Skip to main content

Posts

Showing posts with the label foto

The Optics of the World

Amerikanski fotovinurin, Bill Schwab, kom til Føroya í dag at hava ein workshop kring landið við fotografum, sum vóru komnir higar at vera í eina viku. Tíggju ár eru liðin síðan hann fyrstu ferð var her, eftir at hava hoyrt um Føroyar í Íslandi. Tá kendi ongi av hansara vinfólkum Føroyar. Í dag er annarleiðis. Øll kenna Føroyar.  Tí skeyt eg upp at vit skiftu orð um springaradrápið, sum eingin av berari hampuligheit vildi nevna, men øll høvdu hoyrt um.  Grannin, Hans Jacob Hermansen, var til dystin fús og orðaskiftið var bæði virðiligt og hugvekjandi.  Sum fotografur kundi Bill illa hefta seg við annað, enn "The Optics of the World", heimsins eygu, sum nú eru heft á Føroyar, um vit vilja tað ella ei, eins og Chicago gjørdu á fyrstu LP plátuni í 1969: "The whole World is Watching" innan teir skiftu til sangin "Someday" og sipaðu til studentauppreistur, harðrenda løgreglu og Vjetnamkríggið alt í einum.  Hans Jacob segði frá um at vaksa upp við grindadrápi su

Nær vart tú síðst í Saksun?

Soleiðis varð eg spurdur nú ein dagin. Orsøkin var portrið, sum Kringvarpið umrøddi bæði í útvarpinum og sjónvarpinum. Bóndin, sum eigur portrið, sást tó ikki. Satt at siga minnist eg ikki, nær eg síðst var í Saksun.  Fyrr plagdi eg hvørt summar at vera ein túr úti á Pollinum og so aftur um várið ella heystið. Títtleikin gav seg sjálvan, tí útlendskir gestir komu higar í teirra rytmu og lagi, og eg vildi vísa teimum tað flottasta vit eiga. Eisini Jesse og Andi Alexander, faðir og dóttir, sum bæði eru yrkisfotografar og vitjaðu her í 2012. Spurd um hennara bestu fotouppliving, er Andi ikki í iva: Tað var grøna grasið í Saksun.  Um myndina, sum sæst omanfyri, og Føroyar sum karm um professionella fotografering, sigur hon: “Some of the most spectacular and heartfelt images, I found in the Faroes. Given a choice between Faroes and Iceland as a photographer who appreciates community and beauty, I would choose Faroes every time. There was an intimacy and friendliness I found there. And certa

Offurgerð við kúlu

Frálíki myndamaðurin hjá Portalinum, Sverri Egholm, lænti mær í morgun hesa nærmynd av eini grindakúlu, sum eftir drápið í Hvannasundi í gjár, er sett á húkin við innkonumvegin til Klaksvíkar.  Myndin er makthevjandi djevulsk og sipar beint til gamla høvdingasiðin í okkara upprunamentan, har høvdið á tí, sum var við undirlutan, var sett á eitt spjót at flagga, sum aðrar mentanir, ið ikki hava upplivað miðøld, enn praktisera á okkara døgum, og fáa fría atgongd til tess, tí almannagagnligar sjónvarpsstøðir hava skyldu til tess. Siga tær, redaktiónirnar. Sama helt Bjørn Nørgaard, sum í 1970 vildi geva pressuni ein undir vangan við at ofra eina tólv ára gamla ryssu, Røde Fane, úti á frosttaktu fløtuni hjá einum bónda í Hornsherred. Síðan legði hann alt í krukkur, sum vóru tað menniskjalutir klárir at gjøgnumlýsa í einum kanningarrúmi. Konserveraðu lutirnir av separeraðu og aldeilis fremmandgjørdu donsku sláturryssuni, sum einki, og hann endurtók ertandi, aldeilis einki, høvdu við napalmdre

Spír í fotolist

Í dag er seinasta freist at síggja tær fleiri enn tretivu fotomyndirnar, sum bólkurin Fokus hevur hongt upp. Til høgru fyri inngongdina fangaði eg Haldur Suna Johansen, sum hevur tikið myndina Spír , har vit í forgrundini síggja spírið á Kvívíkar kirkju og í baksýni kuplarnar hjá Kublai Khan á Sornfelli. Nei, eg bara roksi, men summi orð, so sum kublar, ríma so stuttliga við onnur orð, nøvn og hugtøk. Og at nakar samanhangur er millum kirkju, mentamál og radarar á hesi myndini, tað er púra tilvildarligt, og ikki á nakran hátt tilætlað, forvissar Haldur Suni meg um, meðan dyrnar inn í Smiðjuna í Lítluvík enn standa opnar. Haldur Suni eigur eisini hesa mynd, sum tekur seg merkiliga væl út á vegginum í Smiðjuni. Tað er sum at myndin, ið frammanundan er skarpt pressað og uttan óviðkomandi órudd, fær eina nýggja trístrenta rúmdarkenslu, har hon hongur upp móti hvíttaða grótvegginum. - Ein einsamallur danskari, sigur myndamaðurin um myndina, sum bara eitir Bygningur . Gudny Benjaminsdóttir e

Grafiskur greidleiki

Býr tú í Havn og ert umgyrdur av grafiskum larmi, so eru her eini góð ráð, ið kosta 75 krónur hvønn vegin: Ein rundtúr um Skálafjørðin meðan kavin liggur ein sunnudag. Á upphugsaða ljóðsporinum kundi tú havt "Mær er sagt um ein stað í tí høga", har afturvendandi setningurin er um eitt bil, so eri eg har ella í hinari týðingini Tonk - ein dag eri sjálvur eg har . Fyrra versiónin kennist mær rættari at brúka til biltur í dag, meðan hin seinna er beint til jarðarferð. Svenska Lydia Lithell yrkti sálmin í 1947, "Jag har hört om en stad ovan molnen", tíggju ár innan hon doyði, bara 48 ára gomul, sama ár eg varð føddur á Klaksvíkar Sjúkrahúsi. Afturvið russiskum murri kanst tú koyra runt fjørðin og njóta sýnið, tá tú kemur út úr Havnartunnlinum, leggur teg í høgra borð úti í Rók og heldur fram í sama borði móti Rituvík og sært Nólsoynna frá hinari síðuni. Hevði eg verið fyrr á fótum, so hevði eg nátt at keypt morgunbreyð í Miðbergs bakaríi, kemur mær til hugs, eftir at e

Kyndilsmessa

Í dag er kyndilsmessa, missa candelarum , sum eisini sást á himmalinum, hvar tú so hugdi á hválvinum, meðan dagurin leið, ljósið skifti og ælini løgdu seg millum landið og sýnið. Ovara og niðara myndin eru tiknar fyrrapartin úr túninum á arbeiðsplássinum á Hoyvíksvegnum við sýni suður millum Borðuna og Glyvursnes við Skálhøvda dagandi upp úr havsbrúnni.  Niðanfyri eru vit seinrapartin við iPhone í FK túninum í Hoyvík og síggja uppeftirbrestandi skýformatiónir yvir Eysturoynni og so eina loftspegling á bilsíðuni á parkeringsplássinum. Sigst, at nú er helvtin av vetrinum liðin. Kanska stavar mannfólkanavnið Veturliði frá hesum góða degi, sum eisini er Groundhog Day , ein amerikanskur og kanadiskur siður, kendur úr samnevnda filminum, sum tekur støði í ljósi og skugga, sum eitt murmildýr kastar á einum skýfríum degi. Enska Wikipedia sigur um hesa ørvitissøgu: “It derives from the Pennsylvania Dutch superstition that if a groundhog emerging from its burrow on this day sees its shadow due t

Harald sýnir fram í Lítluvík fríggjadagin

Omanfyri sæst kavarin og myndamaðurin úr Vestmanna, Harald Bjørgvin, í durinum heima hjá mær við nýggju bókini Havsins aldingarður , sum Sprotin gevur út. Undirheitið er Blue Eden , tí bókateksturin er eisini á enskum.  Harald hevur fotograferað og skrivað upplivingarmerkta frásagnartekstin til myndirnar, meðan lívfrøðingurin, Jan Sørensen, hevur skrivað konsisa fakliga tekstin. Fríggjadagin 8. januar klokkan 16 letur Harald upp foto- og søluframsýning við myndum úr bókini. Framsýningin verður í Smiðjuni í Lítluvík, og har ber eisini til at ogna sær bókina. Fremst í bókini greiðir Harald framúr sansaliga og tó praktiskt nærverandi um, hvussu hann fekk áhuga fyri fotografering, og hvat hendir, tá hann nógv ár seinni seinni loypir úti og fer at kava við myndatóli og blitsi. Fyrstu síðurnar eru so hugtakandi, at tú onga løtu ivast í, at kaving, samantvunnin við fotografering, veruliga kann gerast ein tann mest burðardygga ferðavinnugreinini í Framtíðarføroyum. Orðini, upplivingarnar og ey

Grønska

Í hesum døgum er bøurin grønari enn nakrantíð. Ert tú heppin, og bøurin enn ikki er sligin, so kann grøni liturin skjótt verða so mettaður, at hann minnir um blátt. Hesar tíggju myndir vórðu tiknar sunnudagin í Funningi. Grønu myndirnar verða í onkrum føri brotnar og perspektiveraðar við reyðum liti.

Setið prís uppá nissurnar

Myndasnildi starvsfelagin, Árni , tók hesa heystgráu portrettmyndina aftur við morgunkaffinum, beint sum vit høvdu sungið um regn og aftur regn í meistarligu lýsingini hjá Mikkjali á Ryggi, har hann knýtir menniskjað afturat náttúruni hesa ársins tíð, nú eggin er so brúnasíð og alt er grátt um hav og ský. Jú, tað er heyst. Heyst um allan heysin. Orsøkin til kjakevnið afturvið kaffinum var morgunprátið í Útvarpinum um at retusjera myndir. Ein kvinnuligur fotografur, Sunrid í Gong, var í sendistovuni og segði, at persónliga ynskið um retusjering var so útbreitt og vanligt, at hon mintist bara eina ferð í tey ellivu ár, hon hevði virkað sum fotografur, at foreldur høvdu biðið hana um ikki at retusjera eina mynd, har teirra barn var á. Hetta við at retusjera myndir er blivið eitt stórt evni á lørifti og skermi, eftir at Netflix við talgildari de-aging tøkni hevur fíggjað nýggja mafiafilmin hjá Scorsese The Irishman , sum London Film Festival júst hevur víst fyri fyrstu ferð í

Hestur um heystið

Ætlaði at taka myndir við trimum ymsum tólum, fyrst og fremst simplu telefonini, sum eg altíð havi í lummanum. Men hvat gert tú, tá hestur hevur tikið yvir fría heystsýnið, sum tú ætlaði at avmynda? Sjálvur sæst tú sum skuggi niðast til høgru á parkeringsplássinum við Akkersvík, ytst á Hvítanesi, har útsýnið er móti Kaldbaksnesi um Tangafjørð og inn í Eysturoynna. Men gakk. Við rossum fylgja hegn og elektrisk ávaringartól, onnur enn tey, sum eru inn í húsinum og eftir botninum knýta okkum til umheimin. Og so nýtendraðar hestaperur við íbygdum anga og niðurtraðkaður bøur, sum ikki er til at ganga í uttan tú smokkar, vágar tú tær at opna portrið. Men eisini í sovorðnum óvæntaðum støðum ber til at taka eitt annað kamera enn fartelefonina og sooma gjøgnum hegnið, og fáa syngjandi heystið í bæði eygað og oyrað. Heilt nágreiniliga í oyrað og eygað á hestinum. So eru stundir at pakka saman og taka eina seinastu mynd við fartelefonini við Akkersvík. Hon maktar ikki hatta su

Ljóskeldur

Hósdagin í farnu viku byrjaði kringvarpsfotografurin Bjarni Árting Rubeksen at leggja myndir út á Facebook, har hann hevur fylgt og enn fylgir politisku samgongusamráðingunum eftir løgtingsvalið. Nýggjastu myndir eru frá mánadegnum í gjár. Nú hevur Kringvarpið lagt myndirnar út á teirra heimasíðu , so øll kunnu fylgja við, síggja og uppliva myndirnar. Tí ein mynd er ikki bara tað avmálda knips, sum tú gjørt í eini handavending við iPhonini ella tí, sum fyri hondini er, tá onkur stendur framman fyri tær og ger okkurt forvitnisligt, sum kanska verður søguligt, tí tað ikki ber til at endurtaka. Myndatøka er at steðga heiminum, at steðga søguni, at steðga ferðini og lata okkum síggja løtuna, grundfesta í tí liti og ljósi, sum er til handa. Meistaraverkið, tí tað er tað, er ljóskeldan í hvørjum einstøkum føri hjá Bjarna. Ljósið, sum natúrliga er til staðar, heita peruljósið, sum krýpir upp við bakvegginum og skapar dýpd og rúmklang, meðan hangandi perur kasta ljós á hvítu borðplátu