Skip to main content

Havnin fingið grátimúr

Nú er grátimúrurin í Jerúsalem fluttur inn á Vaglið, har tey í hesum leyvsælu seinsummardøgum eru farin at yvirhála fremstu prestar í heilaga landinum, við ikki bara at ganga, men at renna omaná tí, sum undir er, og so renna umaftur, tá komið er runt. 

Í sannheit eitt undur í okkara tíð.

Um tað er eitt skipað átak hjá eini lýsingastovu í altjóða klassanum, veit eg ikki, men tá provokerandi inntriv verða gjørd í býnum, har flestu føroyingar búgva, so hoyrist tað aftur. 

Verða inntrivini fleiri og stinga seg upp um somu tíð, og flestu inntrivini harafturat kennast búfólki púra meiningsleys, so verður úrslitið eitt endurtakandi ekkó um tann ganska bý. 

Í ein New-Yorkara-minutt kunnu vit í maltrakteraða miðbýnum ugga okkum við, at fólkaræðið riggar, soleiðis at skilja, at býarbørn hava dirvið at taka til orðanna og vísa á skilaleysar byggingar, sum hóast teir hava fingið loyvi, ikki á nakran hátt kunnu sampakkast við gott grannalag, og til dømis tað, sum grein 28 stykki 8 í byggisamtyktini frá 2017 fyri Tórshavnar bý ásetur.

Vinurin Ólavur bendi meg á evnið og tók myndirnar niðanfyri av nýggja Grátimúrinum á Vaglinum í Havn, har planturnar spæla sær í septemberljósinum.

Eg fari at enda við eini miðbýarparafrasu yvir eina yrking, sum stóð í savninum Libido hjá Jóhann Hot Mortensen, sum kom út í stensileraðum formati á Semper Ardens forlagi fyri 50 árum síðan og lýsti Tinghúsvøllin eftir ólavsøku:

Effersøe
á plátufyltum vølli
umgyrdur 
av leinkjum