Frálíki myndamaðurin hjá Portalinum, Sverri Egholm, lænti mær í morgun hesa nærmynd av eini grindakúlu, sum eftir drápið í Hvannasundi í gjár, er sett á húkin við innkonumvegin til Klaksvíkar.
Myndin er makthevjandi djevulsk og sipar beint til gamla høvdingasiðin í okkara upprunamentan, har høvdið á tí, sum var við undirlutan, var sett á eitt spjót at flagga, sum aðrar mentanir, ið ikki hava upplivað miðøld, enn praktisera á okkara døgum, og fáa fría atgongd til tess, tí almannagagnligar sjónvarpsstøðir hava skyldu til tess. Siga tær, redaktiónirnar.
Sama helt Bjørn Nørgaard, sum í 1970 vildi geva pressuni ein undir vangan við at ofra eina tólv ára gamla ryssu, Røde Fane, úti á frosttaktu fløtuni hjá einum bónda í Hornsherred. Síðan legði hann alt í krukkur, sum vóru tað menniskjalutir klárir at gjøgnumlýsa í einum kanningarrúmi. Konserveraðu lutirnir av separeraðu og aldeilis fremmandgjørdu donsku sláturryssuni, sum einki, og hann endurtók ertandi, aldeilis einki, høvdu við napalmdrepning av børnum í Vjetnam at gera, eru enn til skjals á listasavninum ARoS og á listasavninum í Keypmannahavn, sum í dag eitir eins ryggbrotnar bókstavir, SMK, hóast hálvthundráð ára gamli boðskapurin ikki er petti ryggbrotin, men livir sítt fríska mótmælislív – í støðuni, í løtuni og á staðnum, har ótbótagerðin varð framd og óbótamenninir onga ætlan hava at sleppa, ella á nakran hátt at halda uppat við hesi atferð. Tí gjørdi eg hesa offurgerð á bønum, segði Bjørn Nørgaard, tá eg í hinari øldini hitti hann í útvarpssendingini Vetrarbreytin.
Grindadrápið dálkar okkara tilvitsku eins nógv og alivinnan dálkar okkar firðir og matgerð. Vælsignaðir, haldi uppat!