Av teimum bygdum, har landfast og koyrandi er úr Havn, eru Tjørnuvík og Gásadalur tær vakrastu. Ikki bara bráðvakrar, men mest hugtakandi, tá tú kemur til bygda og gongur í túninum. Neyvan bara hjá okkum, ið verða sannførd av herrópinum um at ferðast í egnum landi, men eisini tá tú lurtar eftir fremmandum ferðafólki og hendingaferð kemur á tal við tey.
Sum í Tjørnuvík í dag, tá ein tilkomin dani sigur øðrum
ferðandi, hann júst hevur møtt, at hetta er the pinnacle í Føroyum. Toppurin og
hámark fyri útsýni og uppliving. Í meðan skiftir ein kvinna á sandinum og kastar
seg í bikini á bláman. Tá gera menn við nakað hvítari holdi rungandi víkingaróp, so
hvørt teir stetla longur út á sandin og kenna rullandi kuldan upp úr sjónum. Tað havi eg ikki
hoyrt áður. Rópini runga niðan millum húsini og koma oman aftur úr líðunum.
Nakað sum tá íslendsku fótbóltsfjeppararnir savnast til dyst. Hugtakandi
ljóðmynd millum kafégestirnar í Tjørnuvík.
At koma til, er bygdin Gásadalur best fyri. Har er breiður vegur og í 2003 fungu tey tunnil, sum fyrsta árið bara var til gangandi, og árið eftir til bilaferðslu. Tvey ár seinni varð hann alment tikin í brúk. Gásadalstunnilin er í einum spori, so mótkoyrandi eftir væl skeltaðum boðum vita, nær haldast skal av. At koyra í einum tilíkum reinum, høgum og upplýstum tunnili í evropeiska útjaðaranum er ein hákirkjulig uppliving. Einki minni. Eftir tunnilin til Dals, sum nú er í gerð, sigst, at tunnilin til Tjørnuvíkar er næstur. Tað er gott. Men innan vit í dag koma har norður, og enn eru í Gásadali, má eg nevna vælskipaðu parkeringsplássini og vælmerktu gongugøturnar har. Eingin, hvørki bilar ella fólk, fara út um merktu økini. Og so er tað hugnaligi Gásadalsgarður, sum umframt autentiskt sláturhús kann transformerast til konsertstað og ølgerð, alt samalt við landsins helst besta útitúni og sýni. Múlafossur er ikki bara fossurin, men eisini bjórin, sum Føroya Bjór bryggjar úr korni av akrinum undir matstovuni og vatni úr fossinum. Hægri slepst neyvan á barometrinum, ið mátar hondfastan autentisitet, tú kanst seta á borðið, eftur at hann er gjørdur til kuranta og munnbara vøru.
Hóast ferðsluljósini taka broddin av øllum ferðslutrupuleikum eftir smala og bratta vegnum í líðini oman til Tjørnuvíkar, har omanlopið grót er savnað í net, sum var tað turkilag ein summardag, so slepst ikki undan, at her er ein tunnil og rúmsátt parkeringspláss fyri neyðini. Hinvegin er tá júst hesin vegur og atkomumøguleiki, sum teknokratarnir siga, ið verður størsti upplivingarmissur hjá hinum ferðandi.
Men í hesum siviliseraða ferðslumynstri ein fríggjadag eftir arbeiðstíð, har allir bilar kurteisliga halda av, eru tað tó bilar, ið yvirhøvur ikki steðga, hvussu nógvar teir so fáa ímóti sær. Eg undrist og bakki, meðan bilarnir aftanfyri meg eisini bakka. Hetta er á smala Saksunarvegnum í ringasta sýni. Eri ikki vanur við bakkikamera, so tað gongur einki serligt. Aftanfyri floytar ein bilur, tí nú kom eg nakað nær. So fer einsamalli heiðursbilurin strúkandi framvið. Á Tjørnuvíkarvegnum síggi eg hvíta bussin aftur. Ætli at fáa teir á tal, ikki um ferðslumentan, so slettis ikki, men tað gongst einki, tí teir hyggja ikki upp úr telefonini og myndatólinum. Har er einki at gera. Í fólkaríku londunum hevur tú helst annað at gera enn at kveita til viks og skifta orð um ferðing og fjar støð.
Ein fryntligur bygdamaður bjóðar mær knappastu og mest umsetiligu dagsvøru fyri púra einki, parkeringspláss í egnum túni, tá hann sær meg leita í avmálda tronganum. So er lagamanni at ganga ein góðan túr í hesi vakrastu bygd í Føroyum, íð hvussu er, har koyrandi er úr Havnini í eini handavending. Bilurin er elektriskur og nústani uppdagi eg, hvat vælsignilsi ljóðleys ferðsla er í tyrptari bygd.
Herfyri prátaði eg við kanadisku Rachel Dodds, sum er professari í ferðavinnu og var her í arbeiðsørindum. - Ferðavinnan kann veruliga fara at broyta samfelagið, um hon veksur ov nógv meir enn nú, segði hon. Hon var púra burtur í Føroyum og fór at siga vinfólki frá um hetta landið og ferðamálið. Ikki minst um vegirnar og samferðslumøguleikarnar.
- Oyggjarnar, sum neyvan kunnu kallast oyggjar, tí tær eru
so væl knýttar saman við tunnlum, geva tær eitt dramatiskt og annarleiðis
útsýni, sum er nýtt, eftir hvørt sving í vegnum. Tað gjørdi meg bilsna við
hvørja av teimum smáu bygdunum, sum eru so langt burturi, og so eisini allir
fossarnir, sum eru her. Her eru sannliga nógvir og góðir hiking møgleikar, at
ganga í náttúruni, segði hon.
Og so er tað reina luftin, beint tá tú lendir, flyfrisk, sum
grønlendingar argandi siga um nýkomnar danir.
- Nógv hava sagt mær, hvussu Føroyar kunnu lýsast við einum
fyribrigdi, luftini, sum er lívgandi rein, fresh and clean, og sum tú kanst
anda í teg í somu løtu, tú kemur úr flogfarinum. Eg eri púra samd við teimum í
hesi fyrstu uppliving av Føroyum, segði kanadiska Rachel Dodds.
Koyrandi suðureftir gjøgnum Vík kemur mær til hugs uppslagið frá kirkjuni í Tjørnuvík, eftir at gudstænstutíðir eru nevndar í kunningarkassanum. Tá verður sagt á føroyskum, donskum og enskum, at allar aðrar tíðir er kirkjan stongd. Aflåst. Closed. Orsøkin til at hesin kirkjutanki rennur upp fyri meg er, at eg síggi kirkjuna við mest sjáldsomu altartalvu í landinum. Eg vildi ynskt at har var opið, tá eg eri á hesum leiðum. Og tað sama í kirkjuni við Gjógv, har eg altið havi ynskt mær at koma innar og síggja søguligu altartalvuna úr Djúpunum. Men nei, har er stongt. Vildi ynskt, at kirkjur vóru opnar, í hvussu er, tá eg púra spontant fari til stroks at spæla turistur.
Ikki havi eg hugsað henda tanka lidnan, fyrr enn eg verið steðgaður av ferðsluproppi mitt í bygdini. Ein lastbilur úr Havn skal lossað eitthvørt niður millum gomlu húsini. Báðar vegir hópast bilarnir upp og røðirnar gerast langar í tronga túninum. Her er einki annað enn at bíða. Og tað er gamaní í hesum vælsignaða góðveðri. Og so kemur tann reinsandi katarsistanki fram fyri meg, at tað eru ikki bara ferðandi úr teim fólkaríkastu londunum, ið forða føroysku ferðsluni, tá tú fert biltúr ein summardag við Radio Stjernekilde frá.
Eisini úr bili eru Føroyar vakrar og fasinerandi. Men munin hava tær báðar Tjørnuvík og Gásadalur.