Skip to main content

Tá Soutine setir á borðið

Við støði í ekspressionistiskt kjøtiliga myndastílinum hjá franska Chaïm Soutine (1893-1943) hevur klóka myndaforritið á telduni fingið til uppgávu at lýsa fine dining í Føroyum. Úrslitið sæst omanfyri.

Nú listinlærdi kjattbotturin chatGPT, sum við sjeymílaferð førir seg fram við meir og minni klókum teksti, er blivin kendur um allan heim sum hin nýggi HAL9000, vit sóu í framtíðarfilminum frá 1968 um rúmdarferðina í 2001, tað er líkasum vitlíki í núlidnari tíð, er javnlíkin í myndum, AI image creator og generator, komin á marknaðin við leitimaskinuni Bing hjá Microsoft. 

Tá tú altíð hevur brúkt Google Chrom, heilt aftur til Internet Explorer og undan honum Netscape, fært tú ein so stóran bundinskap í grafikki og leitihistorikki, at tú illa fært teg at hálsa um til nakað heilt annað, so sum Bing, ið eg fái ilt í fingrarnar av, tá eg av misgávum villi meg inn har. Tað geri eg altíð, tá eg raki við kagan Edge, sum allir almennir stovnar tykjast krøkja í. So er spurningurin, um Google er við at dragna afturúr, ella hetta bara er lívsfús virkandi kapping, ið nú gevur okkum nakað nýtt, sum vit enn ikki heilt vita, hvat er? 

Longu við fyrstu AI myndaleiting fært tú varhugan av, at hetta snýr seg um dominans, at leggja alla verðina undir seg, og at fáa øll at leita á einum stað. Um tað er minni kinesiskt, enn nakað annað veit eg ikki. Nýtt og spennandi er tað í hvussu er, tí í fyrsta føri verður tekstur sum fyribrigdi skilmarkaður og avmarkaður til ekseptionelt floksbrúk í skúla, fyrstu ferð, tað eg veit, at semiotikkur kann dragast fram og brúkast í floksundirvísing, og í førinum við AI myndum, sum verða bæði nýskaptar og settar saman eftir kryptiskum leitingum - so sum I feel Edward Hopper lonely tonight ella Paint in the art of Picasso a meeting between Paul Klee, Mondrian, Monet, Jackson Pollock and Henri Matisse - at fáa eyga á listasøgulig rák og møguligar samanrenningar, sum myndaliga vitlíkið kann geva okkum, alt eftir hvat við biðja forritið á telduni gera og finna beint nú, vit hava tørv á henni til undirvísingina, telduna.

Hetta er eitt spennandi nýbrot í undirvísing og skúlaskapi, avgjørt til tann spælandi og síðan lærandi vegin. Uppgávan verður at kyrra teir lærarar, ið sita á teldunum og longu hava verið út og rópt, at úlvurin kemur, og at nú má bindast fyri og alt steðgast og sløkkjast. Av og á ivist eg í, um søguliga tíðarskeiðið við maskinstormarum, sum stungu seg upp í Bretlandi og fóru at bróta maskinur fyrst í 1800-talinum, yvirhøvur er av, ella um vit eru farin at ganga inn í eitt søguliga døkt skeið við bangilsi og afturhaldi, tí vandin, kanska er hann gulur og úr Kina, lúrir undan hvørjum horni.    

Ímeðan vil eg mæla til at fara at spæla við AI myndabottin, kanska saman við tekstbottinum, eitt nú at finna fram til, hvat art deco er fyri nakað. Saman við pop-art stendur art deco serliga væl á skerminum tá umræður framsetingar í greiðari linju, til dømis við víkingamotivi og einum snerti av tí fastiska estetikkinum, har Oktoberfest, Valhalla og motorsúklur, sjáldan eru langt burturi. Tá verða fyrst leitiúrslitin góð í týdninginum greið og spennandi, sum her. Leitiheitini síggjast við at halda músini yvir myndunum.

Hevur tú hug at stoyta teg longur út í altjóða myndlistasøguna enn William Blake, so eru her nøkur dømi um at lata rák, motiv og nøvn sleppa at renna saman til undirvísingarliga høvið. Heitini á leitingini síggjast í myndunum.

So fór eg at spæla við listafólk og teirra motiv, sum Edward Hopper (1882-1967), og kensluna av einsemi í stórbýnum, og at sita og eta ein hotdog í einsemi, og friðfylta Monet (1840-1926) í einum yvirfyltum stórbýarsavni. Eins og omanfyri, síggjast leitorðini við at koyra músina yvir AI myndirnar.

Starvsfelagin, Árni Øregaard, hevur eisini spælt sær við myndaliga vitlíkinum hjá Bing bottinum. 

- Heilt ótrúligt amboð, sum gevur rættiliga blandaðar kenslur, sigur Árni. 

- Tað er ringt at siga, hvør er besta mynd, tí mann hevur leitað eftir so nógvum. Til stuttleika skrivaði eg Robocop, sum syngur rokk-opera í ella uttanfyri operahúsið í Sydney og Robocop í grind í Føroyum. Stílurin er pop-art, art deco og conceptual art, og so er tað ein E.T. líknandi alien, sum framførir, og Gollum frá Lord of the Rings, sum spælir violin við symfoniorkestri á Mars, har toran eisini gongur.

Og so enda vit við at biða klóka myndabottin borðreiða fyri okkum við føroyskum laksi í New York, so vit kunnu verða viss í, at tað veruliga er hagani, tí sanna umhvørvið - gøtan uttanfyri matstovuna - eisini skal síggjast. Og so til allarsíðst eitt amerikanskt og russiskt glansbílæt eisini. Manga takk fyri hesa myndaferð!