Omanfyri sæst kavarin og myndamaðurin úr Vestmanna, Harald Bjørgvin, í durinum heima hjá mær við nýggju bókini Havsins aldingarður, sum Sprotin gevur út. Undirheitið er Blue Eden, tí bókateksturin er eisini á enskum.
Harald hevur fotograferað og skrivað upplivingarmerkta frásagnartekstin til myndirnar, meðan lívfrøðingurin, Jan Sørensen, hevur skrivað konsisa fakliga tekstin.
Fríggjadagin 8. januar klokkan 16 letur Harald upp foto- og søluframsýning við myndum úr bókini. Framsýningin verður í Smiðjuni í Lítluvík, og har ber eisini til at ogna sær bókina.
Fremst í bókini greiðir Harald framúr sansaliga og tó praktiskt nærverandi um, hvussu hann fekk áhuga fyri fotografering, og hvat hendir, tá hann nógv ár seinni seinni loypir úti og fer at kava við myndatóli og blitsi.
Fyrstu síðurnar eru so hugtakandi, at tú onga løtu ivast í, at kaving, samantvunnin við fotografering, veruliga kann gerast ein tann mest burðardygga ferðavinnugreinini í Framtíðarføroyum. Orðini, upplivingarnar og eygleiðigarnar hjá Haraldi, serliga í Breiðugjógv í Syðradali á Streymoynni, sannaføra meg avgjørt um hetta. Kaving og fotografering. Tað trúgvi eg uppá.
Tí varð tað mær ein serlig fragd, tá Harald í dag spurdi, um eg kundi verða við til framsýningina fríggjadagin og varpa ljós á bók og myndir í einum práti mitt á gólvinum, live on site og uttan mikrofon, og soleiðis at tey møttu eisini kundu spyrja. Tað var gamaní, og nú gleði eg meg bara til fríggjadagin og eitt tað fyrsta tiltak í nýggj árinum, í koronatryggari frástøðu, sjálvandi. Ole Wich verður við, og fer at peika á siðbundnu føroysku landslagsmyndina, sum nú eisini sæst undir havskorpuni.
Prátið við Harald byrjar ein hálvan tíma eftir at dyrnar eru latnar upp til bóka- og fotoframsýningina í Smiðjuni í Lítluvík fríggjadagin.
Á egnu heimasíðuni við fotomyndum sigur Harald, at hann hevur tikið myndir, alt tað hann kann minnast. Fyrsta tólið, sum hann tók nógvar myndir við, var eitt Pentax í 1986 og fram. Tá Harald fyri fáum árum síðan fóra at kava, gjørdist hann hugtikin av litum.
- Now I have refound my passion for photographing, sigur hann á heimasíðuni, sum er á enskum.
Harald tók fyrst nógvar myndir við einum Fujifilm Finepix F500 exr, so fór hann eitt stig víðari við einum Nikon D610, og síðan september 2017 hevur hann brúkt eitt Nikon D810, sum eisini er full frame.
Gløsini, objektivini ella linsirnar eru 105 ella 60 mm tá hann tekur makromyndir, ella ein 15 mm víðvinkul tá talan er um landslagsmyndir oman- og niðansjóvar. Til myndatólini hevur Harald ein Nauticam undirvatnshúsa, sum D810 passar í. Á henda hátt kann Harald brúka somu professionellu myndatól á landi og í sjógvi.