Í Blaðnum Vikuskifti í dag hevur blaðstjórin, Ingi Samuelsen, eina góða oddagrein um Suðuroyartunnilin. Fyrst er at siga, at oddagrein sum tekstur er í dag ein serstakliga rár grein, sum er løgið, tí atgongd er til so ómetaliga nógvar pallar, har tú kanst geva út tekstir. Men gamla heiðurskrýnda tekstin, oddagrein, hava fá hug til at seta á prent, talgilt ella ikki.
Í einum broti í oddagreinini í dag leggur blaðstjórin eitt framtíðarsikti, hvussu okkara eftirkomarar fara at háða, ja háða, okkum fyri ta avgerð, vit eru um at taka, undir leiðslu av løgmanni, sum samstundis hevur stavnsbundið miðlafólk í Kringvarpinum at vera limir í Starvsfelagnum, og eitt heilt fakfelag av miðlafólki tí hevur stevnt. Eitt tað mest undarliga, eg havi upplivað í mínum skrivandi lívi.
Brotið í Blaðnum Vikuskifti, sum eg vil lyfta fram, tí tað er so beinrakið, er hetta:
”Løgmaður hevur, saman við tunnilsfelagnum og stjóra tess, argumenterað áhaldandi fyri eini loysn, sum so at siga ongin er glaður fyri, tí hon als ikki tekur atlit til náttúruna, og leiðir bilaferðsluna á Sandoynni gjøgnum ótrygt fjallalendi í yvir 100 metra hædd fyri at koma til næsta tunnilsmunna - nakað, sum ongin fegnast fyri.
Grundgevingarnar hjá løgmanni og tunnilsfelagið eru, at jú styttri undirsjóvartunnilin er, tess tryggari verður hann at bora og tess meira sannlíkt er tað, at henda risastóra verkætlanin er fíggjarliga forsvarlig - vit kundu eisini sagt haldfør. Henda grundgevingin tykist vera nóg sterk til, at skilafólk annars eru sinnað at seta øll náttúruatlit til viks og ístaðin velja loysnir, sum okkara eftirkomar so eftirtrykkiliga fara at háða okkum fyri.”
Les nú henda seinasta setningin umaftur.