Skip to main content

Observerandi og vælupplagt rockportrett

Í kvøld bjóðaði Pætur Hjalmar Evensson mær oman í Blábar at síggja heimildarfilmin Róin - spælimaðurin við heimsins enda, hin fyrsta hann hevur gjørt.

58 minuttir við einum in your face portretti av sangaranum Róin Siggertsson úr Vestmanna, bygdin, sum stundum í filminum verður kallað Westworld, og hvast, men góðlynt sum flugan á vegginum, lýsir 19 ára gamla spælidrongin, sum fer heiman og til Danmarkar, og byrjar at nærkast heimlandinum og bygdini aftur sum vaksin, nú hann er 46.

Ein filmur um útlongsul og flyting, sum neyvan er tilætlaða, konsis og avtalaða, kanska eins nógv ein flýggjan, til okkurt, sum í løtuni fatast størri og betri, uttan at verða tað á einum tilvitaðum og realistiskum pláni, hugsi eg. Men eisini treytaleyst at ofra seg fyri listina, at vilja hana, tónleikalistina, har sum møguleikarnir í løtuni tykjast bestir, og fara frá tí, ið fatast sum trongt og avmarkandi. Ein innistongdur útlongsul, er fatanin eg siti eftir við.

Upprunaliga hevði Róin fingið lærupláss sum ljóðmaður í Nashville, sigur hann á konsertini eftir filmin og nevnir navnið á eigaranum. Men alt lagaði seg annarleiðis.

Í Blábar fær filmurin á henda hátt nýggjar floygdar og markleysar dimensjónir, meðan fólk ganga inn og út, og barrin enn er opin. Tað er sum Piano Man hevur tikið hold og bústað okkara millum.

Ein empatisk frásøgn, ið var ætlað sum blaðgrein í Sosialinum, men vaks seg størri, og fór um nógv mørk, minst fjøruti tímar av filmi í hálvt fjórða ár, fyri at verða klipt niður í ein knappan tíma. Kanska nakað nógv klipt, men áskoðarin eigur altíð at vera ótolin, og hóast forvitin dámar mær væl náðileyst karga saksin, sum okkara vegna støðugt hugsar kill your darlings. Altíð okkara vegna. Gorm Just hevur verið góður eygleiðari og klippari skilji eg í prátinum eftir filmin. Hóast fløktu søguna, sum er í fleiri løgum, er hann observantur og innlivandi, og oftast merktur av yvirskoti og lívsgleði, hóast trupulleikarnir hópa seg upp og vit eisini nema við angst, tunglyndi og heilivág.  

Og sum filmurin rullar og fer, hómi eg eina hugtakandi greiða frásagnarlinju, sum er dualistisk, tá hon er best. Dregur á bæði. At fara avstað og at koma aftur, at møta Magna, sum nú er etableraður og kristin, meðan hin forsakar tað sama, at vera leysur kroppur og møta fólki, sum ikki eru tað, at búgva í kampingvogni, meðan hini sita inni í heitum stovum, kolonihavahúsið í Danmark, har streymurin er slitin, tá vælstillaða Sissal vitjar, barnloysi og onga familju í fjara nærumhvørvinum, og so at fáa eina dóttir har heima í fjara Vestmanna, sum nú verður nær, og tykist blíva ein veruligur karmur um tilveruna.

Tað er ómetaliga væleydnað at leggja hesar dualistisku frásøgutræðrir inn í spennandi søguna um Róin, sum í sjálvum sær er margtýddur og í fleiri løgum, ið illa kann ella vil setast í bás í eini beint fram søgu. Sum Gorm, klipparin, segði, so tegir hann ikki, og ilt er at finna eina friðarliga løtu at klippa eina upptøku og knýta í eina aðra. Tá er gott at hava kettuna Jack og skapa millumgongdir.

Ein listarmaður, ótamdur, men sum noyðist at laga seg til samfelagsligar karmar og normar, so hvørt sum søgan brettir seg út og fer um løriftið.

Men við síðuna av sosialantropoligisku søguni um at hoyra til, er Róin, sum eisini er framúr træsmiður, sangari og tónleikari av Guds náði.

Tá konsertin byrjar eftir sýningina, má eg eftir fyrsta sangin, Time catches up with old men, sanna, at Leon Russell er slettis ikki deyður. Hann býr í Vestmanna og er uppafturstaðin, reinkarneraður, sum Róin Siggertsson í egnum navni. Tað prógvar hann við lagnum, røddini, fraseringunum, rullandi pianospælinum og støðugt skiftandi punktueringunum, tá hann púra laiv er inniliga bestur.

Næsti sangur, Fast Life, sum hann hevur skrivað saman við Billy Cross, er eins hugtakandi.

Seinni spælir hann studentaskúlasangin, Veruleiki, sum hann skrivaði um rættuliga nærverandi evnið rúsdrekka, ið ikki slepst uttanum, saman við bóndanum í Dímun, Jógvan Jón.

Toppurin er, tá Róin trívur í aftur spontana sangin, hann í filminum gevur dóttrini, Tóru, sum fylgir McCartney lagnum Blackbird av Hvítu Beatles plátuni, Babba spælir gittar. Sterkasta poetiska løta í filminum.

Ein í minsta lagi gevandi, fyri ikki at siga fullkomin, uppliving av einum nærverandi spælimanni, fyrst á filmi, so við frásøgn og samrøðu, og at enda við konsert í Blábar rúminum, sum hevur potentiali at menna seg til ein Blue Note klubba mitt í Havn.

Takk fyri sýningina.