Skip to main content

Fyrimunir við fyrstu filmstevnu

Í gjár byrjaði stóra filmstevnan í Berlin, sum nú hevur 75 ár á plakatini. Stevnan varir í tíggju dagar. 

Av teim stóru evropisku filmstevnunum, Cannes, Berlin og Venezia, er hendan í Berlin tann yngsta. 

Í mai verður stevnan í Cannes hildin á 78. sinni, og í heyst verður filmstevan í Venezia hildin á 82. sinni. 

Elsta tiltak at heiðra filmi, The Academy Awards, hon við øllum Oscarvirðislønunum, verður á 97. sinni náttina millum 2. og 3. mars okkara tíð. 

Í 23 bólkum verður kappast um Oscarvirislønina. 

Haldi sjálvur, at mest áhugaverdi Oscar kappingarbólkur, er hann við altjóða filmum. Vænti og vóni, at iranski filmurin á farsi máli, sum týskarar skjóta upp, tí útlagni leikstjórin býr har, Fræið av heilaga fikutrænum hjá Mohammad Rasoulof, sum Filmsfelagið vísti fyri fullum sali í Havnar Bio mikukvøldið, fer at vinna. Hann er bæði góður og neyðugur. Ikki tí, har er eisini danska uppskotið, Pigen med nålen, í sama bólki. Hon, Gentan við Nálini, hevur eisini verið víst á sama stað, sum iranski filmurin. Meistarligur svarthvítur filmur.

Fyrsta stevna, hon í Berlin, hevur besta møguleika at gera vart við nýggjar filmar, sum koma í ár og har kunnu verða settir rætt á skinnarar og koma væl frá byrjan. Filmsárið er ein syklus sum gongur í ring og verður ein árlig føðiketa. 

Hyggja vit í Berlinskránna, so síggja vit, hvørjir 19 nýggir filmar kappast um høvuðsvirðislønina. 

Ymist er, hvat ein kann hefta seg við, men her er ein nýggjur filmur hjá Richard Linklater, Blue Moon, um alkoholiseraða Lorenz Hart og samstarv hansara við Richard Rodgers um sangleikin Oklahoma!, og ein filmur hjá Ameer Fakher Eldin, Yunan, har vit síggja Fassbinder stjørnuna Hanna Schygulla, ið spældi í 23 av hansara filmum, sum her hevur eitt gistingarhús á eini lítlari oyggj í Norðsjónum, har ein arabiskur rithøvundur skrivar seg inn við teim kargu ørindunum, at taka lívið av sær. Og so eru tveir filmar, sum eg haldi verða ikki minni poetiskt spennandi, alt eftir mínari púra óbundnu persónligu forhondsmeting, sum eg haldi kunnu standa til at vinna høvuðsvirðislønina í Berlin: La Tour de Glace hjá Lucile Hadzihalilovic, ið við 1970'unum sum karmi byggir á listaævintýrið Ísdrotning hjá H.C.Andersen, og Dreams hjá Michel Franco í einum Meksiko-California balettdrama við Jessicu Castain í øðrum leiklutinum. Hvussu tað gongst at koma norður um markið hjá Trump, gleði eg meg at síggja. Livst so spyrst.

So er kjølurin strektur í filsmárinum 2025, har vit eisini eiga Seinasta paradís á jørð hjá Sakarisi Stórá til góðar. Hann verður frumsýndur 10. apríl í Havnar Bio.