Tá novembur sleppur og jólamánaðurin byrjar, trýtur ikki við verðsligum og andligum tilboðum, men sanniliga eisini jólavinum, sjónligum sum loyniligum. Á arbeiðsplássinum er ein loyniligur vættur, sum av sínum eintingum hevur gjørt eina reyðrunda hjólheilsan á jólum til allar starvsfelagar, við navni á. Hugvekjandi stuttligt. Takk fyri tað.
Dagin eftir skipar ein annar starvsfelagi fyri at øll, sum hava teknað seg, fáa eina festliga jólamáltíð frá Bitanum á borðið á middegi. Ein annar starvsfelagi fyllir og bjóðar boblur á nýinnrættaðu skrivstovuni, og ein fjórði starvsfelagi ger púra sjálvboðin eitt torn av jólavaflum við róma og súltutoyi. Púra ósjálvsøkið, meðan angin av vaflu fer um húsið og fyrstu jólatónar frá Daniu og teimum hoyrast í tí fjara.
Og so er dómsnevndarfundur at finna vinnaran í stuttfilmskappingini hjá Námi um sætta heimsmálið, reint vatn til øll í heiminum. Vit semjast og gleða okkum til týskvøldið, tá avdúkað verður. Tað er hetta hugtakandi við at einstaklingar púra ókravdir og av sínum eintingum finna uppá at hjúkla um samstarvsfólk, sum eisini eru eitt slag av medmenniskjum. Tað hitar í eini kaldari tíð, har spontanitetur ikki altíð fær størsta hjartarúm. Soleiðis førir mánaðarskiftið okkum inn í jólatíðina.
Stuttligu kokkarnir, Jákup Sumberg og Jaspur Svabo Jørgensen, læra meg at eta kaviar á Brandan og smakka og merkja mun á slagi, uppruna og konsistensi.
Á ráðstevnu um burðardygd renni eg meg í mest ørkymlandi sitat, sum verður endurgivið úr eini svenskari frágreiðing. Á okkara hóttu klótu eru tað tey við hægstu útbúgving, ið dálka mest. Hetta er sum at siga við føroyingar, at tú skalt steðga við at drepa grind.
Floksfelagar møtast uttan fyri vanligu bøgarðararnar at njóta ein góðan bita í friði og náðum á Rist, og har minnast gamlar dagar og perspektivera aktuell viðurskifti, ættarbond og rák í tíðini.
Hesa tíð á árinum er tað eisini ein fragd at savna nevndina í Filmsfelagnum á Tarv og skifta orð um, hvussu árið gekst, hvørjir filmar eru ávegis hjá útleigarum, og hvør av hesum kundi hugsast at verið settur á skrá hjá trúfastu biografgangarunum at síggja í Havn, har einasti biografurin er eftir í landinum.
Annika Waag bjóðar til smakkiroynd við vælkryddaðum snapsi hjá Katrinu, har William sá Tornið á heimsins enda. Framúr til sildaborð, ikki so hvassur sum hin fyrndargamli danski úr Aalborg, ið nú er mest sum horvin, men eitt vet hvassari í kummansmakki enn hin mildari hjá Dánjali Hoydal og teimum, sum er rundari í smakki. Dánjal, grannin, er farin at svíða seyðarhøvd til ræsthøvdaveitsluna í vakstarhúsinum í Hvamminum eftir ársskiftið.
VP, ið hevur tryggjað mínum bloggi sjónligheit í meir enn seytjan ár við fýratúsund bloggpostum, beyð sum vant til jólaborðhald, hesuferð í Víngarðinum. Gott við góðum vinum og góðum orðum, tá árið fer at halla.
Í novembur var hugvekjandi at møta fyrst Oddbjørn Vágslíð, sum fór um tey fýrs, og so Jon Fosse í katólsku kirkjuni og hoyra hann práta um trúgv og at skriva við Eilif Brimheim kirkjuráðsformann. Skrivarin í Norrøna Felagnum, Ásmundur Guðjónsson, sum eisini er næstformaður, hevði havt ein aktivan leiklut í, at henda løta bleiv til nakað. Tað eri eg takksamur fyri, ikki bara tí eg fekk nakrar portrettmyndir, men fyrst og fremst fekk staðfest, at í forkirkjuni eigur tú at leggja tíni verðsligu vápn, sum danska heitið våbenhus greitt sigur, og har leggja tínar stokkar, allar bindikonur. Tað var millum mínar bestu upplivingar. At hoyra rithøvundar greiða frá uttan at síggja stokkar um allan horisontin. Tað er ein námsfrøðilig prosess, ið kallast útskúgving, udstødning, sum í 'tidslig og rummelig fordrivelse og udstødning fra livssammenhænge' tá tú rennir teg í ein hóp av meinigheitsfólki, sum alt samalt situr og bindur. Tí hava vit forkirkju og har leggja vit vápnini.
Abbabørnini, Olaf, Ruth og Emil, sum peika á aldrandi russisku skjaldbøkuna, Bob, sum er flutt inn í vakstrarhúsið í Tórsbyrgi. Olaf peikar eitt sindur ivasamur á Kuba á globussinum, og trýr ikki heilt at abbi fer hagar á jólum. Men leygardagin fara vit at eta ræst kjøt úr Kollinum. Og tíðin, hon býr í hjartanum.