Skip to main content

Michael - inspirator og íbirtari

Michael Rasmussen (1923-2011)

Tá eg fór av Læraraskúlanum í 1985 hevði eg havt danskt á linju, umframt evning hjá Børge Petersen og samtíðarkunning hjá Hans Holm.

Danskt hevði Karen Skovbjerg, sum var donsk og gift rithøvundanum Ulrik Gräs, sum onkuntíð ríkaði okkum tímarnar, eisini við tiltøkum um úrvald evni, sum tankan at vitja heimstaðin, bygdina, gjøgnum hansara bøkur, ið lýstu Útjaðaradanmark við skeivum eksistensum, langt frá Keypmannahavn. Vit dyrkaðu sjangruna krígsreportarir við Anders Ehnmark og Ögonvittnet, og Philip Caputo og Krigslarm sum støði. Og so meldaðu vit okkum inn í Dansklærerforeningen og fingu innlit í eina nýggja verð við undirvísingartilfari, sum varð dagført so hvørt nýggj rák tóku seg upp. Hetta høvdu vit ongantíð sæð fyrr, at rák í samfelagnum kundi grípa so skjótt og beinleiðis inn í undirvísingartilfar.

So fór Karen burtur og vit fingu í hennara stað ein braneggjaðan mann úr Silkeborg, Michael, sum eg sá fyri mær sum gamlan mótstøðumann, visti alt um Asger Jorn og um film sum listagrein, og ein-zwei-drei fekk hann okkum at møta á Landsbókasavninum til endurstovnandi aðalfund av Filmsfelagnum, men varð framhaldandi sjokkeraður av, at eingin í føroyska skúlaverkinum hevði lisið William Heinesen. Tí lósu vit De fortabte spillemænd, sjálvur helt eg fram við Panorama med Rengbue og Don Juan fra Tranhuset, so kastaðu vit okkum yvir fantastikk frá Brøðurnum Leyvuhjarta, Gummi Tarzan, Momo, Lítla Prinsin og til Griseøjet hjá Bent Haller, og so gjøgnumgingu vit, hvat eitt høvuðsverk í danskt fakligum skúlahøpi er fyri nakað við Bjarne B. Reuter og Når Snerlen Blomstrer sum dømi og støði. Altíð engasjeraður, eisini í samtíðini, til dømis í nýbygda Norðurlandahúsinum, og hvat rørdi seg á kulturradikala økinum tá, sum tá Listafólkasamband Føroya, LISA, hevði Listafólkastevnu í Fuglafirði, hetta árið, og eg slapp at vísa Fugl Fønix hjá Jon Bang Carlsen í skúlanum. Michael fekk Hans Vilhelm Bang frá Det Danske Videoværksted higar at hava skeið um og í at brúka nýggja mobila miðilin video, har ein breiður skari frá Páll Patursson og Inga Joensen til hin unga Per Zachariasen luttóku, hvør við sínum kamera, og høvdu veitslu á Hafnia omaná, tá vit skiltu, at skeiðið einki kostaði. Peter Madsen kom úr Silkeborg við filmi av nýumsettu teknirøðini Valhalla, ið Fannir góvu út, og Henrik Nordbrandt, sum Heðin Klein og eg hittu, tá hann fekk Norðurlendsku Bókmentavirðislønina, hesu tíðina ofta kom við nýggjum yrkingasøvnum. Men eisini útjaðaranøvn sum De Vilde og grafiskar prentstovur við Gudenåen hjá Bente Grue, og so stórbýarstjørnan og nýggja fyribrigdið, Michael Strunge, við rocklyrikki úr Keypmannahavn, sum aftur sluppu í útgávurnar hjá Dansklærerforeningen, sum Claus Bohm gjørdi livandi í filminum Nattens Engel, sum Michael fekk fatur á og vísti okkum á Læraraskúlanum. Hann skapti sambond við filmsútleigarar sum Dan-Ina Film, ið hevði eysturevropeiskt úrval, Klaptræet, ið hevði spanskar filmar, og endaliga Camera Film, sum rekur Grand biografin mitt í Keypmannahavn, og enn er til við fronskum og italskum filmum, sum vit í dag kalla arthouse.

Alt hetta innikapslað í einum manni og lærara, sum búði undir Ryggi 3, har ein gul hurð er, sum Astrid Andreasen í 1984 setti á forsíðuni á Lesibók 3: Michael Rasmussen. Eg havi verið í kontakt við dóttrina, Bodil, sum býr á Bornholm, og útvegaði mær myndina omanfyri. Hon upplýsir, at Michael, sum var føddur 5.12.1923, andaðist 11.2.2011. Minnini um hann eru góð, rík og fjøltáttað. Undangongumaður, fyrimynd og inspirator.


 Tað er mín fyrsta inngongd til lærugreinina danskt, sum var ein ressursa til alt tað, eg hevði og enn havi áhuga fyri. Ein ressursa. Frá einum manni.

Ætlaði ongantíð at fara at undirvísa, útvarp og at skriva bleiv nógv meira spennandi. 

Men so kom ein fyrispurningur frá Jákupi í Býráðnum, um eg kundi taka yvir í einum skúla har flokslærarin í komandi fyrsta flokki var blivin álvarsliga sjúkur.

Eg traðkaði til og náddi at hava tey í byrjunarundirvísing í donskum eisini, innan lærarin eitt stutt skeið kom aftur. Tá fór eg at hava danskt í framhaldsdeild, sum vit tá róptu tað. Lósu Don Juan Fra Tranhuset hjá William Heinesen og – løgið nokk – Når snerlen blomstrer hjá Bjarne B Reuter og Den lille prins hjá Saint Exupery. Og tvær samanberandi filmaðar versjónir av De Elendige, Tey vesælu, Les Miserables, sum vit eitt árið í sama flokki fingu loyvi til at leggja fram sum humanistiskt høvuðusverk eftir góðkenning frá Marnu Olsen, lærugreinaráðgeva í Landsmiðstøðini fyri Undirvísingaramboð hjá altíð fryntliga Peturi Simonsen. Annars var danskt heilt greitt eitt resursufak serliga til analysu av miðlum, lýsingum og filmi, øllum tí, sum ikki vóru stundir til í føroyskum, fekk eg at vita frá føroysktlærarum.

Hetta er alt í farnu øld, meðan vit lærarar í donskum begyntu at gramla um, hví eitt so stórt og søguliga ríkt fak sum danskt, ikki hevði egið tilfar til undirvísing, gjørt og hugsað á føroyskum botni til brúk í okkara egna skúla við luft ímillum móðurmál og fremmandamál ella í minsta lagi grannamál og annaðmál. Sjálvur skrivaði eg onkra grein og enntá oddagrein í Skúlablaðnum hesa tíðina um akkurát tað. Greinin niðanfyri er frá mai 1998, men kundi eins væl verið skrivað á sama stað í dag.

Nú, útvið 30 ár eru liðin, er vit komin hartil. Og eg gleði meg. 

Hetta omanfyri, um danskt og film á Læraraskúlanum, var í dag mítt íkast í tað fyrndarkjak, sum nútíðarhøvundarnir, Olly úr Fuglafjarar skúla og June-Eyð úr skúlanum í Eysturkommunu, í samstarvi við Útgávudeildina í Námi, nú fáa høvið at bera víðari. Danskt er lærugreinin. Alt tað besta til tykkum!