Skip to main content

Køksgleði heima í Havn

Frá hósdegi til mánadag fekk meistarakokkurin í Ræst, Sebastian Jiménez, ið sæst við brillum mitt fyri omanfyri á myndini og er ættaður úr Meksiko, vitjan av italska Michelinkokkinum, Riccardo Gaspari, sum sæst í hvítari skjúrtu aftast. 

Í norðuritalska landslutinum Veneto, tvey hundrað kilometur norður úr Venezia, er hann kokkur á matstovuni SanBrite, sum er í tólv hundrað metra hædd í Cortina d'Ampezzo í dolomittafjøllum, fremsta skíítróttarstaðnum í Evropa, júst har Olympisku Vetrarleikirnir verða hildnir næsta ár. James Bond hava vit eisini í felag við henda stað, tí ein stórur partur av For your eyes only varð tikin her í 1981. Karin Visth, ættað úr Sveis, er sommelier hjá Gist & Vist, og skapar og mennir støðugt karmarnar um Ræst í Nýggjastovu og Roks í Fútastovu og hugvekjandi sambondini út í heim. Hon sæst longst til vinstru á ovastu myndini, sum er tikin í køkinum á Ræst.

Leygarkvøldið bjóðaðu Karin og Sebastian til ferhenta fest, four hands dinner, við italska og meksikanska kokkinum í sama avmálda køki í Ræst. Vit fingu høvuðsborðið við útsýni til køkin, sum altíð hugtekur meg, ikki bara fyri teir meir enn tríhundrað ára gomlu niðurlendsku veggjaflísarnar um kakkulovnin, tí neyvan er nakað so perfekt og nágreiniligt at síggja, sum ein gjølliga hugsavnaðan kokk við pinsett. Tá er gastronomiski tindurin náddur. Og undir alpinu gourmetfjøllunum hevur tú nakað gott í væntu.

Í felag skriva tey úr føroyska Ræst og italska SanBrite soleiðis í ensku innbjóðingini, sum tekur støði í terroir, lendi og øki, hvør hjá øðrum:

Four Hands Dinner: Ræst x SanBrite. Experience an extraordinary meeting of terroirs when Ræst welcomes SanBrite for a four hands dinner on the Faroe Islands. This evening will see our own Sebastian Jiménez and Riccardo Gaspari of SanBrite unite their visions for a menu that celebrates nature, heritage, and fuses the wild purity of Faroe Islands with the mountainous cuisine of the Dolomites. At SanBrite, overlooking the snow-capped peaks of the Dolomites, the offering is deeply rooted in family, tradition, and a deep respect for the surrounding land. Riccardo Gaspari’s cuisine, awarded both a Michelin star and a Green Star for sustainability, tells a beautiful story - one of morning milkings for the on-site production of artisan butter and cheeses, roaming goats, wild herbs, and the raw beauty of the mountains. We’re very excited to welcome Riccardo Gaspari and his team at Ræst, and we hope you’ll join us for this Italian-Faroese meeting under our turf roof.

Úr veggjahátalurunum hoyrist stemningsmettaður italskur sangur við Mina úr Kremona, hvørs fulla navn er Mina Anna Mazzini, og sveisisku megin markið Mina Anna Quaini. Hon syngur Nessuno frá 1958 og Moliendo Café frá 1960, sigur Soundhound á telefonini. Góður karmur.

Eftir eitt vælkomuglas við perlandi franskari sjampanu, varð fyrsti heimameksikanski rættur settur fyri okkum. Ein litfest fyri eygað, tartelett við smákrabba, acociles, og langoustine við poblani, grønari piparfrukt. Ein meksikanskur munnbiti við fronsku sjampanjuni frammfyri niðurlendsku kakklunum. Søga og smakkur. Betri kann ein vælkoma neyvan verða sett í karm.

Annar rættur er úr italska dolomittakøkinum hjá Riccardo, beef tartare, rátt malið neytakjøt, við rósukáli, kryddurtum og tara úr fjøruni í Kirkjubø omaná. Og tað var júst har, í Koks í Kirkjubø, at eg í 2018 møtti týska sjónvarpskokkinum, Tim Mälzer, í einum dysti við matskránna hjá Poul Andrias Ziska, at tjúna seg inn á tað lokala, og gera eina fleirmilliónasending til týskar hyggjarar.

Triði rættur kemur við eysturríkskum úrvalsvíni við stuttliga heitinum Semicolon, Riesling frá Nikolaihof í Wachau, sum Karin hevur valt og parað til rættin, framúr, eins og allar hinar paringarnar. Matkortið boðar frá, at vit nú fáa rist hvíttkál, kálkips, zakvass, sum er pólsk páskasúpan, ein hvítur variantur av borsj, við soði av káli. Visuelt spennandi, tí rætturin liggur flatur og nógv er undir.

Fjórði rættur er spillfeskt igulker í tara dashi umringað av bløðrutara, í budingskremi, chawanmushi, sum er japanskur máti at servera í tekrússi. Eksotiskt at fara við skeiðini niður um vøkru blómuflatuna.

So kemur ein skúmandi italsk øl á borðið, Baladin, úr Piedmonte. Eitt óvantað hæddarpunkt í røðini av úrvalsvínum til júst henda rætt, sum púra einfalt er besta breyð í Havn, við smøri frá italsku gestunum, sum hava eina vistfrøðiliga matstovu, eini fjallahús, sum Karin úr Sveis sigur. Fyri virksemið hevur SanBrite, umframt hina reyðu Michelinstjørnuna, eisini fingið Grønu Michelinstjørnuna fyri burðardygd og at gagnnýta alt úr egnum haga og bøi, eins og djórahaldi. Smørið er mjúkt og rómakent, hvítt á liti, har tað liggur á einum steini úr Dolomittunum, og so veksur smakkurin og faldar seg út undir gómanum. Tú fært hug at smyrja tjúkt á breyðið, so gott er tað.

Afturvið blómandi italskum hvítvíni, sauvignon blanc, Livio Felluga úr Friuli í Landnyrðingsitalia, sum hevur landamark við Slovenia og Kroatia, og Eysturríki fyri norðan, fáa vit nú ein bolla við blómkáli í feskari fiskasúpan. Einfalt, sum í rustikt, og serstakliga vælsmakkandi.

Við sama víni fáa vit sjeynda rættin, sum er ein av krúnugimsteinunum í føroyska køkinum, jákupsskel, varisliga grillað, borðreidd við svartleyki, svartleykssós og skúmi av purru.

Nú kemur nýtt italskt vín á borðið, Poggio alle Gazze, Tenute dell Ornellia, úr lítla staðnum Bolgheri í Toscana við útsikt til oynna Elba. Í bollanum ber Ludovica, omafyri, Ditalino, sum er pastarættur við sanddunnuberi og royktum smøri. Einfalt og spennandi.

Meksikanski Sebastian, í mínum optikki og smakkfatan, ein hin fremsti í oddinum av góðum kokkum í føroyskum køki beint nú, borðreiðir níggjunda rættin, sum eitt sindur argandi kanska, ikki er sjokuláta, sum eg visuelt haldi, men havhestabringa við mole, sós, av popblano, grønari piparfrukt, marinerað við japanskari shio koji sós. Bilsin. Undrandi. Smakkar væl. Paringin við fyrsta reyðvíninum, Barbaresco Bruno Rocca frá Piemonte har norðuri undir Alpunum, styrkir um smakkin og upplivingina. Vit tosa um havhest, svartfugl, ræst og turt, og hvussu føroyskur smakkur í munninum hjá okkum, sum sita við borðið, helst er munin annarleiðis enn hjá útlendinginum. Vit vilja hava tað rætta ræsta og lata okkum blenda av, at matgerð og at deila borð er hin mest grundleggjandi gerð, handling og atferð, tá umræður, tilætlað, at fara um mørk og deila mentan og smakk, sum í dýpdini definerar og leggur karmar um okkara identitet at hoyra til eitt terroir, jørð, lendi og veður. Tá er gott, at millummenn, sum til dømis ein meksikanskur kokkur í einum føroyskum køki, borðreiðir við einum eksotiskum twisti av hevdvunnum føroyskum rættum. Tað mennir føroyska matgerðarlist, gastronomi, og setir hana støðugt í nýtt fokus.

Við klassiska forskerasettinum hjá Ræst, kemur Riccardo við italska høvuðsrættinum, kjøt av hjørti úr dolomittunum í Norðuritalia, tilgjørdur við kvass sós, sum er ein eysturevropeisk siðvenja, ið er ein geraður drykkur, ið byggir á fermenterað rugbreyð.

So kemur Ida, ið er í læru sum sommelier, við egnum Ræst kokkteyli, sum hon hevur bryggjað úr meksikanskum whisky, Abasalo, Mezcal, sum er gjørt úr aldarlilju, agave, og varisliga smakka til við kaneli. Framúr. Mín fyrsti tanki er, at hetta er hin perfekti jólasnapsur, sum ikki er hvassur, men rundur og smakkfyltur. Ein jólapakki í glasi.

Omaná er ísur við korni og lakressi, kaka í stuttligum løgum, og kaffi úr dolomittabolla, sum taktilt er góður at halda í.

Ein mentanarsamanrenning, sum byggir á fremmandar streymar úr Italia og Meksiko og miðsavnast her í elstu húsum í Havn mitt í Norðuratlantshavi. Fremmandir kokkar í føroyskum køki, tað er eitt hugtakandi stevnumál, tá støðið er høgt og nógv verður lagt fyri, sum í hesum væleydnaða føri, tá vit definitivt tosa um fine dining.