Býr tú í Havn og ert umgyrdur av grafiskum larmi, so eru her eini góð ráð, ið kosta 75 krónur hvønn vegin: Ein rundtúr um Skálafjørðin meðan kavin liggur ein sunnudag. Á upphugsaða ljóðsporinum kundi tú havt "Mær er sagt um ein stað í tí høga", har afturvendandi setningurin er um eitt bil, so eri eg har ella í hinari týðingini Tonk - ein dag eri sjálvur eg har. Fyrra versiónin kennist mær rættari at brúka til biltur í dag, meðan hin seinna er beint til jarðarferð. Svenska Lydia Lithell yrkti sálmin í 1947, "Jag har hört om en stad ovan molnen", tíggju ár innan hon doyði, bara 48 ára gomul, sama ár eg varð føddur á Klaksvíkar Sjúkrahúsi. Afturvið russiskum murri kanst tú koyra runt fjørðin og njóta sýnið, tá tú kemur út úr Havnartunnlinum, leggur teg í høgra borð úti í Rók og heldur fram í sama borði móti Rituvík og sært Nólsoynna frá hinari síðuni.
Hevði eg verið fyrr á fótum, so hevði eg nátt at keypt morgunbreyð í Miðbergs bakaríi, kemur mær til hugs, eftir at eg havi passerað Bláa Kross og Rúsuna, tveir stórar bygningar mitt í handilsgøtuni í Runavík. Hvør av øðru liva má, hugsi eg, og seti spitaran í botn móti Bakarínum á Skála, sum tó heldur ikki er opið.
Men sýnið er gudagivið henda sunnudag og tað einasta eg kundi hugsað mær at lætt um støðuna og serliga ferðslutrygdina, er at bilurin hevði eitt innbygt kamera, so eg kundi trýst á knøttin, so hvørt lendið opnaði seg og ljósið skifti. Tí greitt er, at í lágari sól eru báðar síður av fjørðinum ikki í ljósi samstundis.
Á Skála taki eg bygdavegin og njóti sýnið yvir á landið hinumegin. Her kemur dagsins reini, grafiski greiddleiki til sín rætt. Hetta er bæði joga og meditatión ein sunnudag í februar. Mindfulness kanst tú eisini telja við í roknistykkið, sum kostar 75 + 75 krónur. Tað er tað, sæð við vegjaðaran ein sunnudag í kava. Við reinum litum og harmoniskum proportiónum er Skálafjørðurin vælsignaður sum ein svenskur fríkirkjusálmur, meðan eg havi bátahylin á Strondum í bakborð og aftur kavi til Havnar.