Skip to main content

Vit vunnu Geytan!


Durita Dahl Andreassen, kvinnuligi høvuðsleikarin, og Rógvi Rasmussen, framleiðari, ringja til leikstjóran, Mariu Winther Olsen, sum er í Danmark. Meðan øll í fullsetta salinum lurta, siga tey henni, at teirra filmur, “Halt um meg”, vann Geytan 2025. Mannligi høvuðsleikarin, Búi Egason Dam, var í Meksiko. Sirið Stenberg, landstýriskvinna við almanna- og mentamálum, setti Geytan við eini góðari røðu, har hon greiddi frá um almenna stuðulin til film og hvussu hann nú verður umsitin. Runavíkar kommuna stuðlar Geytavirðislønini, sum umframt standmyndina og heiðurin er 40.000 krónur, og Torbjørn Jacobsen, borgarstjóri, handaði tí vinnaravirðislønina við eini góðari og vælupplagdari talu.

Dómsnevndin grundgav soleiðis fyri valinum:

Vinnarafilmurin í kvøld er ein framúrskarandi leikstjórnaður og eins framúr væl spældur filmur, sum dómsnevndin hevur hesa grundgeving, at peika á, sum Geytavinnari og virðislønarmóttakari í ár: 

Fyrst er at siga, at inn komu 15 filmar, og av teim 7, sum vórðu vístir í kvøld, var fullkomin semja í nevndini at velja henda vinnara.

Metingarstøðið, sum dómsnevndin bygdi á, er, eins og undanfarin ár, søga, tøknilig avrik og hvussu filmisk frásøgusnildi eru brúkt. 

Vinnarafilmurin er ein nærverandi og vøkur frásøgn, har søgan er í tí sagda eins og tí ósagda. Elegant eydnast filminum at rógva uttanum klichéirnar. Filmurin er so væl leiktur, at dómsnevndarlimirnir eru sannførdir um, at hetta er eitt tað mest sannførðandi sjónleikaraavrik í einum føroyskum filmi í nýggjari tíð. 

Tematisk er søgan kompleks, har tónleikur, sjónleikur og myndir spæla væl saman. 

Hóast kenslurnar í leitanini burturúr einseminum verða óforloystar, er filmurin væl forloystur. 

Heilstoypta søgan er autentisk og lokal, men kortini leys av tíð og stað, sum ger søguna universella. 

Filmurin er sansaligur, við vakrastu intimscenu í filmaðari føroyskari søgu higartil.

Filmurin, søgan og myndamálið halda í hesum væl loysta filmi um óloystar kenslur - tann mest nuanceraða søgan um eitt ”one night stand”.

Geytavinnarin 2025 er Maria Winther Olsen við filminum "Halt um meg".


Eftir atkvøðugreiðslu møllum tey møttu, vann stuttfilmurin “Faðir mín Faðir”, sum Julia í Kálvalíð hevur leikstjórnað, Áskoðaravirðislønina 2025, sum umframt heiðurin er 30.000 krónur. Elsa Berg, nýggi borgarstjórin í Tórshavnar kommunu, handaði eini rørdari Juliu virðislønina. Báðir vinnarafilmarnir vóru teir drúgvastu stuttfilmarnir á skránni, ávikavist 27 og 26 minuttir.

Rúni Friis Kjær fekk virðislønina ”Andøvsfiskur” frá Filmsfelagnum fyri dygt og trúfast arbeiði innan føroyskan film í tjúgu ár. Ole Wich, nevndarlimur, greiddi soleiðis frá:

Filmsfelagið, sum verður stjórnað av Rannvá Jónsdóttir, Janu Mortensen, Ole Wich og Birgir Kruse, lata av og á eina virðisløn, tá vit halda, at orsøk er til tað. Hesa virðisløn kalla vit »Andøvsfiskur«. 

Um navnið »Andøvsfiskur« sigur Hammershaimb soleiðis í Færøsk Antologi 1891: “andøva” - ved hjælp af årer holde en båd stille på en fiskeplads, så den ikke driver for vind og vejr. “andøvsfiskur” - fisk som går i løn ekstra til den, som “andøva”. 

Nú er tað jú soleiðis, at tá útróðramaðurin kemur til lands og leggur veiðina upp, so er tað hann við snørinum, ið dregur fiskin inn, og fær allan heiðurin. Bert fá hugsa um, at hann, ið sá til at báturin var á miðinum og ikki rak fyri vág og vind, gjørdi veiðuna møguliga. Tí hevur Filmsfelagið stovnað virðislønina »Andøvsfiskur«, sum verður latin persónum, sum vit halda hava gjørt nakað heilt serligt fyri heimliga mentanarumhvørvið, uttan at fáa ta viðurkenning og uppmerksemi, sum tey hava uppiborið. Tríggir av filmunum á Geytatiltakinum 2025 eru filmaðir av sama persóni, men uppá tríggjar heilt ymiskar mátar. Hesar upptøkur eru ein týðandi partur av tí teknisku og listarligu menning, sum føroysk filmsgerð í dag hevur megnað at nátt. Hesin ógvuliga virkni filmfotografur hevur í 20 ár verið ein trygg súla í føroyskari filmsgerð og menning av hesari nýggju listagrein. Frá teim smáu royndunum til tær stóru framleiðslurnar. Á IMDB eru hansara avrik so long sum ein heil vesirulla. Tí fari eg vegna Filmsfelagið á Geytatiltakinum 2025 at handa virðislønina »Andøvsfiskur« til frumkraftina og filmfotografin Rúni Friis Kjær. Við virðislønini fylgja 5000,- krónur, sum stava frá mikudagssýningunum í Havnar Bio, har biografurin stuðlar við 10 krónum fyri hvørt selt atgongumerki.


Fimtan filmar komu inn, og dómsnevndin, sum eftir bókstavaraðnum umboðar Felagið Føroysk Filmsfólk, Filmsfelagið, Filmshúsið, Klippfisk, Kringvarp Føroya, og ein innboðin altjóða gestur, sum í ár var Birgir Thor Møller, valdu sjey filmar úr rúgvuni at dystast um ársins Geyta. Filmarnir vórðu sýndir í hesi røð:

Magni Elias Vang við filminum “Álvara og gaman” 

Rannvá Káradóttir og Marianna Mørkøre við filminum “EINMIN”

Julia í Kálvalíð við filminum “Faðir mín Faðir”

Sølvi Næs Hoydal við filminum “Glataður tími”

Maria Winther Olsen við filminum “Halt um meg”

Trygvi Danielsen við filminum “Kindregg”

Høgni Egholm Magnussen og Mathias Dimon Næs við filminum “Kvøldvaktin”.

Í steðginum var prát við Bjørka Geyti um pápan, Herálv, sum føroyska filmsvirðislønin er kallað eftir. Her er Bjørki avmyndaður saman við konuni Astrid Andreasen, við borðið á Hvonn, har afterparty var. Hon hevur sniðgivið standmyndina, har Herálvur Geyti sæst undir alpuhúgvu, berandi 16mm filmstólið millum bygda, har eingin biografur var.

Í andanum hjá táverandi danska stjóranum í Norðurlandahúsinum, Nils Halm, er Geytin fríur sum kettan, ið Piet Hein gjørdi eitt gruk um, og sum bleiv heitið á einum sangleiki hjá Klaus Rifbjerg í 1967: ”Jeg er sgu min egen!” Geytin, sum er einasta føroyska filmsvirðisløn, er óheft og ikki skrásett vørumerki, men hevur eftir tankanum hjá Nils í 2011 ognarskap í tí undirtøku, sum stovnar, feløg og einstaklingar javnt og samt vísa tiltakinum og endamálinum, sum er at skunda undir føroyska filmsgerð hjá aktørum her í landinum, eins og at fáa mentanarpolitikarar at tryggja fíggjarligar karmar um føroyska filmsgerð. Hóast langt er á mál, er fyrsti avgerandi bati lokin við tað at almenna filmsjáttanin nú er í einum ráði, Almanna- og Mentamálaráðnum, og ikki í tveimum. Harumframt eru fyrisitingarprinsippini broytt, so tey fylgja tankanum um armslongd og óheftni. Nú er bara eftir at økja játtanina til film. At hann er egin, føroyskur filmur, hevur Geytatiltakið prógva í ríkiligt mát, alt síðan Sakaris Stórá fekk fyrsta Geytan í 2012 og Annika á Lofti sama ár fekk Áskoðaravirðislønina.


At enda tøkk til norsku Honnu Torsdatter Limstrand, sum er kulturprodusent í Norðurlandahúsinum, millum annað við ábyrgd fyri filmi. Saman við tekniska framleiðaranum, Bárði Højgaard, lyfti hon Geytatiltakið upp í hæddir, eg ikki havi vitað um fyrr. Takk fyri tað!