Hallur, lærarin á Viðareiði, bjóðar kaffi í túninum uppi á Garðsvegi, har vit skifta orð um skúla, ferðavinnu og tunlar. Veðurfrøðingurin, Turid, sum býr longur uppi á vegnum, kemur við í hugnaliga summarprátið, ið myndar lagaliga lívið á bygd 59,89 kilometrar úr Havn ein leygardag seinrapart.
Í løtuni síggjast bara einstøk ferðafólk ganga framvið. Í ovastu húsunum eru týskarar við einum húsvogni. Beint niðanfyri, har skeltið greitt sigur, at her er bara fyri búgvandi, eru leigubilarnir settir.
Tey eru farin niðan eftir gøtuni, summi at síggja lagaðu garðarnar og taka myndir í bjarta og næstan hallusinerandi grønu brekkunum, sum eyðkennir Viðareiði á sumri so mikið, at hvar tú vendir tær, er tað sum at ganga í einum Vegghamarsmálningi.
Onnur eru so djørv, at tey eru farin til stroks at síggja Enniberg, ið verður lýstur sum ein tungur túrur. Brætta Villingadalsfjall, triðhægsta í føroyska fjallaheiminum, er grannafjallið. Útsýnið, higani vit sita niðri á sløttum, er dragandi vakurt og neyvan er nøkur bygd í landinum blivin til sum henda í samanknýttum býlingum millum fjals og fjøru.
Púra óforvarandi havi eg í dag uppdaga og koyrt ígjøgnum tveir teir nýggjastu tunlarnar í landinum innan eg kom til tann triða og norðasta, sum tíðindatænastan hjá Landsverki upplatingardagin í 2016 kundi skriva um, tá ”fleiri hundrað fólk nýttu høvið at vera við til at hátíðarhalda, at viðingar nú ekkaleysir kunnu koyra til og frá bygdini, eins og onnur, ið nýta farleiðina.”
Gamli kongstankin hjá landsverkfrøðinginum, sum var
einnevndur og í bundnum formi, vaknaði enn einaferð í mínum tankum, tá
Leygardagshavnin varð fjald í dovisligum mjørka. Syðrugøta var enn svartari,
segði appin hjá Føroyar Live. Men við Skálafjørðin, Klaksvík og á Viðareiði var
klárt og sólin var frammi við tí hita, eitt føroyskt summar til fulnar kann
bjóða.
Tá er einki annað at gera enn at seta seg í elbilin og koyra
norðureftir.
Eftir seinna undirsjóvartunnilin, sum sjey metur breiður og stívar
seks kilometrar langur varð tikin í brúk í 2006, andi eg djúpan og manni meg
upp, tá eg ljóðleysur strúki framvið russisku geilini í Ánunum, har
summarjournalistar spæla sær sum selur á sundi, og tendri The End of the World
við Skeeter Davis á Spotify, nú eg skal inn í tveir komma átta metrar myrkt
dryppandi trongan í Árnafjarðartunlinum frá 65 og síðan eins tronga Hvannasundstunnilin
frá 67. Men hvat hendir? Framman fyri mær dagar ein ljósur og innbjóðandi
portalur, snøgt lagdur í lendið, og innan eg veit av, eri eg í einum modernaðum
tveysporaðum norðoyatunnili við ljósi í loftinum, so tú kanst ganga berføttur
inni. Eri púra paff, at eg ikki havi fingið tað við, at nýggju tunlarnir norður
um Fjall er lidnir og tiknir í brúk sum jólagáva fyri hálvum ári síðan. Tað var
sum sørin. Eri tikin í annan heim, sum letur seg upp aftur í dagsljósi við
Hvannasund, og so fer aftur gjøgnum fjøllini hálvan sjeynda metur breiður.
Gomlu tunlarnir eru stongdir, og teir báðir nýggju halda fram undir somu nøvnum
og støðugt í somu strembanini, at knýta støð saman, har fólk búgva. Connecting people, sum Nokia segði, helst eftir landsverkfrøðinginum. “The act of bringing individuals together to
form relationships, build communities, and foster a sense of belonging,” sum
vitlíki víðkandi sigur, tá eg leiti eftir finska Nokia og teirra hevdvunna
herrópi, sum ikki er ólíkt aðalmálinum hjá Facebook. At knýta fólk saman.
Men nýggi infrastruktururin, sum báðar vegir letur upp fyri óroyndum møguleikum, hevur eisini avbjóðingar. Fram við vegnum á Viðareiði standa fittar sóljugentur og spæla handil við stuttligum skeltum. Hetta er einasti máti at leggja eina krónu eftir seg sum ferðafólk á Viðareið, fert tú ikki við ferðaleiðara niðan í fjøllini. Hotellið er stongt og vesikonteynari er við gamla skúlan innan tú fert oman á Helluna at memorisera Christian Matras. Vegghamar er eisini í ferð við at gevast, skilji eg. Prestur heilsar kurteisliga av vegjaðarinum, nú hann helst er farin úr Ónagerði og eftir Kirkjugøtu at finna inspiratión til ólavsøkuprædikuna.
At gleða seg til Norð Festivalin, sum er seinasta leygardag í august, er útmerkað, men kanska nakað soltið, vildi eg mett við árskalendaranum í hondini. Meini so við, bygdafólkið eigur at fáa meira burturúr, nú bøtt er so mikið um ferðslu- og flutningsmøguleikarnar, sum hesin sólskinstúrur vísti, ein tíma úr mjørkaraktu Havnini, spyrt tú meg.
Men náttúrukarmurin um eina útikonsert í góðveðri finst ikki
betri í landinum. Og til og frá sleppur tú eftir ongari løtu.
Í Klaksvík fáa vit besta fish & chips frá Atla Justinussen. Ein frálíkur summartúrur nærkast endanum.
Sjónligt er, at tunlarnir skapa lív og knýta nýggj sambond í eini samfingnari Verð.