Skip to main content

Ber til at siga søguna um Holocaust við lutum?


Tað er spurningurin, sum føroyskt gifta Astrid Danielsen setir mær, nú vit møtast í Aarhus, har árliga tiltakið Lærfest er. Havi ikki verið her fyrr, men leppi í meg av vitan og royndum, sum eg skilja at hon og hennara starvsfelagar, leggja fyri dagin.

Vit verða biðin at taka ein lut í hondina, grundgeva fyri valinum, og so halda lutin saman við einum øðrum, sum onkur annar hevur tikið úr undirvísingarkassanum. Og so er samrøðan í gongd, við fólk tú ikki kendi, men kortini ógvuliga spesifikt um Holocaust, tí tað er luturin, tú hevur tikið úr kassanum og nú heldur í hondini, sum birtir kjakið. Ein taktil tilgongd til eitt stórt og samansett evni, ið kann verða trupult at skilja, hóast tað alla tíðina, meir og minni, er frammi, hvørki bundið at tíð ella landafrøðiligari avmarking.

- Seinastu árini eru munandi fleiri antisemitiskar hendingar skrásettar her í landinum, sigur Astrid, tá eg fritti hana um orsøkina til hetta námsfrøðiliga átak, ið vendur sær móti yngri næmingum, enn eg fyrr havi sæð og hildið verið ráðiligt.

- Íkomna støðan førdi við sær, at fyrra stjórnin, tað var í 2022, gjørdi eina virkisætlan at mótvirka antisemitismu, og árið eftir, í 2023, varð so Holocaust tikið við í okkara Søgukanon, sigur Astrid, og leggur upp til kjak um, hvussu undirvísast kann í hesum evni longu í barnaskúlanum.

- Tað bleiv kjarnuspurningurin í eini stórari sektorverkætlan, har universitetini, professiónsháskúlarnir og studentaskúlarnir vóru við, frá 2022 til desembur í fjør. Málið var, at uppkvalifisera undirvísarar, sum kundu brynja seg í hesum evni og aldri at sleppa minninum um Holocaust og onnur fólkadráp í barnaskúlanum og ungdómsútbúgvingunum. 

Sum fremstu ekspertar á økinum, gjørdust Therkel Stræde, søgurfrøðingur, og Astrid Danielsen, lærari, partar í verkætlanini.

- Tað er enn nógv, vit kunnu læra av og um Holocaust og onnur fólkadráp. Tílík brotsverk hoyra tíverri ikki bara farnu søguni til, men eru eisini partar av okkara samtíð. Fleiri av elstu næmingunum hava hoyrt um og vita nokkso fitt um ymisk fólkadráp, ella hoyra um hendingar í nútíðini, sum í Ukraina og Gaza, ið verða umrødd sum fólkadráp. Men evnið er ógvusligt, og vit skulu meta um, hvat vit vísa næmingunum og hvussu vit arbeiða við evninum, og alla tíðina spyrja okkum sjálvi, sum undirvísarar, um mann kann skilja eitt so ógvusligt evni, uttan at næmingarnir neyðturvuliga skulu síggja rúgvur av líkum í løgum, ber tað til, at sleppa undan tí, spyr Astrid.

- Saman við Lars Arnov og Christian Frandsen haldi eg, at tað er ein gongd leið, sigur Astrid, og sipar til taktilu tilfarskassarnar til undirvísing í miðdeild, sum vit standa við í Aarhus Konferencecentrer, nú Lærfest er í býnum.

- Vit gjørdu av at menna og seta saman tilfarssavnið, sum vit í leiguskránni hjá Center For Undervisningsmidler hava kallað ”Holocaust fortalt gennem genstande”, sum allir lærarar kunnu lána, og vendir sær til grundskúlar og miðnámsskúlar. Tilfarssavnið er tað, sum tú sást og royndi her á Lærfest í Aarhus. Didaktiska ætlanin við tilfarinum er, at skapa, ella ala fram eina kannandi, undrandi og hugvekjandi gongd hjá næmingunum til savnslutirnar, sum á ymsan hátt umboða og knýta seg til Holocaust. Tí ber til, rættuliga einfalt, at differentiera í mun til, hvat næmingarnir skulu síggja og lesa um, samstundis sum einstaklinga- og floksarbeiðið tekur støðið í teirra egnu undran og egnu spurningum. Í vegleiðandi ætlanini, sum fylgir við, eru fleiri sløg av uppgávum, sum lærrarin kann laga til tey mál og ynski fyri undirvísingini, sum nú einaferð eru til givna høvið, sigur Astrid. 

- Vit vóna, at lutirnir í kassanum kunnu stuðla upp undir vitanina hjá næmingunum um Holocaust, ein vitan, sum vónandi eisini kann medvirka til, at næmingarnir framyvir kunnu gera sítt lítla, men avgerandi til, at byrgja fyri nýggjum fólkadrápum, og ávirka tað antisemitiska rák, vit síggja í dag. Og í hesum sambandi var tað ein stór gleði at møta tykkum úr Føroyum, og síggja tykkara tiltøk hvørt ár, tá altjóða Holocaustdagurin verður hildin í føroyska skúlanum, og hvussu væl hetta er dokumenterað á imponerandi og landsdekkandi heimasíðuni snar.fo. Tað kann ikki annað enn inspirera danska virksemið og tilfarið. Og lat meg at enda siga, at eg vóni, at vit fara at finna samstarvsmøguleikar í komandi tíðum, sigur Astrid Danielsen, sum er lektari og námsfrøðiligur ráðgevi hjá Center for Undervisningsmidler, UCL, í Odense. Hon er gift Jonhardi Danielsen, skipsførara úr Saltangará, og tey hava síðan síðst í áttatiárunum búð í Svendborg.