Skip to main content

Posts

Showing posts with the label myndlist

Hansina Iversen: Purple Rain

Undir heitinum Purple Rain, ið sipar til kendasta sangin hjá Prince, sum nú hevur fjøruti ár á baki og rakk heilt inn í dansbanda sjangruna, bjóðar Steinprent til framsýning við nýggjum málningum hjá Hansinu Iversen (f.1966) fríggjadagin klokkan 16: - Til framsýningina Purple Rain hevur Hansina Iversen serliga arbeitt við kobolt violettum, ið er ein serstakur litur - kostnaðarmikil, tí hann er sera konsentreraður og ljósektaður. Við litinum arbeiðir listakvinnan bæði í dýpdini og á yvirflatanum á løriftinum. Purpurlitti, violetti, bláreyði, lilla liturin hevur sína egnu listasøgu, har hann gjøgnum øldur hevur verið knýttur at konga- og keisaratign, at kirkju og at gandi. Violett sameinir kalt og heitt, andligt og holdborið, bláan himmal og reytt blóð. Purple Rain merkir violett regn og er jú eisini heitið á eini slóðbrótandi poppútgávu hjá Prince í 1984. Gitt hevur verið um eksakta týdningin í sangheitinum hjá Prince (1958-2016). Orðabókatænastan YourDictionary , sum hevur verið á net

Tá Soutine setir á borðið

Við støði í ekspressionistiskt kjøtiliga myndastílinum hjá franska Chaïm Soutine (1893-1943) hevur klóka myndaforritið á telduni fingið til uppgávu at lýsa fine dining í Føroyum. Úrslitið sæst omanfyri. Nú listinlærdi kjattbotturin chatGPT , sum við sjeymílaferð førir seg fram við meir og minni klókum teksti, er blivin kendur um allan heim sum hin nýggi HAL9000, vit sóu í framtíðarfilminum frá 1968 um rúmdarferðina í 2001, tað er líkasum vitlíki í núlidnari tíð, er javnlíkin í myndum, AI image creator og generator , komin á marknaðin við leitimaskinuni Bing hjá Microsoft.  Tá tú altíð hevur brúkt Google Chrom, heilt aftur til Internet Explorer og undan honum Netscape, fært tú ein so stóran bundinskap í grafikki og leitihistorikki, at tú illa fært teg at hálsa um til nakað heilt annað, so sum Bing, ið eg fái ilt í fingrarnar av, tá eg av misgávum villi meg inn har. Tað geri eg altíð, tá eg raki við kagan Edge, sum allir almennir stovnar tykjast krøkja í. So er spurningurin, um Google e

Vælferðarsamfelagið sett á veggin

Vindurin blæsur, hvar sum hann vil er heitið á stóra málninginum hjá Anker Mortensen. Heitið er tikið úr triðja kapitili í evangeliinum eftir Jóhannes, har sagt verður frá um hin spyrjandi Nikodemus, sum í áttanda ørindi fær hesa poetisku útgreining frá Jesusi:  ”Vindurin blæsur, hvar sum hann vil, og tú hoyrir dunið av honum; men tú veitst ikki, hvaðan hann kemur, og hvar hann fer; soleiðis er tað við einum og hvørjum, sum er føddur av andanum.” Fleiri málningar hjá Anker, sum ymisk ár eru málaðir í ymsum støddum, hava hesi inngangsorð sum heiti. Hesin er málaður í 2009 og mátar 140 x 140 cm.  Í bókini Livandi list (2008)   brúkar Inger Smærup hugtakið anima um listina hjá Anker.  Greitt er at myndlistin hevur stóran fólksligan áhuga. Neyvan er nakað land, har fólkið hevur so stóran áhuga at fáa føroyska nútíðarlist á veggin, sum í Føroyum.  Lukkutíð eru eisini arbeiðspláss, ið síggja ágóðan í at fáa føroyska list á veggin.  Mítt arbeiðspláss, Nám, hevur í nøkur ár havt málningar til

Trúarinnar myndir, setanarrøða

Trúarinnar myndir Framsýning í Listasavni Føroya 3/2 - 14/6 2023 Fernisering 3. februar 2023 kl. 16 Theodor Eli Dam Olsen “Trúgv er treyst í tí, sum vónað verður, sannføring um teir lutir, sum ikki eru at síggja.“ Soleiðis verður tikið til í Hebrearabrævinum í Nýggja Testamenti, tá sigast skal, hvat trúgv er. Sannføring um teir lutir, sum ikki eru at síggja. Men trúgv skal eisini síggjast. Og her kemur listin inn í bílætið, um vit kunnu siga tað so í hesum sambandinum. Hin skapandi listin.  “Í fyrstuni skapaði Guð himmalin og jørðina.“ Ja, soleiðis byrjar Halgabók, Bíblian. Guð skapaði. Verðin byrjaði við listini. “Og jørðin var oyðin og ber, og myrkur var yvir frumhavinum, og Guðs andi lá á vøtnunum.”  Alt var oyði. Men andin sveimaði. Hvaðani kom so alt? Kunnu vit spyrja.  Skapanargongdin kann mangan vera torfør at skilja, og endamálið við at skapa er kanska uppaftur torførari at fata. Tí hví skulu vit tað? Gomlu grikkarnir tosaðu um tað góða, vakra og sanna. Hesi trý. Men hvat hava

Minnið skal grógva í lendinum

  Minnið skal grógva í lendinum. Soleiðis stóð at lesa í eini bók, sum vit lósu hjá Eldbjørn á Oyrarbakka skúlaárið 1974-75. Bókin var um ein einalærara, ið sum tað fyrsta vaskaði rútarnar í bygdaskúlanum, tí fyrri lærarin helt, at opna útsiktin órógvaði næmingarnar. Tí hevði fyrri lærarin hvíttað rútarnar.  Men nei, hesin nýbyrjaði, sum í lesibókini æt Johannes við eftirnavninum Vig, og sig tað ikki ov skjótt, tí so verður tað Svig, sigur høvundurin ávarandi, meðan hann konstaterar:  Lendið skal ikki fjalast, nei minnið skal grógva og vaksa í tí sjónliga lendinum. Estetikkur er evnið í dag. Og eg eri komin beint úr Havn. Býnum, har tey hata estetikk. Sum bloggari rakti eg herfyri rekord fyri lesing av einum og sama bloggi í meir enn fimtan ár. Tað var um ein serstakliga ljótan bygning í Havn, sum bara poppaði upp á alfara vegi. Ein granni, og journalistur, vísti til byggsamtyktina fyri Tórshavnar kommunu, paragraff 28 og stykki 8, samtykt í 2017, og sum innrammar hugtakið estetikk, og

Í stórum broti og skiftandi ljósi

Restina av árinum og fram til hálvan januar verður stór serframsýning við samtíðarlist á Listasavni Føroya.  Framsýningin Brot , sum letur upp fríggjadagin klokkan 16, leggur dent á føroyska samtíðarlist, sum er í stórum vavi. Savnið sigur í innbjóðandi tíðindaskrivi, at Listaverkini eru fjøltáttað brot úr føroysku samtíðarlistini, og at heitið eisini sipar til brot, sum eru frambrot og nýbrot, og tað at bróta burturfrá. Vert er eisini at hefta seg við pallborðsfundin, List til eitt vis t, sum Hergeir Staksberg skipaði fyri niðri í Perluni í mentunargøtuni hjá Tórshavnar kommunu fríggjakvøldið, har eitt samtíðarlistahús varð eftirlýst, bæði sum starvsstaður og framsýningarstaður.  Jón Sonni Jensen, sum sat við pallborðið, eigur stórsta einstaka verkið á framsýningini í Listasavninum í morgin. Pallborðsfundirnir halda fram eftir sama leisti, men við nýggjum listarligum fokus hvørja ferð, nakað sum tá Listasambandið varð stovnað í fýrsunum, og stevnur vórðu hildnar úti um landið. Ein nýs