nýggjur máti at blæsa lív í og endurnýggja tankan um ein spælistað í høvuðsstaðnum, har Mikael Blak er fyriskipandi garanturin við eini væl lýstari skrá, sum javnan hevur verið frammi í Vikuskiftissendingini í Útvarpinum. Fyri táverandi borgarstjóra, Leiv Hansen, skrivaði ein nevnd soleiðis um spælistøð í Havn (2000):

Vit koma inn til vinstru fyri høvuðsinngongdina, gjøgum ølsjoppina, tí hin rátt industriella veitingarstovan nú er vend við. Inngongdin er sperrað, tí hon er klødd við svørtum bakteppi og pallurin er beint frammanfyri, meðan lurtarin er næstur í serveringsøkinum. Ert tú her ein tíma undan konsertini, so fært tú eina góða servering við diskin til høgru, sum til dømis kann verða eitt mix at tí mesta. Stuttliga skúlakrittalvan í vinstra borði fer ongan veg. Hon lýsir í comic book grafikki øll sløgini, ið fáast úr kranunum, og leiðir so til barrina, sum er longur afturi. Gerið so væl. 

Tey sum spæla í superbólkinum hjá Daniu eru frá vinstru Ragnar Finsson, sang og elgittar, Vár Miðberg, sang og trummur, Elin Maria Hansen, sang og bass og longst til høgru Benjamin Djurhuus, sang, elgittar og synth, og fremst fyri Dania sjálv sang og kassagittar. 

Samanspældi bólkurin var óalmindiliga sterkur í OY ljóðbílætinum. Fyrsta, eg legið til merkis, var sangurin av nei-síðuni av LP plátuni hjá Daniu, Uttanfyri rútin. So hoyri eg, at trummusláarin hevur eina so fysiskt sterka ljóðdýpd við stórtrummuni og stóru skálini, at eg leiti til ljóðmyndina hjá Paul Simon, tá hann spældi saman við Willie Nelson og tónleikarum úr Suðurafrika, The Rhythm of the Saints, Graceland og The Boy In the Bubble. Komi eftir, at tað mest unikka eg havi hoyrt frá einum føroyskum sangara, Teiti, helt eg eisini upp móti Paul Simon. Annan vegin er tað mín egna preferansa og ljóðmynd, hinvegin er tað ein útvend peikan eftir ómiskenniligum talenti, ið hevur Paul Simon karat. Teitur og Dania, bæði við Paul Simon karati. Vit drekka te millum hendurnar og tankarnar, syngur hon, sum kundi sangurin veri á There Goes Rhymin' Simon. Og eftir trummurnar leggi eg nú til merkis lítlu funk gittar heilsanina hjá Ragnari til Nile Rodgers. Og so hava teir eina gittarduell, Ragnar og Benjamin, hann sum George Benson við hálvakustiska gittaranum í mínum oyrum. Halt tjipp hetta er gott og impromptu livandi, tí tað er so væl samanspælt, leitandi og leikandi. Og tað er bara tað, syngur Dania so í einum undurfullum kóri. Tað er bara tað.

Og so hava vit arbeiðsligan temadag á Hilton. Framúr morgunmatur, framúr høli og á middegi framúr máltíð við dampaðum toski, buerre blanc súr søtari smørsós og sólturkaðum tomatum, sum Adriana úr Vesturukraina setur á borðið, og konnektar okkum við altjóða samfelagið, meðan vit í bakgrundini úr næstu grannatjóð hoyra Zelensky tala til okkara innara besta um ikki at stuðla aggressiva russiska áleyparanum. 

Tað er so okkara avbjóðing, sum hongur í luftini. Hotellhølið og fasilitetirnir eru ein nýggjur máti at møta starvsfeløgum uppá og seta grundleggjandi treytir og viðurskifti á skrá sum ongantíð fyrr. Sum konferensu- og fundarstaður er hotellið fyrimyndarligt við øllum møguleikum. Vit eru ellivu, sum í egnum rúmi sita uppiá við fundarborði við útsýni niðan móti parkeringsplássum og ídnaðarbygningunum, og síðan kunnu flyta í miðrúmið við djúpum sitistólum, og í triðja lagi, omaná døgurða, í sofu og lenistólum kunnu njóta lívgandi útsýnið oman móti grøna vakstrarøkinum hjá Skógrøkt Landsins og vakurt umbygdu húsunum hjá Hilmari Kass.

Kaffi og kaka omaná døgurða leggja góðan karm um professionelt samstarv uttan ónollur úr egnari kantinu. Vit eru á avmilitariseraðari geil, har eingin eigur størri rætt til rúmið enn onnur. Tað er ein góð útgangsstøða. Við framtíðartryggjaða útsýninum yvir størstu frílendisætlan í landinum, Hoydalsá, síggi eg í durinum í Hallartúni, at í kvøld bjóðar Teitur heimsins bestu trøflur. Ótrúligt, at vit í hesum avmálda øki uppi á Hálsi kunnu uppliva so høgt tænastustøði. Lat nú bara jólini koma.