Skip to main content

Posts

Showing posts with the label byggilist

Soleiðis sær ein fallos út

Ein av teimum, sum í Útvarpinum mótmælti útbyggingini hjá Varðanum Pelagið mitt í søguliga býnum á Tvøroyri, var næsti grannin, Tróndur Enni, sum kallaði ætlanina ein risa fallos, sum mitt fyri kirkjuna stakk 60 metur upp í luftina. Nú er hann lagdur fram og luftaður fyri almenninginum. Ein tvøramaður helt fyri, at varð skorsteinsfallosurin av øllum illum málaður í TB-liti, so hevði í hvussu er nakað verið at fyrigivið. Her eru myndir frá almennu framløguni, sum Niels Petur Niclasen var til í Salt og sendi mær í kvøld.

Verður størsta skomm enn ljótari?

  Foto: Katrin Holm Fólk, ið publisera, seta fram, tað tey skriva, plaga við ársenda at gera upp, hvat varð mest lisið. Og tað er ongin ivi um, hvat blogglesarin hevur havt áhuga fyri í undanfarna ári. Men innan vit koma til mest lisnað evnið í ár, fari eg at steðga á við útvarpsprátið, sum Armgarð Arge hevði við Eyðun Andreassen um hetta sama, at gera upp við ársenda, eitt ritual, ið skal gera upp við alt tað, sum er sloppið at órudda í huganum, at gera talvuna reina, so mentali móttakarin aftur kann koma á beint og verða hin besti og reinasti at taka ímóti nýggja árinum og øllum tí, sum koma skal. Ein beint fram positivistisk hugsan um mentalt reinføri, har øll, ár eftir ár, vilja øllum tað besta, og seta akkumuleraða lortasekkin frá sær einaferð um árið. Lúka út og koyra burtur. Men hetta er ikki galdandi fyri byggiharrar, sum sita á pengunum, ið ikki longur yngla í bankanum. So er at byggja uppí, út ella upp. Langt upp. Hetta er ein oyðileggjandi konstantur, sum ikki tekur við

Minnið skal grógva í lendinum

  Minnið skal grógva í lendinum. Soleiðis stóð at lesa í eini bók, sum vit lósu hjá Eldbjørn á Oyrarbakka skúlaárið 1974-75. Bókin var um ein einalærara, ið sum tað fyrsta vaskaði rútarnar í bygdaskúlanum, tí fyrri lærarin helt, at opna útsiktin órógvaði næmingarnar. Tí hevði fyrri lærarin hvíttað rútarnar.  Men nei, hesin nýbyrjaði, sum í lesibókini æt Johannes við eftirnavninum Vig, og sig tað ikki ov skjótt, tí so verður tað Svig, sigur høvundurin ávarandi, meðan hann konstaterar:  Lendið skal ikki fjalast, nei minnið skal grógva og vaksa í tí sjónliga lendinum. Estetikkur er evnið í dag. Og eg eri komin beint úr Havn. Býnum, har tey hata estetikk. Sum bloggari rakti eg herfyri rekord fyri lesing av einum og sama bloggi í meir enn fimtan ár. Tað var um ein serstakliga ljótan bygning í Havn, sum bara poppaði upp á alfara vegi. Ein granni, og journalistur, vísti til byggsamtyktina fyri Tórshavnar kommunu, paragraff 28 og stykki 8, samtykt í 2017, og sum innrammar hugtakið estetikk, og

Kinesiski múrurin í Havn

Tað er ikki bara kommunan, sum í hesum døgum heldur hánt um allan estetikk, og enn minni lurtar eftir býarbørnum og skattaborgarum, tá um skemmandi byggimál ræður. Sama er galdandi fyri privata byggikompleksið hjá Havnar Klubba, sum hevur røtur aftur til 1799, og tískil er elsti óslitnaði mentanarfyriskipari í landinum. Eftir losju og ølklubbavirksemi í øldir, fór Klubbin í nýggjari tíð undir biograf og diskotek, har nógvir pengar vórðu at vinna, tí vaksandi ungdómurin í høvuðsstaðnum hevði onga aðra staðni at fara. Í dag eru fleiri Klubbaleigumál við matstovum, sum í onkrum føri vil savna barnafamiljur. Hyggur tú inn í okkurt av hølunum, sæst skilliga, at tað er langt síðan at málarapensil hevur verið á brúnkaða bróstinum, sumstaðni so langt síðan, at onkur gavstrikkur hevur gjørt sær tann sport, at skriva eitt pinkulítið árstal á veggin, og so bíðað til tað er lagt undir eitt nýtt strok av máling. Men mentanarliga stórheitstíðin er passé. Her eru ongar ferniseringar í veitsluhøllunum

Havnin fingið grátimúr

Nú er grátimúrurin í Jerúsalem fluttur inn á Vaglið, har tey í hesum leyvsælu seinsummardøgum eru farin at yvirhála fremstu prestar í heilaga landinum, við ikki bara at ganga, men at renna omaná tí, sum undir er, og so renna umaftur, tá komið er runt.  Í sannheit eitt undur í okkara tíð. Um tað er eitt skipað átak hjá eini lýsingastovu í altjóða klassanum, veit eg ikki, men tá provokerandi inntriv verða gjørd í býnum, har flestu føroyingar búgva, so hoyrist tað aftur.  Verða inntrivini fleiri og stinga seg upp um somu tíð, og flestu inntrivini harafturat kennast búfólki púra meiningsleys, so verður úrslitið eitt endurtakandi ekkó um tann ganska bý.  Í ein New-Yorkara-minutt kunnu vit í maltrakteraða miðbýnum ugga okkum við, at fólkaræðið riggar, soleiðis at skilja, at býarbørn hava dirvið at taka til orðanna og vísa á skilaleysar byggingar, sum hóast teir hava fingið loyvi, ikki á nakran hátt kunnu sampakkast við gott grannalag, og til dømis tað, sum grein 28 stykki 8 í byggisamtyktini

Hvør hevur maktina í Havn?

Í útvið fimmogtredivu ár havi eg búð í Tórsbyrgi við einum vælfungerandi eigarafelag, ið summi siga er tað elsta í landinum. Gunnar Hoydal, fyrrverandi býararkitektur í Havn og høvundur at bókum sum Hús úr ljóði , hevur teknað. Hóast fámæltur, segði hann við fleiri almenn høvi, at júst henda býling var hann best nøgdur við. Orsøkin er, at fólk, sum búgva her, trívast, tí tey kenna seg at hava ávirkan. Her eru 36 hús og tey fyrstu fluttu inn í 1976. Øll hava tey ávirkan á egin hús og umhvørvið har í nánd. Í seinastuni havi eg fingið innlit í, hvussu onnur fólk og búfelagsskapir í sama býi kenna seg yvirfyri sama myndugleika, Tórshavnar kommunu, tá um byggimál ræður. Var eg tíðindafólk av hermótinum, og kendi hvørki partarnar ella staðin, so vildi eg sagt, at støðan er merkt av ómegd hjá tí órættaða, sum heilt greitt er borgarin, ið býarstýrið bert í evarska lítlan mun tekur við í ætlanir og vil lurta eftir. Tykist, sum um borgarin er púra settur út av fólkaræðisliga spælinum, til fordei

Pínadoy, hetta er ljótt

Kjólin skapar Helle og klæði skapa mannin. Soleiðis verður sagt í estetiserandi miðlunum og almenna handilsrúminum, har alt er til sølu, nú eins og til ævigar tíðir Verri er við estetikkinum í gøtubílætinum í Havn. Ja, verri enn nakrantíð. Hann er farin heilt niðan í Hoyvíkshagan, estetikkurin, sum einaferð var niðri í Havn. Eg helt at arkitektteknaðu lyktasteyrarnir, sum tryggja mesta ljós uppi í Gundadali, vóru ljótastu avrik í býarsøguni, hóast tey komu á forsíðuna á einu avísini sum meistaraverk. Men nú er kommunala minnismerkið yvir Fótbóltshavnina, ið sæst sum ein flugusmekkari heilt úr rúmdini og blendar allar bilar á Ringvegnum, yvirtrumfað av hesari monstrøsu beautybox har sum Gripsvegur, dygst við Kongaminnið, tørnar út í R.C.Effersøes gøtu. Pínadoy, hetta er ljótt. Býráðslimir hava sagt, at eftir royndirnar uppi við Karlamagnusarbreyt skal nú eisini byggjast so tætt og høgt niðri í miðbýnum, at tú ikki skalt síggja at eta ein bussimann, eftir at tú hevur pilkað nøs á gongugø

Glasgow getaway

Meðan náttúran er stóra magnetin hjá útlendskum ferðafólki at koma higar, er tað stórbýurin í sjálvum sær, hjarandi, blinkstrandi og jazzutur, ið er okkara magnet og attraktión at fara út í heim. Frá tí lítla til tað stóra. Frá bygdini til metropolin, og ein hin fyrsta býin í Evropa, Glasgow, sum í 1950 fór um milliónina. Alt síðan Strandferðslan setti Smyril í sigling beint til Aberdeen, og eitt privat felag slapp at yvirtaka bæði navn og farleið, og síðan slepti øllum, so vit bara høvdu privatkapitalistisku farleiðina til Danmarkar eftir, havi eg fegnast um strembanina hjá Atlantsflogi, fólksins vegna, at bróta hetta sjálvvalda danska samband, eisini um prísirnir eru hægri enn hjá SAS.  At ferðast beinleiðis til tann staðin tú vilt, og ikki verða noyddur at liggja fyri íla við Oyrarsund, ella í einum hvítkálkaðum smábýi í Norðurevropeiska snippinum, sum vart tú tíðarvilstur í Fiskerne hjá Hans Kirk, har aldrandi føroyingar hava búsett seg við útsýni til havið og uggað seg við, at næ