Skip to main content

Spír í fotolist

Í dag er seinasta freist at síggja tær fleiri enn tretivu fotomyndirnar, sum bólkurin Fokus hevur hongt upp. Til høgru fyri inngongdina fangaði eg Haldur Suna Johansen, sum hevur tikið myndina Spír, har vit í forgrundini síggja spírið á Kvívíkar kirkju og í baksýni kuplarnar hjá Kublai Khan á Sornfelli. Nei, eg bara roksi, men summi orð, so sum kublar, ríma so stuttliga við onnur orð, nøvn og hugtøk. Og at nakar samanhangur er millum kirkju, mentamál og radarar á hesi myndini, tað er púra tilvildarligt, og ikki á nakran hátt tilætlað, forvissar Haldur Suni meg um, meðan dyrnar inn í Smiðjuna í Lítluvík enn standa opnar.

Haldur Suni eigur eisini hesa mynd, sum tekur seg merkiliga væl út á vegginum í Smiðjuni. Tað er sum at myndin, ið frammanundan er skarpt pressað og uttan óviðkomandi órudd, fær eina nýggja trístrenta rúmdarkenslu, har hon hongur upp móti hvíttaða grótvegginum. - Ein einsamallur danskari, sigur myndamaðurin um myndina, sum bara eitir Bygningur.

Gudny Benjaminsdóttir er sjáldsama málsøkin í hennara myndaarbeiði, tá hon setir sær fyri at lýsa eitt samfelag, ið er rakt av koronastongsili. Eina myndin kallast Sóttarhald, men mær dámdi best hesa, sum er so talandi, tí vit øll vita, hvat hetta er, og undrast á ein varisligan, men skakandi hátt, tá heitið er Á ferð 2020 og alt er tómt. Ikki fyrr enn vit hyggja heilt nær, síggja vit, at onkur situr heilt har frammi, longst burturi. Einfalt, men sterkt og rámandi. Tað er tað momentana við fotolist. Tað, sum bara riggar, tá løtan er har, og so er burtur fyri øllum eygum. Aftaná, er alt ov seint. Ímillum liggur viljin at knipsa við tí kamera, sum er við hondina. Akkurát ta løtuna.


Frá tí konkreta fara vit til tað poetiska og frítt fabulerandi, sum røkkur langt út um bílætarammuna. Oddfríður nýtist ikki nakað eftirnavn, tí hann er bara Oddfríður, bara í orðsins besta týdningi. Hann er bara har. Orð og myndir eru hansara livibreyð, og tað eru vit takksom fyri, hvørja ferð vit sígga eitt avrik, tí sjónligur er hann, umframt at vera produktivur. Altíð í gongd. Sum sæst omanfyri, hevur Oddfríður fingið høvuðsveggin, og niðanfyri sæst hann á bakvegginum á sama høvuðsveggi í Smiðjuni. Talan er um trípartamyndir við poetisku heitunum: Djórini, sum ikki fáa sagt tað og Trøini mangla eina søgu.


Uppi á loftinum er Upp og niður, sum er ein av framúr spennandi fimleikamyndunum hjá Haldur Suna.