Skip to main content

Hvør hevur maktina í Havn?


Í útvið fimmogtredivu ár havi eg búð í Tórsbyrgi við einum vælfungerandi eigarafelag, ið summi siga er tað elsta í landinum. Gunnar Hoydal, fyrrverandi býararkitektur í Havn og høvundur at bókum sum Hús úr ljóði, hevur teknað. Hóast fámæltur, segði hann við fleiri almenn høvi, at júst henda býling var hann best nøgdur við. Orsøkin er, at fólk, sum búgva her, trívast, tí tey kenna seg at hava ávirkan. Her eru 36 hús og tey fyrstu fluttu inn í 1976. Øll hava tey ávirkan á egin hús og umhvørvið har í nánd.

Í seinastuni havi eg fingið innlit í, hvussu onnur fólk og búfelagsskapir í sama býi kenna seg yvirfyri sama myndugleika, Tórshavnar kommunu, tá um byggimál ræður. Var eg tíðindafólk av hermótinum, og kendi hvørki partarnar ella staðin, so vildi eg sagt, at støðan er merkt av ómegd hjá tí órættaða, sum heilt greitt er borgarin, ið býarstýrið bert í evarska lítlan mun tekur við í ætlanir og vil lurta eftir. Tykist, sum um borgarin er púra settur út av fólkaræðisliga spælinum, til fordeil fyri stuttsiktaðum vinnulívi og nýliga uppkomnum pengamonnum. Tá dømi verða víst, er mær greitt, at einstaki borgarin hevur lítið at siga, um hann yvirhøvur sigur nakað, so forfjónaður hann er blivin í miðbýnum í Havn í dag.

Niðanfyri er mynd av sama býarparti í Havn, sum tilgjørda myndin omanfyri vísur. Fært tú sett báðar myndirnar saman í eina flash effekt, so sært tú greitt, hvar kommunan heldur at nýggja merkantila vakstrarøkið er í Havn. Tað er henda gongd, sum borgarin, ið býr í økinum, ikki kennir seg aftur í.

Í maimánað í ár vóru almennir arkitektadagar í Norðurlandahúsinum. Havi sjálvur verið við í hesum tiltaki fyri fleiri árum síðan, serliga tá Havnin feiraði seg sjálva sum fólkavald kommuna í hundrað ár, sum eisini var eitt hugskot hjá býararkitektinum Gunnari Hoydal.

Frá tí fulkomna samljóði, sum tá var millum borgara og stýri, er nú íkomin ein beinhørð merkantilisma, sum undarligt nokk fylgir vaksandi undirtøkuni hjá Javnaðarflokkinum í Tórshavnar kommunu. Her eru viðurskifti millum kapital og borgara sum ikki geva parlamentariska meining.

Myndirnar í hesum bloggi eru frá framløgu á arkitektadegnum í Norðurlandahúsinum í ár, har býarskipanardeildin hjá Tórshavnar kommunu vísti fram skitsur og uppskot um at skipa miðbýin eftir galdandi politiska uppáhaldi, sum er at byggja høgt og tætt.

Leysu uppskotini frá fyrisitingini hjá demokratiskt valda myndugleikanum á Vaglinum líkjast mistonkiliga nógv tí, sum borgarin innan fyri Stóragarð øtast um júst í hesum døgum. Tí hava tey tikið seg saman í felagsskapir, eins og havnarfólk gjørdu í fimmtiárunum, tí tey nú eins og tá ræðast merkantilu gongdina í egnum býi, ið tey sum borgarar ikki kenna seg aftur í.